hósdagur 23. mars 2017síða 31
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
31
Pætur Smith Clementsen
at fáa eitt fótbólts
endaspæl?
Vænti at tað eru fá, sum eru
greið yvir tað stóra arbeiðið
og alt tað virksemið, sum
er í Fótbóltssambandinum.
Meini “eyðmjúkt”, at FSF og
tey fólk, sum har búleikast,
eisini eiga ein stóran leiklut í
framgongdini av føroyskum
fótbólti seinni árini. FSF hevur
havt venjaraútbúgvingar
síðani einaferð í 80’unum, og
eru vit komin so mikið langt,
at síðani 2006 eru bæði A
og B licens útbúgvingarnar
góðkendar av UEFA. Hetta
hevur havt ovurstóran týdning
fyri menningina av føroyskum
venjarum. Harumframt
hevur talan verið um støðugt
U-landsliðsarbeiði í nógv ár, og
hevur hetta vaksið seg so stórt,
at vit nú hava landsliðstilboð til
gentur og dreingir longu frá 15
ára aldri. Endamálið við hesum
U-landsliðsarbeiði er at geva
leikarum altjóða royndir, og í
heila tikið at víðka sjónarringin
hjá leikarunum, so teir síggja,
hvussu góðir teirra útlendsku
javnaldrar kunnu verða, og
harvið fáa íblástur at menna
seg. Hetta kemur bæði sjálvum
leikarunum, men eisini øllum
fótbóltsføroyum til góðar, tá
leikararnir koma heimaftur í
kenda umhvørvið og greiða frá
sínum royndum og harvið eisini
geva íblástur til sínar viðleikarar
og alt felagið.
Seinastu tíðina hevur tað
verið sjón fyri søgn, at
Fótbóltssambandið enn einaferð
veruliga hevur gjørt íløgur í
menning av fótbóltsspælinum.
Ein menningarætlan fyri
barna- og ungdómsfótbólt
er júst givin út, umframt at
felagsskapurin hevur sett fýra
sokallaðar fótbótsmennarar
í starv frá 1. januar 2017.
Hetta er gjørt við góðum
samstarvi millum føroysku
feløgini, starvsnevndina í
FSF og umsiting FSF’s, so
grundarlagið undir nýggju
fótbóltsmennaraskipanini er
sterkt. Endamálið við nýggju
verkætlanini er at menna
dagligu venjingina í feløgunum
kring landið, umframt eisini
at menna U-landsliðsarbeiðið.
Sostatt bæði at rekruttera og
menna ALLAR fótbóltsleikarar í
Føroyum, so at vit fáa so nógv at
spæla fótbólt sum gjørligt – men
eisini at geva bestu leikarunum
bestu umstøður at mennast.
Sostatt er klassiska kjakið
um breidd ella elitu ikki ein
spurningur um antin ella, men
um bæði tvey. Vit – og tá meini
eg feløgini og FSF, also allar
fótbóltsføroyar – skulu megna
at menna góð og gevandi tilboð,
bæði til tey, sum vilja nógv og
til tey, sum vilja eitt sindur
minni við fótbóltinum. Júst
hetta er høvuðssboðskapurin í
menningarætlanini fyri barna-
og ungdómsfótbólt.
Við verandi gongd síggi eg
stórar møguleikar í, at vit
megna at menna føroyskan
fótbólt enn meira og harvið
økja sannlíkindini fyri, at vit
framhaldandi koma at skapa góð
úrslit við jøvnum millumbilum.
Men fyri at skapa enn fleiri
ævintýr krevst, at nógv fólk
framhaldandi gera nógv rætt,
yvir langa tíð – allastaðni kring
landið – hvønn dag.
Og so kunnu vit eisini hóskandi
enda við spurninginum: Fara
vit nakrantíð (aftur) at fáa eitt
landslið til eitt EM endaspæl?
Svarið er framvegis einfalt – JA
ella NEI. Fari at taka til eitt nógv
brúkt svar frá einum av okkara
A-landsliðsvenjarum í 90’unum.
“Det må tiden vise”...Livst so
spyrst.