hósdagur 23. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
22
Ársaðalfundur 2017
í P/F BankNordik
Ársaðalfundurin hjá P/F BankNordik verður hildin fríggjadagin hin
31. mars 2017 kl. 17.00 í høvuðssæti bankans á Oknarvegi 5, Tórshavn.
Viðv. punkti 5
Nevndin mælir til afturval av Januar, løggilt grannskoðanarvirki
P/F, og afturval av PricewaterhouseCoopers Statsautoriseret
Revisionspartnerselskab, sum uttanhýsis grannskoðarar bankans.
Viðv. punkti 6 a
Samsýningarnevndin mælir til, at samsýningin til nevnd bankans verður
óbroytt galdandi fyri 2017.
Samsýningarnevndin mælir sostatt til, at aðalfundurin viðtekur,
at samsýningin til nevndarlimir bankans verður latin samsvarandi
samsýningarpolitikki bankans frá mars 2016 við støði í hesum satsum:
Grundsamsýning:
kr. 200.000
Nevndarformaður:
3 x grundsamsýning
Næstformaður:
2 x grundsamsýning
Aðrir nevndarlimir
1 x grundsamsýning
Bílegging av atgongumerkjum og atkvøðuseðlum
Rættur partaeigarans at luttaka á aðalfundi og at atkvøða í sambandi
við partabrøv síni verður settur í mun til tey partabrøv, sum partaeigarin
eigur skrásetingardagin. Skrásetingardagurin er fríggjadagin hin
24. mars 2017.
Hvør partaeigari, sum hevur rætt at luttaka á aðalfundi, og sum ynskir
at luttaka, skal biðja um atgongumerki og atkvøðuseðil til aðalfundin.
Atgongumerki og atkvøðuseðlar skulu bíleggjast á heimasíðu bankans
www.banknordik.fo ella á høvuðsskrivstovu bankans á telefon 330 330.
Seinasta freist at bíleggja atgongumerki og atkvøðuseðlar er týsdagin hin
28. mars 2017 kl. 16.00.
Tá atgongumerki og atkvøðuseðlar verða bíløgd, skal prógv førast fyri,
at viðkomandi er partaeigari. Fyri partaeigarar, hvørs partabrøv ikki
eru skrásett við navni, verða atgongumerki og atkvøðuseðlar útgivin
ímóti ávísing av eini ikki meira enn 5 dagar gamlari útskrift frá VP
Security A/S ella frá kontuførandi peningastovninum (depotstaðið),
sum skjalprógv fyri partabrævaognina. Við útskriftini skal fylgja skrivlig
váttan um, at partabrøvini ikki eru ella verða avhendað til onnur áðrenn
skrásetingardagin.
Fulltrú
Partaeigarar, ið ikki kunnu luttaka á aðalfundinum, hava møguleika at
geva fulltrú. Á heimasíðu bankans www.banknordik.fo, umframt á
høvuðsskrivstovu bankans, er atgongd til eitt fulltrúarskjal, sum kann
nýtast í hesum sambandi. Um so er, at tygum ynskja hetta, ber til at
Fundarskrá
1. Frágreiðing nevndarinnar um virksemi bankans í farna ári
2. Framløga av ársroknskapi við grannskoðaraátekning til
góðkenningar og ársfrágreiðingin fyri 2016
3. Avgerð um nýtslu av avlopi sambært góðkenda ársroknskapi
fyri 2016
4. Val av nevnd
a. Nevndin mælir til val av fimm aðalfundarvaldum nevndarlimum
b. Val av nevndarlimum
5. Val av grannskoðara / grannskoðarum
6. Uppskot frá Samsýningarnevndini
a. Nevndarsamsýningar fyri 2017
7. Ymiskt
Viðv. punkti 1
Nevndin greiðir frá virksemi bankans í undanfarna ári.
Viðv. punkti 2 og 3
Nevndin skjýtur upp, at aðalfundurin tekur undir við ársroknskapinum
sambært ársfrágreiðingini fyri 2016. Nevndin skjýtur eisini upp, at
útgoldnar verða í alt kr. 300.000.000 í vinningsbýti, svarandi til kr. 30
fyri hvørt partabrævið á kr. 20.
Viðv. punkti 4 a
Sambært § 10, stk. 2 í viðtøkum bankans velur aðalfundurin eina nevnd
við 4-6 limum, sum skal sita til næsta ársaðalfund. Á innkallingar-
degnum til ársaðalfundin eru 5 valevni uppstillað til nevnd bankans.
Nevndin mælir til val av 5 aðalfundarvaldum nevndarlimum.
Viðv. punkti 4 b
Stine Bosse, Rúni Vang Poulsen og Jógvan Jespersen hava boðað frá,
at tey taka við afturvali til nevnd bankans.
Súsanna Poulsen hevur boðað frá, at hon ikki tekur við afturvali til
nevnd bankans.
Nevndin mælir til afturval av Stine Bosse, Rúna Vang Poulsen og
Jógvani Jespersen, og til val av Kim Jacobsen og Barbaru Pállsdóttir Vang
til nevnd bankans.
Viðvíkjandi fleiri upplýsingum um valevnisuppskot nevndarinnar, undir
hesum førleikar og onnur leiðslustørv, verður víst til heimasíðu bankans
www.banknordik.fo