Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 29

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 29 Sirið Stenberg landsstýriskvinna í heilsu- og innlendismálum men lægri til samlaða heilsu­verkið. Av samlaðu játtanini til heilsu­ verkið fara sjúkrahúsini avstað við út við 80 prosentum. Í okkara grannalondum er hesin parturin nógv lægri – í flestu førum fer undir helmingurin av samlaðu heilsu­útreiðslum til sjúkrahúsini í skandinavisku londunum. Tað vil við øðrum orðum siga, at nógv størsti parturin av samlaðu heilsutænastum í Føroyum verður veittur á sjúkrahúsunum. Eitt er, at sjúkrahúsini í Føroyum veita tæn­astur, sum verður veittur uttan fyri sjúkrahúsini í okkara granna­londum. Annað er, at hetta bendir á, at heilsutænasturnar í tí partinum av heilsuverkinum, sum liggur uttanfyri sjúkrahúsverkð, eru niðurraðfestar. Færri heilsuøki og sterkar heilsudeplar Ein sterk heilsutænasta í nærum­ hvørvinum styrkir fyribyrgingina. Á heilsudeplunum fer dentur at verða lagdur á at veita og menna borgarunum heilsufremjandi og sjúkufyribyrgjandi tilboð, kann­ ingar, veitingar og ráðgeving. Ser­ liga teimum við kroniskum sjúk­ um. Á heilsudeplunum fara við tíðini at starvast ein røð av heilsu­ starvsfólkum. Um­framt komm­ unu­læknar skulu eisini sjúkra­ røktarfrøðingar, heilsufrøðingar, kliniskir kostfrøðingar, farma­ seutar, sálarfrøðingar, ljósmøður, bioanalytikarar og onnur veita heilsutænastur á deplunum. Tær tænasturnar, sum deplarnir bjóða, skulu sjálvsagt skipast og sam­skipast í tøttum samstarvi við sjúkrahúsini, soleiðis at vit fáa eitt samansjóðað og samvirkandi heilsu­verk. Eydnast at samantvinna teir ymsu partarnar í heilsuverkinum kann fáast eitt heilsuverk, har tænastan til borgaran verður í miðdeplinum, samstundis sum avmarkaða starvsfólka- og fíggjarliga tilfeingið í heilsu­verk­ inum verður gagnnýtt betri enn í dag. Tá fer at bera til at gagn­ nýta starvsfólkini í øllum pørtum av heilsuverkinum betri – bæði tey, sum fara at starvast í heilsu­ deplunum, og tey, sum starvast á sjúkrahúsunum. Hetta hevur við sær, at møguleiki verður fyri at veita enn fleiri viðgerðartilboð. Samstundis við at landið verð­ur savnað í sterk heilsuøkir við heilsu­ deplum eigur at verða farið frá einstaklingaviðtalunum. Í staðin fyri skulu viðtalurnar skipast soleiðis, at fleiri kommunulæknar kunnu starvast á sama stað. Tað skal tó verða møguligt at hava fleiri viðtaluhølir í einum heilsuøki. Soleiðis ber væl til at tryggja lokalu tilboðini, samstundis sum skipanarligu eindirnar verða færri og sterkari í tali. Í álitinum um nýggja komm­ unu­læknaskipan verður ført fram, at hetta hevur við sær mun­ andi betri møguleikar fyri bæði mono- og tvørfakligum sam­starvi. Somuleiðis kunnu kommunu­ læknarnir fáa møguleika fyri at arbeiða við serligum viðgerðum, arbeiða niðursetta tíð, granska o.s.fr. Mett verður, at hetta kann vera við til at fáa heilsustarvsfólk í starv og at støðast í skipanini. Allir viðkomandi partar taka lut Eg havi hesa seinastu vikuna ella so havt eina røð av fundum við fakfólk, myndugleikar og politisku skipanina, har eg havi kunnað um ætlanirnar og bjóðað til samstarv. Fleiri viðkomandi spurningar eru settir fram, sum vit fara at viðgera væl, men móttøkan hevur í heila tikið verið góð. Tað eri eg fegin um, tí um vit skulu megna at broyta nakað, so hava vit brúk fyri teim­um sum virka í skipanini í dag. Eg havi tí góðar vónir um at tað fer at bera til at røkka málinum um eina samanhangandi heilsuskipan, har heilsutænasturnar verða samansjóðaðar í eitt samvirkandi heilsuverk. Langtíðarætlanin er, at allar tær kanningar og viðgerðir, sum kunnu fara fram uttanfyri sjúkrahúsini, skulu fara fram á heilsudeplum og í tí umhvørvi har fólk liva. Hetta merkir millum annað, at vit skulu útbúgva fleiri kommunulæknar. Men enn meiri týðandi mugu vit skapa karmar, sum kommunulæknar og onnur heilsustarvsfólk søkja til heldur enn úr Støðan Vit hava 30 virkandi kommunulæknastørv í Føroyum. Av hesum eru 60% mannað við kommunulæknum í føstum starvi; meðan 40% av størvunum eru mannað við avloysarum. Henda støða merkir, at tað eru nógvir borgarar í Føroyum, sum ikki hava ein fastan kommunulækna at fara til. 27.000 føroyingar hava egnan kommunulækna, meðan umleið 23.000 ikki hava egnan kommunulækna at fara til.