Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 21 um tey eru evidens­bas­er­aði. Ongin matbólkur er bert far­lig­ur ella bert sunnur at eta – til døm­is er banan sunt, men um tú bert etur banan, so er tað ikki sunt, sig­ur hon. – Tað ræður um at finna ein javn­vág, at hava tað gott og hvíla í tí ein ger. Somuleiðis at raðfesta seg sjálvan og sína heilsu, eta fjøl­ broytt, ikki ov nógv og røra seg dag­ liga, sigur hon. Hóast hetta, so er eisini um­ráð­ andi at hava í huga, at manglar kropp­urin okkurt, so gevur tað seg ofta til kennar í heilsuni. Vert er at nevna, at føroyingar ofta mangla D-vita­min, og hetta kemst óivað av, at vit ikki hava so nógva sól her í Før­oy­um, greiðir hon frá. – Tí er umráðandi hjá okkum før­oy­ingum, at hugsa um at fáa D-vita­min upp á aðrar mátar, so sum at eta feitan fisk, so sum laks, makr­el, sild og síl, sigur hon. Leggja vikuna til rættis Um tú ynskir at spara pening, so eru ráðini frá Sølvá, at raðfesta og leggja vikuna til rættis, keypa inn við skynsemi og hugsa longur enn bara dagin í dag. Hetta kann ger­ast við eini matætlan, har tú skriv­ar niður, hvat skal keypast inn og somuleiðis keypa inn eft­ir til­boð­ um, sum eru í ymsu handlunum. Hugsar tú um at brúka minni av peningi, so ber til at keypa fryst grønmeti, sum hevur somu føðslu­ virði, sum fríkst grønmeti. Eis­ini ber t i l at velja g r ø n m e t i , sum ikki er so dýrt, so sum gularøtur og hvítt­kál, sigur hon til endans. BARSIL Serfrøðingurin: Alt kroppurin tørvar til at virka finna vit í mati, og tí er umráðandi at familjan etur fjølbroytt, soleiðis at øll fáa tað tey hava tørv á. Tí er snilt at býta matin upp í hesar fýra matvørubólkarnar, og ígjøgnum dagin eta eitt sindur av hvørjum: • Breyð, pasta, eplir, kjarnir og grýn • Kjøt, fisk, fugl, egg, mjólk og ost • Frukt og grønmeti • Olja, margarin og smør SNIÐGØTA Tað er tín egna uppgáva at eta mat, sum er góður og uppbyggjandi fyri kroppin, so hann fær tað besta at arbeiða við Prei Tað er einans hugflogið ið setur mørkini. Til ber at brúka allar restir í køliskápinum. 10 góð ráð frá serfr­øð­ inginum Hvussu ger man, tá man vil halda seg til eina ávísa upphædd og eisini ansar eftir, at maturin sum familjan etur í gerandisdegnum er heilsugóður? 1. Skapa tær eitt yvirlit – Hvat brúka vit sum familja pengarnar til, hvussu nógv keypa vit í veruleikanum inn fyri hvønn mánað. Fá tær eina bók har tú skrivar alt niður og goymir kvittanir yvir ein heilan mánað, tú kanst gerast bilsin yvir hvussu nógv matposturin fyllur í fíggjarætlanini. 2. Broyt mynstur – Fyllir matposturin alt ov nógv í fíggjarætlanini, so er umráðndi at umleggja kost- og innkeypsmynstur í familjuni. Møguliga skal ein upphædd setast til síðis hvørja viku til mat, keypast bíligari inn, ella skal innkeypið minka. 3. Legg vikuna væl tilrættis – Ger eina matætlan soleiðis at nýggjar rættir ikki skulu gerast dagliga. Skriva í eitt skema hvat familjan skal eta ígjøgnum vikuna, og eisini nær restir skula etast 4. Fá øll í húsarhaldinum við – Fá børnini við og finn teir rættir, familjuni dámar best. Finn eisini útav, hvussu dagarnir síggja út, hvussu nógvir matpakkar skula gerast, hvussu nógv mjólk tørvur er á, hvat skal keypast inn til morgunmat og hvør er heima til nátturða. 5. Innkeypslista – Ger ein innkeypslista og keyp inn eina til tvær ferðir um vikuna. Vit kenna øll til at fara til handils uttan ein lista, har tey flestu enda við at keypa óneyðug brákeyp. Minni tú keypur inn minni brákeyp koma í innkeypsvognin. 6. Tilboðsbløð – Hygg at teimum og vita um tað passar inn í ætlanina eftir vikuni. 7. Fullkorn- og lyklarholsmerki – Virkar tað ov møtimikið at hugsa um hvat er heilsugott at keypa hvørjaferð tú fer til handils, hygg so eftir fullkornsmerkinum og lyklarholsmerkinum, tá tú keypur inn. Hesi merkir gera tað nemmari fyri brúkaran at velja eina heilsugóða vøru, fullkornsmerkið krevur at vøran inniheldur nóg mikið av fullkorni og lyklarholsmerkið krevur at vøran ikki inniheldur og nógv salt, feitt, sukur og inniheldur kosttrevjur og fullkorn. 8. Minst til frystiboksina – Nógv føroysk húsarhald eiga eina frystiboks, sum í nógvum førum er full av fiski og kjøti. Et úr frystiboksini og minst til at frysta restir. 9. Brúka tað tú eigur – Hav ein ”tøm køliskápið” dag um vikuna, soleiðis at tað mesta av innkeypinum verður etið og ikki fer í rusk. Hetta kann millum annað gerast til eina eggjakøku, sum kann gerast av restum. 10. Vanar taka tíð – Minst til, at um ein heil familja skal skifta vanar, so tekur tað tíð, men tað er ikki ógjørligt.