hósdagur 23. mars 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
20
Serfrøðingurin:
Tað er sagt so ofta, at tað rínur ikki á longur. – vilt tú verða væl fyri og hava
ein sunnan kropp, so er heilsugóður matur og rørsla einasta uppskriftin.
Tað ber eisini til at liva heilsugott og verða skynsamur, hóast nógv er at
gera í gerandisdegnum, og tíðin ikki altíð strekkir til. Broytingarnar, sum
vit kunnu gera í gerandisdegnum nýtast ikkki at vera kollveltandi, men
kunnu gerast í stigum, heldur Sølvá J. Joensen, BA í føðslu og heilsu.
ANNIKA KUNOY IM
A
t liva heilsugott er ein
raðfesting ein má gera
sær, og tað krevur eitt
sindur av ráðlegging
av vikuni, um talan er um eina
barnafamilju har øll hava nokk
at gera. Tað ber tó væl til at taka
heilsugóðar og skynsamar avgerð
ir, hóast nógv er at gera, heldur
Sølva J. Joensen, BA í føðslu og
heilsu.
– Steðga vit og hyggja at, hvussu
matvanar og innkeypsvanar eru, og
broyta hetta bara eitt lítið sindur,
so nógv spart. Nógv vita ikki,
hvussu nógvan pening tey brúka
uppá mat, sigur Sølva J. Joensen.
Tað er tín uppgáva
Hon heldur, at tað hevur stóran
týdning fyri heilsuna, at vit eta
heilsugott. Etur tú heilsugóðan
mat, fært tú allar tær vitaminir og
mineralir, ið kroppurin tørvar, og
kroppurin fær tað neyðugu ork
una at virka. Tað er somuleiðis
tín egna uppgáva at eta mat, sum
er góður og uppbyggjandi fyri
kroppin, so hann fær tað besta at
arbeiða við. Velja vit hinvegin at
nokta kroppinum neyðugu vita
minirnar og mineralirnar honum
tørvar, so gongur tað, sum frá líður
út yvir heilsuna. Fjølbroyttur og
heilsugóður kostur kann fyri
byrgja fólkasjúkur, so sum diabet
es, hjarta- og aðrasjúkur og ov høgt
blóðtrýst.
– Sjúkurnar eru vandamiklar,
og tær kosta eisini samfelagnum
nógv, sigur hon.
Hvat er heilsugott?
– Heilsugóður matur er fjølbroyttur
matur, har vit eta eitt sindur av
hvørjum og ikki ov nógv, sigur
Sølvá J. Joensen.
Hon greiðir frá, at matur verður
deildur uppí føðsluevnir, og vit
kenna tey sum protein, kolvæta og
feitt, og vit skulu fáa eitt sindur av
hvørjum. Hon mælir til, at vit eta
tríggjar høvuðsmáltíðir hvønn dag,
umframt millummáltíðir fyri at fáa
tey neyðugu føðsluevnini kroppur
in tørvar. Etur tú ígjøgnum allan
dagin er eisini minni vandi fyri, at
tú ovetur teg um kvøldið.
– Alt kroppurin tørvar til at
virka, finna vit í mati, og tí er um
ráðandi at familjan etur fjølbroytt,
soleiðis at øll fáa tað tey hava tørv
á, sigur hon.
Ikki hoppa uppá alt
Sølvá heldur, at av tí at vit eru so
upptikin í gerandisdegnum, so
kann tað tykjast møtimikið at liva
heilsugott, men at vit mugu minn
ast til, at ongin uttan vit sjálvi
kunnu ansa eftir okkara
egnu heilsu.
Eisini fáa vit alskins
ráð og hugskot á sosialu
miðlunum, hvussu ein
sunnur lívsstílur sær
út. Ráðini eru ofta
ógrundað, og tí er
týdningarmikið ikki
at trúgva øllum, sum
tú lesur.
– Man má hyggja,
hvaðani ráðini koma, og
LÍVSSTÍLUR
TAÐ FINST ONGIN
Man má hyggja, hvaðani ráðini koma, og
um tey eru evidensbaseraði.
Ongin matbólkur er bert farligur ella bert
sunnur at eta
»Tøm-køliskáp« eggjakaka
Tú skalt brúka
1-2 leykir
Restir av grønmeti (piparfrukt,
tomat, broccoli osfr.)
1 spsk olju
6 egg
6 spsk lættimjólk
200 gr pálegg (skinka,
hamburgarrygg, kyllingapylsa
osfr.)
200 g eplir
100 g rivnan osti
Kryddarí
Arbeiðsháttur
Sker leykin og restirnar av grøn
meti smátt. Svitsa leyk og grøn
meti í eini grýtu saman við oljuni.
Rør eggini og mjólkina saman.
Koyr ost, eplir og grønmeti í
eggini og mjólkina. Rør alt
saman og krydda at enda við
salti og pipari ella onkrum øðrum
kryddi, tær dámar.
Stoyt deiggið í eitt eldfast fat.
Hita ovnin til 200º og baka mitt í
ovninum í uml 30 min.
Uppskrift frá Sølvá J. Joensen