Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 30 Tíðargrein Fara vit nakrantíð a landslið til eitt EM M en hetta bragdið – sjálvt um tað er ófatuliga stórt og stuttligt at uppliva – er bara helvtin av søguni. Aftan fyri hetta “einstaka úrslitið” liggur eitt miðvíst hart arbeiði, sum yvir tíð hevur lagt lunnar undir, at slík úrslit bera til. Eyðsæð er, at fyri at tílík brøgd kunnu koma fyri, so hava nógv fólk gjørt nógv ting røtt ígjøgnum langa tíð. Arbeiðið við ungdómslandsliðum tók av álvara dik á seg í 90’unum, og úrslitini eru støðugt blivin betri – frá at tapa stórt til at spæla javnari dystir og til at fáa stig við jøvnum millumbilum. Orðaskiftið um nær vit fyrstu ferð fóru at fáa eitt ungdómslandslið til sokallaðu “elite round” hevur verið áhaldandi í minsta lagi seinastu 10 árini. Innanveggja var eingin í iva um, at vit fóru at koma hartil, spurningurin var bara nær. Luttøkan í einum endaspæli hevur ikki verið so nógv umrødd, so har kann man siga, at vit eru vorðin yvirhálað av veruleikanum. Ungdómslandslið eru tó bert toppurin av ísfjallinum í ungdómsfótbólti. Soleiðis at skilja, at hesir leikarar, sum nú umboða okkara U17 landslið, hava – eins og nógvir aðrir leikarar – verið serstakliga dugnaligir og hepnir á teirra fótbóltsleið. Tað, at verða partur av ferðini hjá U17 landsliðnum í ár kann sigast verða eitt satt ævintýr fyri ein ungan drong. Tó er tað ein onnur ævintýrsøga, sum kanska ikki er líka kend fyri almenninginum, sum hevur havt stóran týdning fyri menningina av hesum unga dronginum, sum í ár spælir á U17 landsliðnum. Hesin drongurin fekk onkursvegna áhuga fyri fótbóltsspælinum á ungum árum. Kanska var tað orsakað av familjuni, foreldrum, systkjum, einum vinmanni, ella møguliga av tilvild – men hesin lítli drongurin fór einaferð til sína fyrstu fótbóltsvenjing. Tað, sum drongurin ikki visti av, var, at kommunan hevði gjørt stórar íløgur í karmar til børnini, so at drongurin slapp at sparka á einum flottum, grønum graslíkisvølli. Til hesa fyrstu venjingina møtti drongurin einum vaksnum - ella møguliga bara hálvvaksnum – venjara. Hesin venjarin var tilvitaður um, at hansara allarfremsta og í roynd og veru einasta uppgáva var, at skapa ein alsk fyri fótbóltsspælinum, so at hesin drongurin, og øll hini børnini, fóru at tíma at koma aftur til venjing. Drongurin bleiv sæddur, hoyrdur og bleiv hendan dagin, í heila tikið, ein partur av fótbóltsfamiljuni. Kærleiksglóðin fyri fótbóltsspælinum varð tendrað og “the rest is history”, sum man sigur. Drongurin hevur í árunum síðani verið til nógv fleiri venjingar og umframt, at gleðin við spælinum vaks, lærdi drongurin eisini eitt sindur (nógv) um, hvussu man spælir fótbólt. Ígjøgnum síni sannførandi avrik fekk drongurin høvi at royna seg á ungdómslandsliðum, sum komu at geva honum nógvar upplivingar, bæði á og uttanfyri vøllin. Drongurin fekk høvi at ferðast kring Evropa til lond, hann ongantíð hevði ímyndað sær at vitja, umframt at hann, sambært endamálinum við U-landsliðsarbeiðnum, fekk seg royndan á altjóða pallinum. Dreymurin bleiv skaptur. “Eg vil sleppa til eitt EM endaspæl akkurát sum Ronaldo og teir”. Og nøkur ár seinni – tann 20. mars 2017 – skuldi hesin drongurin spæla ein fótbóltsdyst móti Slovakia niðri á Kýpros, har atgongd til eitt EM endaspæl stóð uppá spæl. Restina av ævintýrinum kenna vit. Nógv er broytt síðani fyrstu venjingina, men alskurin til fótbótlsspælið er hin sami. Dreymurin gekk út hendan einstaka dagin, men ævintýrið byrjaði so nógv nógv ár frammanundan, heima í lokalsamfelagnum. Og hvat er so boðskapurin í hesum ævintýrinum? Jú, tað sum eg royni at vísa á, er týdningurin av tí arbeiðnum, sum verður gjørt í feløgunum kring landið – hvønn dag. Týdningurin av, at samfelagið / kommunan / landið skapa karmar, har børn tíma at virka. Tann ovurstóri týdningurin av venjaranum, sum barnið møtir til sína allarfyrstu venjing í felagnum. Tann uppliving, sum hetta barnið fær til hesa fyrstu venjingina, kann ikki yvirmetast. Ímyndið tykkum um hesin drongurin ikki kendi seg sæddan, hoyrdan og sum ein part av fótbóltsfamiljuni eftir nakrar venjingar í felagnum? So hevði hann – og vit – kanska ongantíð upplivað at sloppið til eitt EM endaspæl í fótbólti. Tað er gleðiligt, at týdningurin av sjálvbodnum arbeiði, sum vit nýta sera gott av í fótbóltsføroyum, hevur verið í fokus seinastu vikurnar – ikki minst við einum frálíkum videobroti, har kend fólk vilja takka teimum sjálvbodnu fyri teirra arbeiði. Frálíkt at sjóneykan verður sett á hesi fólk, sum veruliga gera ein stóran mun í gerandisdegnum – hvønn dag. Men eg havi eisini hug til – og kanska eitt sindur óføroyskt – at rósa okkum sjálvum. Tíðargrein Hesin spurningur hevur av og á verið havdur á lofti, tá góð úrslit eru fingin til vega. Og spurningurin er sum so einfaldur at svara. JA ella NEI. Og nú kunnu vit so staðfesta, at svarið – um nakar var í iva – bleiv JA. Fantastiska bragdið hjá okkara U17-landsliði í fótbólti hevur vakt ans og av røttum fingið pláss í miðlunum seinastu dagarnar. Nógv lond kring okkum glaðast saman við okkum og orð sum “fantastisk”, “unbeliveable” og “magnificent achievement” skrambla inn sum viðmerkingar á ymisku sosialu miðlunum. Hesa støðu kenna vit tíbetur væl. Við góðum úrslitum fáa vit okkara “10 seconds of fame” – eins og vit plaga at fáa, tá vit skapa góð úrslit