Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 5

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 UNDIR FÝRA EYGUM Hvat land kundi tú hugsað tær at vitjað? – Ísrael, landið har Frelsarin varð føddur! Veit ikki, hví eg ikki havi verið har, men ein av mínum dreymum er at vitja støð, har Jesus vísti menniskjum sín kærleika og mátt og umbroytti lív teirra. Hvat heldur tú um Donald Trump? – Trump er heppin at hava fingið so stórt álit frá fólki sínum. Eg biði eftir, og lat okkum øll gera tað, at Trump leitar sær ráð hjá Honum, sum kennir øll loyndarmál og sum bjóðar sær at verða ráðgevi hansara – og okkara. – Hetta er ein spurningur, sum ofta verður settur mær, og sum eg ofta verður biðin um at svara. Fyri meg hevði tað verið nógv lættari, um eg fór út í heim sum trúboðari ella bara arbeiddi á andaliga frontinum í Føroyum. Tað er ikki lætt at verða í poltikki við teimum sjónarmiðum, sum eg havi, og tað er skjótt at stoyta fólk. Men eg eri sann­førdur um, at tey kristnu virðini mugu við í polit­iska arbeiðið, tí tey eru grund­leggj­andi góð, og tað er eisini tey, sum okkara sam­ felag í stóran mun byggir á. – Tá ið løgtingið verður sett á ólavsøku, fara vit í kirkju áðrenn tingfundin. Tjóð­sangurin er lutvíst anda­ligur. Flaggið hjá okk­ um er eitt krossmerki. Og so víðari. Hetta er eisini nak­ að, sum Miðflokkurin vil styrkja frameftir. Vit vilja, at føroyska samfelagið í enn størri mun skal byggja á kristin virði. Men tað er ikki lætt at umboða hesi sjónar­ mið í politikki, og tey eru mong, sum ikki skilja tað ella eru ímóti tí. Stovnararnir av Miðflokkinum og tey virknu í flokkinum í dag eru enn sum áður sannførd um okk­ ara politisku missión, sigur Jenis av Rana. Trúgvin drívmegi Formaðurin í Miðflokkinum heldur, at hann og hansara flokkur hava verið við til at ávirka føroyskan politikk, hóast flokkurin allatíðina hev­ur verið millum teir minnu flokkarnar á løgtingi. – Fyrstu ferð, eg endur­ gav Bíbliuna á tingsins røð­ara­palli, var tað sum at sleppa einari bumbu í ting­ sal­inum. Hetta var í 1994, stutt eftir at eg var komin í tingið. Eftir mína røðu kom ein løgtingsmaður, sum var virkin í einari samkomu, til mín, og segði, at tað hoyrdi ongastaðni heima at sitera Bíbliuna í tinginum. Eg svaraði honum, at tú siter­ aði í gjár eina yrking hjá Jóannes Patursson. Men tað helt hann als ikki kundi saman­líknast. Bara tað, at tað andaliga verður meira brúkt í kjakinum á tingi, vísir, at vit hava flutt nakað rætta vegin, heldur Jenis av Rana. – Mín avgjørda meining er, at vit kunnu ikki úti­ hýsa kristnu virðunum og Bíbliuni úr tinginum, tí hvat kemur so ístaðin? Eg haldi eisini, at síðani 1994 er tað blivið meira vanligt at nevna Bíbliuna og bera fram andalig sjónarmið í kjaki. Einhvør røðari hevur eitt grundarlag at halda røðu út frá, og eg kann ikki leggja tað frá mær, sum eg trúgvi uppá, tí eg tosi í løgtinginum. Eg haldi hinvegin, at vit skulu vera tilvitað um at brúka andalig sjónarmið í kjaki, sigur Jenis av Rana. Tá ið miðflokkamaðurin verður spurdur um, hvønn hann heldur seg umboða í løgtinginum, svarar hann: – Eg umboði persónligt trúgv­andi fólk, sum ynskja at føroyska samfelagið skal byggja á kristin virði. Eg upp­livi eisini javnan, at fólk koma til mín og siga, at tey eru ikki samd í øllum, sum eg geri, og skilja ikki alt, men tey stuðla mær kortini, tí eg verji nøkur kristin virði, sum tey halda eru týdningarmikil. Tá ið Jenis av Rana skal peika á nøkur ítøkilig polit­isk mál, sum hann er fegin um at hava verið við at gjøg­num­ ført, nevn­ir hann monopolið á loftmiðla­økin­um, sum hann í fleiri ár strídd­ist fyri at fáa avtikið, og Løgtingsins Um­boðsmann, sum varð ein­mælt samtyktur á løg­ tingi eftir uppskoti frá Mið­ flokkinum. – Ein annar minni sigur er, at fosturtøkutalið í Før­ oy­um er eina helvt minni nú, enn tað var í 90’unum, men samstundis er tað eisini eitt mál, har eg haldi, at vit áttu at gjørt tað enn betri. Sjálvt um fosturtøkutalið er minkað niður á umleið 40 fosturtøkur seinnu árini – okkurt einstakt árið um 20 – er tað alt ov nógv, og tað kemur at pína meg, at vit ikki hava fingið talið enn longur niður, sigur Jenis av Rana. Hugsar um útsagnir Tá ið Jenis av Rana ber fram síni sjónarmið í løgtingskjaki ella almennum kjaki um etisk mál, stendur hann stund­um fyri skotum, tí hans­ara sjónarmið verða av mongum uppfatað sum for­ dømandi og víðgongd – alt ov víðgongd til eitt framkomið samfelag, halda summi. – Hetta er ikki so løgið. Tað er kombinatiónin av at vera virkin prædikumaður og politikari, sum ger, at eg standi nógv fyri skotum. Flestu prædikumenn kenna til hetta, og Bíblian ger tað greitt, at tú skalt ikki rokna við at øll taka undir við tær og tínum boðskapi. Prædikar tú evangeliið, kemur tú at stoyta fólk. – Samansetingin av at boða evangeliið og at vera politikari ger meg bara enn meiri sjónskan og útsettan, tí eg tosi í einum meira al­ menn­um og samansettum høpi, enn ein samkoma er. Eg fái nógv høgg fyri míni sjónarmið, og stundum verði eg særdur av teimum, men eg haldi á, tí eg trúgvi uppá okkara missión. Eg kundi kanska tosa fólki eftir munn­ inum, men tað fái eg ikki, tí tað andaliga er ein bardagi ímillum tað ónda og tað góða. Jenis av Rana sigur, at hóast hann vil standa við síni sjónarmið og ikki bakka fyri hørðum atfinningum, hugsar hann seg tó væl um, hvussu og nær hann framber síni sjónarmið. – Eg hugsi meg væl um, og eg ansi væl eftir, hvussu eg luttaki í kjaki. Onkur vildi sagt, at eg skuldi ansa enn betri eftir, og tað passar iva­ leyst í onkrum førum. Tá ið eg eri í heitum politiskum kjaki í løgtinginum, kann eg verða rivin við, og tá sigi eg ymiskt, sum eg aftaná kann angra, at eg segði. Og so kann eg ikki fjala út yvir, at eg eri suðuroyingur, og tað er veruliga munur á, hvussu suðuroyingar og norðoyingar siga ymiskt, og tí kann okkurt av tí, sum eg sigi, ljóða ógvusligari, enn tað er ætlað. – Eg eri eisini tilvitaður um, hvørjar bardagar eg taki. Eg skal ikki inn í øll stríð og sløg, men skal luttaka, tá ið tað kennist neyðugt. Kærleiki og fyrigeving Jenis av Rana er virkin præ­ diku­maður – bæði í sam­ komu og á kristnu út­varps­ rásini Lindini, og í kristna umhvørvinum verð­ur hann sum vera man uppfataður øðrvísi enn í politiska um­ hvørvinum. – Í kristna umhvørvinum ljóði eg neyvan sum ein harður prædikumaður. Um eg skal lýsa meg sjálvan, haldi eg, at eg boði kærleika, fyrigeving og umsorgan. Eg standi ikki við Bíbliuni í hond og hótti við báli og brandi. Eg eri meira enn nakað annað evangelistur, og eg royni altíð at vísa á møguleikar og eina gongda leið, sigur Jenis av Rana. – Í politiska umhvørv­in­ um verða míni sjónarmið sjálvandi fatað eitt sindur øðrvísi, og eg kann eisini virkað meira fýrkantaður í politiska arbeiðnum, tí har ræður um at standa við síni argument, um tú skalt hava nakra ávirkan og fáa nakað ígjøgnum. Og verður mann bert mettur út frá tí politiska arbeiðnum, so skilji eg, at fólk kunnu uppfata meg kristiskan, sigur Jenis av Rana. Var hann ikki blivin politikari, hevði alternativið helst verið, at Jenis av Rana virkaði sum trúboðari heima ella burturi. Men hann angr­ ar ikki, at hann valdi, sum hann gjørdi. – Eg eri glaður fyri lívið og kenni veruliga, at eg havi livað eitt priviligerað lív. Eg havi eitt gott lív á øll­ um økjum við familjuni í miðdeplinum, og eg eri ikki so svartskygdur um fram­tíð­ ina, tá ið tað kemur til anda­ liga økið. Vit síggja til dømis í Danmark, at ungfólk eru farin at leita aftur til kristnu trúnna og samkomur, og eg bíði spentur eftir, at tað rákið eisini fer at koma til Føroya, sigur Jenis av Rana. UM JENIS AV RANA 64 ára gamli Jenis av Rana er útbúgvin serlækni í almen medicin frá Aarhus Universiteti. Hann hevur síðani 1995 starvast sum kommunulækni í Havn. Jenis var í 1994 valdur í løgtingið fyri nýggja flokkin, Miðflokkin, sum hann var við at stovna, og hann hevur verið afturvaldur í løgtingið øll árini síðani. Hann telist tí millum mest royndu løgtingsfólkini í løtuni. Jenis er eisini kendur sum prædikumaður – bæði í samkomu og á útvarpsrásini Lindini, har hann øll árini hevur verið nevndarlimur. – Eg kann ikki lata meg úr einum kristnum frakka í gongini í løgtinginum og vera ein annar persónur í tingarbeiðnum. Eg havi trúnna við mær í løgtingið, og mítt fremsta mál er at umboða kristnu virðini og sjónarmiðini, sigur Jenis av Rana, tingmaður Mynd: Álvur Haraldsen