hósdagur 23. mars 2017síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
36
ÍTRÓTTUR
Bara tríggjr ferðir áður hevur eitt føroyskt landsliðið verið trýst til sigurs á
útivølli. Leygardagin skal føroyskur fótbóltur standa kanska størstu royndina sum
favorittur nakrantíð. Hóast skaðar og leikbann, so eru vit stórfavorittar í Andorra
TRÓNDUR ARGE
V
it royndu tað í 1995 móti
San Marino og vunnu
3-1. Vit royndu tað í 1997
á Malta, og vunnu 2-1. Vit
royndu tað aftur í 2001 í Luksem
burg, og vunnu 2-0. Nú standa vit
aftur sum favorittar í einum útidysti
í eini undankapping.
Dysturin leygardagin er í
nógvara mátar ein verjan av
sveinastykkinum móti Grikkalandi
og Lettlandi. Nú eru vit favorittar,
bæði á FIFA-styrkilistanum og hjá
veddingarfyritøkunum. Í fullari
manning høvdu tey flestu eisini
kravt ein sigur, men við fýra start
arum frá sigrinum á Lettlandi
uttan fyri, so skal Lars Olsen og
breiddin á føroyska landsliðnum
standa sína roynd á graslíkinum
við umstríddu gummikúlunum.
Svartar gummikúlur, sum næstan
hava felt onkran av teimum stóru.
Framgongdin skal staðfestast
Tað eru skjótt 30 ár síðan, at før
oyskur fótbóltur byrjaði at fáa ein
altjóða dám. Vit fingu limaskap í
FIFA, heimsfótbóltssamgonguni,
og stutt seinni eisini í UEFA, sum
er fótbóltssamgongan í Evropa.
Síðani fóru vit at taka lut í altjóða
kapping við A-landsliðnum, og síð
ani fingu eisini føroysku feløgini
høvi at royna seg.
Síðani hava vit sæð ein risa
framgongd, sum hevur staðið á
seinastu 25 árini. Til tíðir við góðum
úrslitum, og aðrar tíðir hevur sæð
illað út. Í dag er framleiðslulinjan
fullførd. Vit hava Ungdómslandslið
frá 15 til 21, meðan umstøður og
evnini at leiða bæði spælarar og
feløg er vaksin nógv.
Mánadagin fingu vit staðfest
ingina av, at eitt føroyskt U-lands
lið kann vinna seg víðari til eitt
EM endaspæl, tá U17 aftur skriv
aði søgu. Fyrst við at vinna seg
úr undanumfarinum, og nú við
at vinna Elite Round og koma til
sjálvt EM endaspælið.
Leygardagin kunnu vit stað
festa, at vit ikki hoyra heima mill
um tvey veikastu – og hava evnini
at vinna á teimum.
Søgan sigur – partvís
– at vit klára tað
Í 1995 vóru vit í San Marino. Før
oyskur landsliðsfótbóltur var
um at fáa fótin fyri seg, eftir at
Landskrona rúsurin hevði lagt
seg. Við 3-0 sigri á Svangaskarði,
so varð væntað at føroyska liðið
skuldi gera um seg í útidystinum
eisini. Stutt frammanundan er
føroyska landsliðið eisini á odda
móti Russlandi, áðrenn vit tapa 5-2.
Stóra stjørnan á liðnum er Todi
Jónsson. Hann avrikar eisini væl í
miðitalia og skorar hattrik. Føroyar
vinna uppiborið 3-1.
Todi Jónsson er aftur hetjan,
tá vit vinna 2-1 á Malta í 1997. Á Ta'
Qali leikvøllinum vinnur hann okk
um fyrst eitt brotsspark, og síðani
skorar hann avgerandi málið heilt
móti endanum av dystinum. Vit
droymdu um sigurin, men helst
vóru vit ikki stórfavorittar til tann
dystin.
Í mars mánaði 2001 í Luksemburg
er Todi Jónsson aftur miðpunktið
fyri føroyska landsliðið, men hesa
ferð tí hann enn eina ferð blívur
skaddur á føroyska landsliðnum.
Hann takkar fyri seg á føroyska
landsliðnum eftir hetta. Innskifti
Christian Høgni Jacobsen og Kurt
Mørkøre skora málini.
Sostatt hava vit vunnið, tá vit
hava verið favorittar í flestu før
unum. Undantakið er í 1992, tá vit
á heimavølli tapa 2-0 fyri Kýpros,
og síðani 3-1 á útivølli.
Seinasta dømi er venjingardyst
urin móti Liktenstein fyri einum
ári síðani. Tá vunnu Føroyar 3-2 í
venjingardysti í Marbella í Spania.
Tann dagin vóru tað vit, sum revs
aðu hinar.
Søgan sigur eisini – at
hetta verður torført
Føroyska landsliðssøgan sigur
eisini, at vit hava tað torført at
spæla móti Andorra í Andorra.
Vit skulu heilt aftur til 1999 fyri
at finna einasta landsdystin móti
Andorra. Tá spældu Føroyar og
Andorra málleysan javnleik í venj
ingardysti í Spania.
Eisini U21 landsliðið hevði tor
ført við at knúgva Andorra í bólka
spælinum til EM 2011. Hóast Jóan
Símun Edmundsson legði Før
oyar á odda 1-0, so endaði tað við
javnleiki í Andorra.
Í 2013 var EB/Streymur eisini í
Andorra í Champions League ør
indum. Tá endaði tað 2-2 í Andorra,
meðan sundalagsmenn vunnu
returdystin 5-2.
Tí hava vit eisini orsøk at vísa
fótbóltinum í Andorra virðing, ser
liga tá vit eru gestir i Andorra.
Lars leitar enn
Tað verður helst ikki fyrr enn
seinnapartin í dag, at Lars Olsen
setur seinastu brikkarnar í lið
uppstillingini. Tað eru í løtuni trý
ivamál um hvør skal byrja.
Mikudagin segði føroyski lands
liðsvenjarin, at hann umhugsaði at
spæla við tveimum framherjum,
sum ein kollvelting í mun til tað
NÚ SKAL LARS
STANDA SÍNA
ROYND
Favorittar í Andorra: