Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 28 Tíðargrein Í Føroyum hava vit eina góða skipan, sum tryggjar, at tú kanst fara ókeypis til lækna, tá okkurt bagir. Uttan so, at skaðin er bráðfeingis, so er tað tín lækni – kommunulæknin – sum tryggj­ar, at fólk fáa gjørt tær kann­ingar sum eru neyðugar og at viðgerð verður sett í verk, tá ið tað er neyðugt. Metir komm­unu­ læknin, at tú hevur tørv á øðrum, vísir hann ella hon teg víðari til tann, sum hevur fakliga før­leikan. Tað kann verða alt frá t.d. fysio­ terapeuti, heimatænastu, ser­lækna á sjúkrahúsi ella sálar­frøðingi. Flestu føroyingar eru mestsum ongantíð á sjúkrahúsi. Men í ein­ um longum lívi eru vit oftani hjá komm­unulækna. Sum børn er títt­leikin stórur, kvinnur í barns­ burði verða kannaðar reglu­liga og tá ið vit gerast eldri økjast lækna­ viðtalurnar aftur. Sam­stundis er eitt vaksandi tal av fólkum við kroniskum sjúkum, sum hava tørv á regluligum sambandi við lækna. So týdningurin at hava eina væl virkandi heilsutænastu í okkara nærumhvørvi – har vit búgva – má ikki undirmetast. Trot á kommunulæknum Men í dag er heilsutænastan í nær­ umhvørvinum, okkara komm­unu­ læknaskipan, merkt av stórum avbjóðingum. Høvuðsavbjóðingin er stóra trotið á kommunulæknum. Seinnu árini hevur tað verið sera trupult at fáa kommunulæknar í føst størv uttanfyri Havnina og verða viðtalurnar tí mannaðar við skiftandi avloysarum, sum ikki altíð eru so stinnir í føroyskum. Samstundis er miðalaldurin á kommunulæknum høgur og vandi er tí fyri, at støðan kemur at versna um vit lata standa til. Í dag eru 18 kommunulæknar í føstum starvi í 30 virknum størvum. Fimm av teimum arbeiða niðursetta tíð. Sjey av kommunulæknunum eru yngri enn 50 ár, meðan átta av teimum eru 60 ár ella eldri. Stóra trotið er ikki haldbart. Hvørki fyri sjúklingarnar og av­ varð­andi ella fyri kommunulækn­ arnar sjálvar. Ei heldur fyri onn­ur viðtalustarvsfólk. Sam­an­um­tikið stendur verandi komm­unu­lækna­ skipan á einum vegamóti, og veru­ ligur vandi er fyri, at skipanin fer fyri bakka, um munadygg og víð­ fevnd tiltøk ikki verða sett í verk sum skjótast. Neyðugt at tillaga 100 ára gomlu skipanina Galdandi kommunulæknaskipan kom í gildi fyrst í 1900-talinum, tá tvørligt var at fara millum bygdir og oyggjar í Føroyum. Hóast víð­ fevndar samfelagsbroytingar hesi síðstu 100 árini, bæði tá ið tað kemur til samferðslu og til tørvin á og menningina av heilsu­tænastum, eru bert smávegis tillagingar framdar í kommunu­lækna­skip­ anini. Henda gongdin hevur við sær, at kommunulæknaskipanin við tíðini er vorðin støðugt meira ótíðarhóskandi. Bygnaðurin í kommunu­ lækna­skipanini hevur verið merkt­ur av, at økið hevur verið býtt millum land, kommunur og sjúkra­kassar. Avleiðingin av hesum er eitt fløkt uppgávu- og ábyrgdar­býtið, har eingin av pørtunum hevur havt endaligu ella samskipandi ábyrgdina av kommunulæknaskipanini. Í 2010 kom Heilsutrygd í staðin fyri sjúkra­kassarnar, men skipanin helt fram stórt sæð óbroytt. Undir verandi skipan eru komm­unu­læknaviðtalurnar skip­ að­ar sum ein­stak­liga­við­talur. Tað merkir, at tað er ein komm­ unu­lækni í hvørjari viðtalu, og hann hevur ábygdina av sínum starvsfólkum. Í Álitinum um nýggja kommunulæknaskipan frá 2010 fýltust bæði læknar undir útbúgving og kommunulæknar á, at kommunulæknarnir ofta upp­ livað eitt fakligt einsemi og at nógv tíð fer til fyristingarligt arbeiði. Í staðin ynskja teir at verða partur av einum heilsufakligum um­ hvørvi. Allir borgarar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur Vit skulu fremja átøk, so vit fáa tryggja øllum føroyingum góðar heilstænastur í nærumhvørvinum – uttan mun til hvar í landinum tú býrt. Hetta merkir millum ann­ að, at vit skulu útbúgva fleiri kommunulæknar. Men enn meiri týðandi mugu vit skapa karmar, sum kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk søkja til heldur enn úr. Tey neyðugu tiltøkini eftir mínum tykki eru: • At skipa landið í sterk heilsuøkir við heilsu­depl­ um, sum veita eitt tyssi av heilsutænastum • At landið yvirtekur við­ taluhøli og aðrar skyldur hjá kommunum • At umskipa setanar- og lønarviðurskifti hjá starvs­ fólkunum í heilsu­deplunum • At árliga taka tríggjar, heldur enn tveir, læknar inn í útbúgving sum kommunulækni • At orða eina lóg, ið skipar karmarnar fyri økið Í samgonguskjalinum hava vit sett okkum fyri at allir føroyingar skulu hava javnbjóðis atgongd til heilsutænastur. At leggja alt fleiri heilsutænastur nær borgaranum er ein partur av okkara ætlan. Men til tess krevst størri og sterkari eindir við fleiri ymsum starvsbólkum. Langtíðarætlanin er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, skulu fara fram á heilsudeplum og í tí umhvørvi har fólk liva. Ein lutur í Menningarætlanini fyri sjúkrahúsverkið var at fáa lýst hvussu stór játtanin er til føroyska heilsuverkið og sjúkrahúsverkið í mun til onnur Norðurlond. Ein áhuga­verd niðurstøða var, at Før­oyar hava hægri útreiðslur til sjúkrahús enn onnur Norður­lond, Tíðargrein Trotið av kommunulæknum er ein álvarslig avbjóðing fyri mong. Í flestu økjum í Føroyum eru kommunulæknastørvini ikki fullmanna og hóast skiftandi avloysarar gera sítt besta, so er støðan langt frá nøktandi. Neyðugt er við broytingum, so allir føroyingar fáa eina góða heilsutænastu í nærumhvørvinum Neyðug átøk • At skipa landið í sterk heilsuøkir við heilsudeplum, sum veita eitt tyssi av heilsutænastum • At landið yvirtekur viðtaluhøli og aðrar skyldur hjá kommunum • At umskipa setanar- og lønarviðurskifti hjá starvsfólkunum í heilsudeplunum • At árliga taka tríggjar, heldur enn tveir, læknar inn í útbúgving sum kommunulækni • At orða eina lóg, ið skipar karmarnar fyri økið Betri heilsu- tænastur til allar føroyingar