Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Seinastu 10 vikurnar hevur grønlendski brunnbáturin Maniitsoq verið til ym­iskt viðlíkahald hjá skipa­smiðj­ uni Mest á Skála. Nú er arbeiðið liðugt, og um viku­ skiftið setti manningin kós­ ina aftur móti Grønlandi. 
 Sjómanstrúboðarin, Tor­ leif Johannesen, sum hevur vitjað umborð á Maniitsoq, sigur, at hetta er ein gamal nótabátur, sum seinastu tvey árini hevur siglt við liv­andi toski til flakavirkið í býnum Maniitsoq í Vestur­ grønlandi. – Fiskurin kemur frá út­ róðrarbátum, sum fiska við botngørnum um hesar leiðir. Útróðrarmennirnir taka toskin úr gørnunum og koyra hann í ringar, sum eru 6 x 6 metrar, og sum liggja í sjónum tætt við gørnini. Toskurin svimur so nakrar dagar í ringunum - uttan at fáa føði fyri at gerast fastari í fiskinum. Síðan kemur brunnbáturin Maniitsoq og pumpar fiskin úr ringunum og siglir hann livandi inn til flakavirkið. Sjómanstrúboðarin veit at siga, at úr brunnbátinum verður fiskurin pumpaður upp í stór kør, sum standa tætt við virkið. Fiskurin verð­ur tikin úr kørunum so hvørt, sum hann verður arbeiddur. Sostatt hevur flaka­virkið altíð feskan fisk at arbeiða við. 7000 tons í ár Útróðurin í Maniitsoq byrj­ ar umleið hálvan apríl og heldur fram til einaferð í heyst. – Í 2016 sigldi Maniitsoq 5200 tons inn til flakavirkið. Nógvur toskur er at fáa inni á firðunum, og tí vóna teir umborð á Maniitsiq at sigla 7000 tons í ár, sigur sjó­ manstrúboðarin. Seks mans eru við í Maniit­soq í senn, og tvær mann­ingar hoyra til skipið. Tað er Royal Greenland sum eigur skipið og flakavirkið í býnum. Áðrenn brunnbáturin loysti í Føroyum og setti kós vestur um hav, vitjaði sjómanstrúboðarin umborð, har hann eisini hevði and­ akt. Tað er Facebook-síð­an hjá Føroysku Sjómans­missi­ ónini, sum ber hesi tíðindi um vikuskiftið. ­ Úr brunnbátinum verður livandi fiskurin pumpaður upp í stór kør, sum standa tætt við flakavirkið. Fiskurin verður tikin úr kørunum so hvørt, sum hann verður arbeiddur, og sostatt hevur flakavirkið altíð feskan fisk at arbeiða við Sigla við livandi toski Ymisk eru sjónarmiðini. Nólsoyingar hava argast um hetta skipið, sum javnan hevur ligið eystarlaga í Nólsoyarfirði. Í morgun, nú skipið er á veg inn eftir Skálafjørðinum, skrivar Kári P. Højgaard, løgtingsmaður: »Hugnaligt at vakna í morgun og hyggja út gjøgnum vindeygað. Arctic Lady er helst tað størsta skipið nakrantíð, sum er komið inn á Skálafjørðin...« Vilmund Jacobsen Flestu partrolarar eru til fiskiskap, men hjá djúpvatnstrolarum er lítið virksemi í løtuni Flestu partrolarar eru til fiskiskap. Skipini fáa mest upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Eitt par fiskar svartkalva og kongafisk. Skipini koma inn at landa, sum henda vikan gongur. Hjá djúpvatnstrolarun­ um er ikki nógv virksemi í løtuni. Ein er nýliga farin til fiskiskap, og hesin fiskar svartkalva og kongafisk og kemur kanska inn at landa síðst í vikuni. Væntandi fór onkur djúpvatnstrolari út um vikuskiftið. Fríggjadagin, tá tey á Fiskamarknaði Føroya gjørdu sínar metingar fyri hesa vikuna, fisk­aði ein trol­bátur norðan­fyri. Hesin kemur væntandi inn at landa fyrst í hesi vikuni. Hesin trolbáturin hevur mest av toski og hýsu og so eitt sindur av flatfiski. Tveir trolbátar eru á Skeivabanka og fiska havtasku, og teir koma helst at landa miðskeiðis í hesi vikuni. Fríggjadagin lógu allir hinir trolbátarnir við bryggju, men væntandi fór onk­ur út um vikuskiftið. Tvey garnaskip fiska svartkalva og koma helst inn at landa síðst í hesi vikuni. – Fiskiskapurin hjá garna­skipunum hevur ver­ ið brúkiligur seinastu tíð­ina, verður lagt aftrat. Hósdagin 6. apríl verður ferðavinnudagur í Leirvík, har Theresa T. Kreutzmann (Visit Tórshavn) og Nancy Justinussen (Atlantic Airways) fara at halda fyrilestur Almennur fundur um fiskivinnu Í annaðkvøld - týskvøldið klokkan 19.30 - verður almennur fiskivinnufundur í Tofta skúla. Tað er uppskotið um fiskivinnunýskipan, sum verður viðgjørt. Teir, sum fara at luttaka í panelinum, verða Høgni Hoydal, landsstýrismaður í fiskivinnumálum, Bárður S. Nielsen, formaður í Sambandsflokkinum og Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­ flokkinum. Borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen, fer at seta fundin, og orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt. Tað er valfelag Sambandsfloksins í Eysturoy - Samhald - sum skipar fyri almenna fundinum, har øll eru hjartaliga vælkomin. Høvi verður eisini at seta spurningar. vilmund@sosialurin.fo Soleiðis gongur trolveiðan Føroyingurin, Kristoffur Gaardlykke, sum á myndini situr beint undir vindeyganum, siglir sum maskinmaður við brunnbátinum, Maniitsoq Mynd: Torleif Johannesen