Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvør er tín yndislutur? – Bíblian, ongin ivi! Meðan eg enn var smádrongur, bar hon mær boðskapin um Frelsaran, og hon ber mær aftur og aftur livandi boðskapir, sum ríka mítt lív framum alt annað. – Fyri meg hevði tað ivaleyst verið lættari, um eg hevði valt at verða trúboðari fram um politikari, men eg meti uppgávuna hjá Miðflokkinum verða so týdningarmikla í føroyskum politikki, at eg taki høggini fyri at bera okkara sjónarmið fram, sigur Jenis av Rana VIÐ TRÚNNI Á TING Eyðun Klakstein Hann hevur síðani mið­ skeið­is í 1990’unum verið mill­um mest markantu politik­arar í Føroyum. Væl stuðlaður av einum trú­ føst­um veljaraskara, sum hev­ur valt hann í løgtingið á hvørjum vali seinastu 23 árini, og stundum fyri hørð­um at­finningum fyri síni sjónar­mið í etiskum og moralsk­um málum, sum nógv fólk uppfata víðgongd og ágang­andi. Jenis av Rana er avhildin og umstríddur politikari hvørt um annað, og hann skil­ir eisini væl, at summi fólk uppfata hansara sjónar­ mið fýrkantað og for­døm­ andi, men hann held­ur sjálv­ ur, at tað er prís­urin, hann má gjalda, fyri at grunda síni politisku sjónar­mið á per­sónligu kristnu trúnna. – Fyri meg hevði tað ivaleyst verið lættari, um eg hevði valt at verða trúboðari fram um politikari, men eg meti uppgávuna hjá Mið­ flokk­inum verða so týdn­ ing­armikla í føroyskum poli­ tikki, at eg taki høggini fyri at bera okkara sjónarmið fram, sigur Jenis av Rana. Hann viðgongur, at hann trívist best í politiska ar­ beiðnum, tá ið hann luttekur í kjaki um etisk ella moralsk mál í løgtinginum. – Eg kann ikki lata meg úr einum kristnum frakka í gongini í løgtinginum og vera ein annar persónur í ting­ arbeiðnum. Eg havi trúnna við mær í løgtingið, og mítt fremsta mál er at um­boða kristnu virðini og sjón­ar­mið­ ini, tí tey eru grund­leggj­andi góð og eiga at vera partur av lóggev­andi ar­beið­num, sigur Jenis av Rana. Kvetti við politikk Í grundini hevði Jenis av Rana kvett alt sam­band við politikkin, eftir at pápi hans­ ara kom í beiska upp­gerð í Javnaðar­flokk­inum á Tvør­ oyri, men tá ið hann flutti heim­aftur til Føroya fyri sløkum 30 árum síðani, varð hann yvirtalaður at royna poli­tikkin aftur. – Eg eri uppvaksin í einum umhvørvi, har politikkur fylti nógv. Pápi mín og abbi mín vóru virknir politiskt, og teir vóru sannførdir Javn­ aðarmenn. Vit búðu inni í Trong­is­vági, og eg minnist, tá ið last­bilar í sambandi við val­stríð komu koyrandi við monn­um á lastini, sum hildu gløð­andi politiskar røður. Abbi mín var ein av teimum, sum luttók í hesum, greiðir Jenis av Rana frá. Stóri maðurin í Javnaðar­ flokkinum tá í tíðini var Pet­ ur Mohr Dam, sum familjan hjá Jenisi kendi væl, og sum Jenis upplivdi at hava sum lærara í skúlanum. – Petur Mohr Dam dugdi at knýta fólk at sær, og hann dugdi eisini væl við okkum børnum. Tá eg var eini 10 ár spurdi eg einaferð pápa mín, hví tað komu so nógv nýggj skip til Føroya. Tá var hann skjótur at svara, at tað var tí, at Petur Mohr Dam var komin til valdið. So eg gjørdist í grundini eisini sannførdur javnaðarmaður sum ungur, sigur Jenis. Tað var eitt hart stríð í Javnaðarflokkinum á Tvør­ oyri, sum varð viðvirkandi til, at Jenis vendi politikkinum bakið. – Tað var um sama mund­ ið, at eg upplivdi andaliga vek­ing, og eg hugsaði um at blíva trúboðari. Samstundis upplivdi eg ymiskt keðiligt í tí politiska stríðnum, sum var á Tvøroyri, og eg misti áhug­an fyri politikki. Í grund­ini kvetti eg púrasta við alt politiskt virksemi tá, sigur Jenis. Trúgv á ting Tá ið Jenis hevði tikið út­ búgv­i­ng sum lækni í Dan­ mark og flutti heim til Føroya at búgva, var hann yvir­tal­ aður at royna politikkin aft­ur. Hann stillaði upp fyri Kristi­liga Fólkaflokkin í Suður­oy, hann fekk umleið hundr­að atkvøður, men var ikki sannførdur um, at hann skuldi gera meira við poli­ tikkin frameftir. Stóra broytingin kom, tá ið Tordur Niclasen, Bill Justinus­sen og onnur fólk vildu stovna nýggjan flokk, sum skuldi grundast í enn størri mun á kristnu virðini. – Miðflokkurin skuldi vera ein flokkur, har fólk fóru við sínari kristnu trúgv inn í politikk og vildu gera vart við seg við andaligum sjón­ar­miðum í politiska kjak­in­um. Vit vildu ikki bara standa uttanfyri og finnast at, sigur Jenis av Rana. – Tað týdningarmesta hjá mær er tað andaliga. Verð­ur Miðflokkurin ein dag ein traditionellur polit­ isk­ur flokkur, eri eg burtur beinan­vegin. Fyri meg hev­ ur kristna trúgvin mest at siga, og skuldi eg valt ímill­ um at verið politikari og præ­dikumaður, hevði eg iva­ leysur valt tað seinna. Afturvendandi spurning­ urin hjá mongum er, um átrún­aður og kristin trúgv hava nakað at gera í lóg­gev­ andi arbeiðnum í løg­ting­in­ um. Mong eru sannførd um, at átrúnaður og politikkur skulu ikki blandast saman. UNDIR FÝRA EYGUM Hvønn sang dámar tær serliga væl? – Teir eru fleiri og broytast óivað við tíðini. Men í top 3 beint nú eru sangirnir: Oh it is Jesus (Oslo Gospel Choir), Hond í hond við Jesus (sum bólkurin Zamar so meistarliga syngur) og He leadeth me (so avbera vakurt sungin av Candi Pearson).