hósdagur 23. mars 2017síða 40
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 24. MARS 2017
SOSIALURIN 36
40
N
orðurlendska Herða
klappið varð latið í
vikuni á triðja sinni.
Tað
er
Norrøna
Felagið í Føroyum, sum á norður
landadegnum 23. mars letur
henda heiðurin til ein persón,
ið hevur gjørt ein serligan inn
sats fyri at gera vart við Føroyar
í Norðurlondum ella við Norður
lond í Føroyum, skrivar Norður
landahúsið í tíðindaskrivi.
Í ár var tað herbúgvandi
sviin, Torbjörn Nyström, ið varð
heiðraður við einum herðaklappi
og einum gávukorti frá Atlantic
Airways.
– Torbjörn er eitt av hesum
sjáldsomu menniskjum, sum alla
tíðina er úti um seg og fær ting
at henda rundan um seg. Hetta
hava limirnir í felagnum fyri
svenskarar í Føroyum stóra gleði
av, og ikki minst eisini limirnir
í felagsskapinum Samfundet
Sverige-Färöarna, har Torbjörn
er ein av undangongufólkunum,
hóast hann ikki longur býr í
Svøríki, har felagsskapurin hevur
sítt høvuðsvirki, sigur Turid
Christophersen, forkvinna í
Norrøna Felagnum.
– Tað, sum vit lata eitt blómu
tyssi og herðaklapp fyri, er ar
beiðið, sum Torbjörn hevur gjørt
fyri at fáa til vega eina svensk-
føroyska orðabók. Hann er ikki
heilt einsamallur um hetta.
Nanna Hermansson, ein fyri
myndarlig undangongukvinna í
Samfundet Sverige-Färöarna og
ein føroyavinur fram um nógv
onnur, eigur eisini sín part av
herðaklappinum, sum vit í dag
geva Torbjörn, leggur hon afturat.
– Torbjörn og Nanna hava
nærum einsamøll arbeitt fyri
myndarliga hesi seinastu árini við
at fyrireika og vísa á møguleikar
fyri at byggja upp eina orðabók,
har møguleiki verður hjá øllum at
leita sær forstáilsi millum føroyskt
og svenskt mál. Arbeiðið er nærum
sjálvboðið, tað er viljin og hugurin
til at gera nakað munagott fyri
felagsskapin, ið drívur verkið, sigur
Turid Christophersen.
– Sum vit hava skilt, er arbeiðið
komið so mikið langt, at tað í
nærmastu framtíð er búgvið at
verða latið leyst, og tað verður gjørt
á stóra netgrundaða orðabóka
felagsskapinum hjá Sprotanum,
sum vit øll hava so ómetaliga stóra
gleði av, sigur hon.
Hetta er triðja árið, at Norrøna
Felagið gevur eitt herðaklapp. Tey
sum fyrr hava fingið herðaklappið
eru útvarpsmaðurin Ragnar A.
Jacobsen, sum varð heiraður fyri
hansara framfýsna arbeiða at
breiða út norðurlendskan tónleik,
og kokkurin Leif Sørensen fyri
undangonguarbeiði at menna og
altjóðagera føroyska matmentan.
Norðurlendska herðaklappið latið svia
MYND: HEINESEN MYNDIR
E
itt hevur lívið lært meg, bara
eitt, hóast eg nú eri farin at
nærkast gravarbakkanum
av álvara.
Lívið hevur lært meg, at eg skal
ongantíð gleða meg. Úrslitið er
vónbrot, vónbrot hvørja ferð, ein
regla uttan undantakið, sum skal
prógva uppáhaldið.
Eini góð ráð hiðani: gleð teg
ongantið, tí tá verður tú kanska
tikin á bóli. Tað besta hendir tær, tá
tú minst væntar tað.
Tey siga annars, at gleðin við at
gleða seg er tann størsta gleðin.
Kanska, men vónbrotið aftaná
køvir hana og grevur hana
niður.
Gleðir tú til leygarkvøld
ið? Gleðir tú teg til at fara
at ferðast? Spyrja fólk í
heilum. Svarið hjá mær
er altíð nei.
Eg royni at lata vera
við at gleða meg. Tí
hvørja ferð verður tað
als ikki soleiðis, sum tú væntaði,
sum tú gleddi teg til. Hvørja ferð.
Gleðin kemur burtur úr ongum,
tá tú minst væntar hana.
Tað er strævið at kúga
kenslur, sum tú hevur, so
sum at gleða seg. Tað
er sum at gevast at
roykja, kann eg
ímynda mær,
hóast
eg
ikki royki. Men tað ber til at gevast,
siga tey, sum hava roynt.
Eisini tey, sum síðani eru byrjað
aftur.
Lívið byrjar við einum vónbroti,
hóast eitt fostur, ein óføddur
nýføðingur neyvan gleðir seg til at
koma út og síggja dagsins ljós, hóast
føðingin er um náttina.
Gleði og gávur hanga líka sum
saman, siga tey. Gávan at gleða seg.
Vit gleða okkum til at fáa gávur. Lívið
er ein gáva, siga tey, sum halda tað og
siga, at tað eiga onnur at gera eisini.
Lívið er ein gáva, sum eingin okkara
bað um ella væntaði. Eingin kann
heldur gleða seg til lívið, tí fyri lívið
er einki, heldur ikki evnini at gleða
seg. Har er einki, null.
Lívið er ein gáva, gamaní. Vit eiga
vist at siga takk fyri.
Fyrr, alt var, ikki tær, kæri lesari
(um nakar er), at siga, alt var betri
fyrr. Eisini fortíðin var betri fyrr.
Tá var barnið glatt for glatt vekk,
tá tað fekk eina appelsin á jólum. Tað
var stórt og runt og glógvandi, ikki
súrt men søtt.
Gleði er stokkut, sum at pissa í
buksurnar, lunkað og kólnar skjótt.
Men deymurin er eftir.
Var gleðin við í sáttmálanum, tá vit
komu í hendan heimin? Stóð nakað um
gleði. Eitt nevna tey gleðiboðskapin.
Tað er boðskapurin, tey rópa í kirkj
unum. Men hvar er gleðin har?
Komi viðhvørt óvart at sappa á
eina gudstænastu í sjónvarpinum.
Dugi satt at siga ikki at síggja nakra
gleði har, tvørturímóti. Øll eru
tung í huga, onkur svevur, tey hava
gron, ella eru tey døpur heilt niður í
kirkjukjallaran. Eisini, tá jarðarferð
ikki er. Men kanska er okkurt annað
á skránni teir sunnudagarnar enn
gleðiboðskapurin. Veruleikin kanska.
Øll ikki eru sum øll hini, hóast tað
eiga tey at vera sambært elligamlari
handbók.
Gleðin er løgin, undarlig. Tí tað er
størri gleði at geva eina gávu enn at
fáa eina. Tað er sjálvandi gleðiligt.
Gustav Wied rakti seymin so væl,
at hann ikki bognaði, men fór stinnur
í botn, tá hann í skaldsøguni Livsens
ondskab letur ein siga: ”Hvad nytter
det altsammen, når glæden ikke vil
spire? En burde vist aldri´ ha´ sine
ønsker opfyldte her i denne verden.”
Droymir tú okkurt gott, er tað ein
ynskidreymur, sum hvørvur, tá tú
vaknar. Hann gongur ikki út.
Lívið er ein gáva, sum vit eiga
alt lívið. Hon kann býtast um, men
bara við deyðan. Dópsbrævið er
kassakvittanin.
Ikki ber til at býta um og fáa
pengarnar aftur. Tí hon kostaði einki,
hendan sokallaða gávan. Ikki tá hon
varð givin. Eftir tað kostar hon nógv.
Hjá nógvum øgiliga nógv. Sum tað
stendur í sanginum, um tár vóru gull.
Gleðin er stokkut og lunkað.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Spírar stokkut og lunkað
BAKSÍÐAN