hósdagur 23. mars 2017síða 19
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
19
Gunnhild Dahl Niclasen heldur,
at fólk eru nógv meir tilvitað í dag,
enn tey vóru fyri bert fáum árum
síðani.
– Tað vóru fá, sum tosaðu um
mat sum umhvørvisdálkandi fyrr.
Nú fer man aftur til tað, sum var
fyrr og tað, sum burdi verið nátt
úrligt, og eg royni at umboða hetta,
sigur hon
Hon sigur at hugburðurin hjá
henni broyttist nógv, tá hon flutti
til Svøríkis.
– Eg fekk betri innlit í tingini og
varð meir tilvitað um, hvar pengar
nir hjá okkum fara, hvar valdið er
og hvussu langt okkara persónliga
frælsi røkkur, áðrenn tað ávirkar
hini, sigur Gunnhild Dahl Niclasen.
– Summi halda, at eg eri strævin,
tí eg altíð havi eina viðmerking til
órættvísi í heiminum, men tá eg
havi hetta innlitið, so kann eg ikki
loyva mær at ignorera tað, leggur
hon afturat.
Marjun sigur at tá hon fer til
handils, so hugsar hon heldur um
góðsku enn um mongd.
– Eg brúki eg pengar uppá tað,
sum eg meti er av høgari góðsku, og
so ger tað onki, um vit eta pasta við
pesto til nátturða ein dag í vikuni.
– Man skal venja seg við at
hugsa soleiðis, og tað eru nógvir
ymiskir møguleikar, um tú kannar
teir. Tað nýtist heldur ikki at verða
meir kostnaðarmikið, um man er
tilvitaður, heldur Marjun Eghold
Højgaard.
Matætlan, ella ikki?
Um tú ynskir at eta heilsu
gott og spara pengar, so
eru ráðini ofta at gera eina
matætlan hvørja viku. Tá
tú hevur eina ætlan, so
er lættari at halda seg til
røttu valini og ikki keypa
impulsivt. Ætlanin tørvar
tó ikki at vera skrivað nið
ur, men eisini ber til, sum
hjá Marjuni og Gunnhild,
at gera ætlan eftir einum
grønmetiskassa ella fisk
inum, sum verður fiskað
ur ta vikuna.
– Eg fái ein grønmetis-
og fruktkassa, við vist
frøðiligari vøru, hvørja
viku. Í honum liggur ym
iskt, sum eg síðani brúki
til døgverðarnar ta vik
una. Gerandisdagar gera
vit lættar døgverðar, og eg
royni at brúka vøru, sum
eg eigi inni, sigur Marjun
Egholm Højgaard.
Gunnhild Dahl Nicla
sen sigur at tey ikki leggja
ætlan fyri vikuna, og tað
er tí at tey ikki altíð vita
hvat verður á matskránni.
Tey fáa eisini grønmetiskassa, og
gagnnýta tað, sum náttúran hevur
at bjóða.
– -Onkuntíð rør Kári út, og tá fáa
vit fisk. Ta vikuna gera vit fiska
rættir, salatir og suppu úr soðnum.
Alt verður brúkt, sigur hon.
At velja bíligu loysnina
At keypa inn fleiri ferðir um vik
una, kann ofta hava við sær, at
meir fer í innkeypsvognin enn upp
runaliga ætlað. Hóast maturin er
dýrur í Føroyum, so skalt tú sjálv
sagt av við meir pening, um tú
harafturat keypur vøru, sum fam
iljan ikki hevur tørv á – ofta vøra,
sum eisini endar í rusk.
– Í gerandisdegnum hugsi eg
um, at tey tingini vit keypa skulu
ikki kosta alt ov nógv. Eg vil eisini
fegin brúka allan matin, sum eg
keypi, so vit gera nógv djús og
smootie við grønum og frukt, sum
er vorðið eitt sindur gamalt. Soleið
is spara vit uttan at hugsa um tað.
Vit keypa tó onkra vøru
hvønn dag, so sum breyð
til matpakkarnar, sigur
Marjun Egholm Højgaard.
Gunnhild Dahl Nicla
sen greiðir frá, at tey
velja, sum útgangastøði
at keypa eftir árstíðini.
– Vit keypa nógvar før
oyskar røtur um heystið,
og eta tær saman við
nógvum at rættunum ta
tíðina, og so súlta við eis
ini eina rúgvu av rótum,
sum vit eta alt árið, og
eisini geva øðrum í gávu,
sigur hon.
Hon leggur afturat, at tað eru
nógvar orsøkir til, at man ikki skal
oyðsla við mati.
– Brúka vit allan matin, sum vit
keypa og framleiða sjálvi, so eru
pengar at spara, sigur hon.
NAVN: MARJUN EGHOLM HØJGAARD
ALDUR: 34 ÁR
ÚTBÚGVING: BA Í NÁMSFRØÐI OG
KANDIDAT Í PÆDAGOGIKARI PSYKOLOGI
MAKI: ANDRIAS HØJGAARD
BØRN: TVEY BØRN, SUM ERU 8 OG 4ÁR
BÚSTAÐUR: GLYVRAR
NAVN: GUNNHILD DAHL NICLASEN
ALDUR: 33 ÁR
ÚTBÚGVING: BA Í STJØRNAMÁLAFRØÐI
OG MA Í HUMANØKOLOGI
MAKI: KÁRI KLETTSKARÐ Í
KONGSSTOVU
BØRN: TVEY BØRN, SUM ERU 3 OG 6ÁR
BÚSTAÐUR: KLAKSVÍK