Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-23, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 23. mars 2017síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017 SOSIALURIN 36 37 Vit gita at teir átta eru: Gunnar Nielsen – Jónas Tór Næs, Atli Gregersen, Jóhan Troest Davidsen, Viljormur Davidsen – Sølvi Vatnhamar, Hallur Hansson, Jóan Símun Edmundsson og Gilli R. Sørensen. Ivamálini eru: Rógvi Baldvinsson á verjukenda miðvøllin – Bárður J. Hansen ella Kaj Leo í Bartalsstovu á høgra vong/ miðvøll – Pól Jóhannus Justinussen, Páll A. Klettskarð ella Klæmin A. Olsen í álopið/framrættaða miðvøllin Góðu gongdina í OB: Tá tú ert í góðum formi og fær álit frá venjaranum, so koma oftani góð avrik. Eg eri sloppin undan skaðum og spælistílurin passar mær væl. Andorra: Vánaligur vøllur - nei tvætl. Andorra hevur eitt fínt lið og tað verður ein harður dystur, har bæði liðini kunnu vinna, men um vit spæla upp til okkara besta, so kunnu vit væl vinna. At verða favorittur: Tað er spennandi, tí tú spælir fótbólt fyri at vinna dystir og nú er møguleikin størri, enn til onkrar aðrar dystir. Tað ger tað bara meiri spennandi fyri okkum. Um at skora og vinna á útivølli: Ja, eg havi skorað móti bæði Grikkalandi og Lettlandi, men eg havi eisini skorað á útivølli móti Andorra, so vónandi geri eg tað eisini hesaferð. Kravið til leygardagin: Tað er altíð ringt at seta eitt krav í fótbólti, men vit vita at um vit spæla upp til okkara besta, so hava vit ein góðan møguleika at vinna. Landsliðsvenjarin, Lars Olsen, hevur orðið um: Uppstillingina: Eg havi sett navn á áleið átta av teimum ellivu spælarunum, sum skulu byrja inni. Eg ivist framvegis í teimum trimum seinastu og hvussu vit skulu gera. Tað er møguligt, at vit skifta spæliætlan í leypi av dystinum. At verða favorittur: Tað er nakað nýtt fyri okkum, tí so leingi eg havi verið venjari her, so hava vit ikki verið favorittar undan einum dysti. Eg eri ikki nervøsur, men heldur spentur upp á hvussu spælararnir takla tað. Spæla vit ikki upp til okara besta, so vinna vit ikki. Tað er ikki soleiðis at vit eru tíggju ferðir betri enn Andorra. Umberingina, at vøllurin er vánaligur: hasa umberingina kunnu vit ikki brúka til nakað. Eg havi ikki sæð vøllin á leikvøllinum, men tað er graslíki og tað eru vit vanir við at spæla á. Fokus í dystinum: Tað er at hvør spælari hevur fokus á sína egnu uppgávu, og at royna at gera tað best møguligt. Tí avrika allir spælararnir væl, so vinna vit á Andorra, men spæla vit bara eitt lítið vet undir okkara besta, so vinna vit ikki. Øll avboðini: Soleiðis er fótbóltur eina ferð. Har eru einir sjey spælarar sum kundu verið við í hópinum, men sum hava givið avboð. Tað ger sjálvandi, at vit skulu gera nakrar broytingar og tað gevur nøkrum øðrum møguleikan. Tað ger eisini uppgávuna eitt sindur meiri spennandi. Liðskiparin, Atli Gregersen, hevur orðið um: At verða liðskipari á landsliðnum: Tað er ein æra. Tað broytir ikki meg so nógv á vøllinum, tí eg brúki meg altíð nógv alíkavæl. Eg minnist nógvar liðskiparar gjøgnum tíðina, so tað er ein æra fyri meg. Andorra: Størsti landsdysturin hjá hesum føroyska landsliðnum. Vit kunnu tosa um aðrar stórar dystir, men hetta er ein dystur, ið fólk vænta at vit vinna. Hetta er eisini in gigantiskur fyri okkum, tí um vit vinna, so hava vit tangerað metið fyri flest stig í eini undankapping fyri eitt føroyskt A-landslið. Avboðini: Harmligt, men nýggjar kreftir taka við At vera favorittur: Eg haldi ikki vit eru favorittar. Vit trúgva eitt hundrað prosent upp á tað, men eg síggi hetta sum meiri ein javnan dyst. Hesin dysturin er nógv torførari enn vit halda. Vit kunnu ikki bara fara á vøllin og spæla tiki-taka og halda at vit vinna. Umberingina at vøllurin er vánaligur: Tað er ongin umbering. Hatta er vøllir, sum vit hava spælt á gjøgnum fleiri ár. Eg havi gott nokk ikki sæð hann enn, men handan umberingin er ikki til! Stjørnan, Jóan Símun Edmundsson, hevur orðið um: Hvør er ikki við? Fróði Benjaminsen (leikbann, 2 gul) Sonni Ragnar Nattestad (slitið hælsinuna) Brandur Hendriksson Olsen (Slitið krossbandið) Rene Shaki Joensen (Sportbrokk) Heini Vatnsdal (Bruni) Andreas Lava Olsen (kálk í fótinum) Róaldur Jakobsen (Avboð vegna útbúgving) Árni Frederiksberg (Avboð vegna útbúgving) Hópurin: Málverjar Gunnar Nielsen, FH (ICE) Teitur M. Gestsson, HB Tórshavn Símun Rógvi Hansen, NSÍ Runavík Verjuspælarar Jónas Þór Næs, ÍBV (ICE) Atli Gregersen, Víkingur Hørður Askham, KÍ Klaksvík Jóhan Troest Davidsen, HB Tórshavn Odmar Færø, B36 Tórshavn Bárður J. Hansen, NSÍ Runavík Viljormur Davidsen, Vejle BK (DEN) Miðvallarar Rógvi Baldvinsson, Bryne BK (NOR) Pól Jóhannus Justinussen, NSÍ Runavík Gilli R. Sørensen, SK Brann (NOR) Hallur Hansson, AC Horsens (DEN) Kaj Leo í Bartalsstovu, ÍBV (ICE) Sølvi Vatnhamar, Víkingur Jóannes Bjartalíð, KÍ Klaksvík Framherjar Jóan Símun Edmundsson, OB Odense (DEN) Klæmint A. Olsen, NSÍ Runavík Páll A. Klettskarð, KÍ Klaksvík vit kenna frá hansara tíð sum landsliðsvenjarin. Ætlanin er ikki slept, men landsliðsvenjarin hevur huga at halda seg til tað hann kennir. – Eg hugsi meiri at byrja sum vit plaga, við einum áleypara. So hava vit møguleikan at broyta liðið og spælskipana alt eftir hvussu tað gongur. Eg havi nokk sett navn á átta av teimum ellivu spælarunum, sigur Lars Olsen. Tó eru fleiri spurningar um lið­ið, tí fleiri spælarar koma at spæla á plássum, sum teir ikki van­liga røkja á landsliðnum. Eitt nú er spurningur um Jóan Símun Ed­mundsson verður framherji, ella kemur at røkja leiklutin hjá skadda Brandi H. Olsen, sum er fram­rættaður miðvallari. Eftir tí, sum hevur verið at sæð til venjing, so tykist Jóhan Troest Davidsen kom í miðverjuna fyri Sonna Ragnar Nattestad, ið er skadd­ur. Jónas Tór Næs spælir á høgra bakki, meðan Bárður J. Han­sen og Kaj Leo í Bartalsstovu kempa um plássið á høgra miðvøllinum. Sølvi Vatnhamar verður flutt­ ur inn á miðvøllin, har Rógvi Bald­ vins­son eisini er ein møguleiki, með­an Gilli R. Sørensen tykist sita tryggur á vinstra vonginum. Spurningurin er so hvønn lut Páll A. Klettskarð og Klæmint A. Olsen fáa. Fær annar eitt pláss frá byrjan? Eisini sær út til, at Pól Jóhannus Justinussen er ætlaður eitt pláss á framrættaða miðvøllinum, um hann spælir. Alt tað fáa vit svar upp á leyg­ ar­dagin klokkan 17. TRONDUR@SOSIALURIN.FO