mánadagur 27. mars 2017síða 7
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
Vilmund Jacobsen
Sakaris Zachariasen, sum býr
í Kjøllefjord í Noregi, hevur
sín egna bát, og hann hevur
eina kvotu av kongakrabba
á 2.820 kilo, pluss 10 prosent
av hon-krabba, umframt 10
prosent av skaddum krabba.
Kendi
føroyingurin
í
Noregi sigur, at skaddur
krabbi er krabbi, sum hevur
mist eitt bein ella sum er
skaddur á annan hátt.
- Tað, sum er so snilt við
krabbakvotuni, er, at hon
er persónlig. Tað merkir, at
persónurin eigur kvotuna,
og hann fær bert eina kvotu,
sigur Sakaris Zachariasen.
Hann vísir á, at fyri at
fáa krabbakvotu, skalt tú í
minsta lagi hava fiskað fyri
100.000 krónur av øðrum
fiskasløgum, sum toski og
hýsu, og tú skalt eisini hava
búð í Noregi í eitt ár.
- Vit taka bert krabbar
inn, sum eru tvey kilo og
størri. Krabbi undir tvey kilo
hevur ongan prís.
Sakaris Zachariasen held
ur, at norsku fiskivinnu
mynduleikarnir eru komnir
væl burtur úr tí skipan, sum
ræður á økinum.
- Um tú drívur á, er einki
til hindurs fyri at fiska
krabbakvotuna
upp
eftir
tveimum vikum, og prísurin
er 170 krónur fyri kilo - og
hálvur prísur fyri hini 20
prosentini av hon-krabba og
skaddum krabba.
Til
stuttleikar
nevnir
føroyingurin í Kjøllefjord, at
umborð á Hurtigruten - sum
svarar til okkara strand
ferðslu - kostar eitt kilo av
livandi krabba 1200 krónur
kilo.
- Umborð á ferjunum
gongur krabbin í fiskabúrum
á sama hátt, sum hummarin
í SMS.
Sakaris Zachariasen sigur,
at hann hevur 700 kilo eftir
av kongakrabba at fiska, men
nú fer hann eftir toskinum,
og toskakvotan hjá honum
er 41 tons.
Svartkjaftaskipini hava roynt
sunnanfyri í altjóða sjógvi.
Men, eftir at hava leitað í eina
góða viku í altjóða sjógvi, har
einki var at síggja, fór Tróndur
í Gøtu inn um markið til ES
sjógv. Har var fiskiskapurin
góður, og um vikuskiftið kom
Tróndur í Gøtu á Fuglafjørð
við umleið 2800 tonsum
av svartkjafti, sum verður
landaður til Havsbrún.
Stórur
og feitur
várfiskur
Fimm føroysk
ísfiskalínuskip fiska í
íslendskum sjógvi, og
møguliga koma trý ella
fýra av hesum heim at
landa síðst í hesi vikuni
og fyrst í næstu viku.
Fýra frystilínuskip fiska
eisini í íslendskum sjógvi,
men ógreitt er, nær tey
koma heim at landa.
Á Fiskamarknaði Føroya
vistu tey fríggjadagin
at siga, at línuskipini í
íslendskum sjógvi fáa
mest at toski, hýsu,
longu og brosmu.
Fýra línuskip fiska undir
Føroyum, men væntandi
fóru nøkur aftrat út
farna vikuskiftið.
Undir Føroyum er
línuveiðan mest toskur,
hýsa og longa.
Streymurin verður
rættiliga harður, sum
henda vikan gongur. Tí
verður roknað við, at øll
línuskipini, sum fiska
undir Føroyum, koma inn
at landa hesa vikuna.
Men, tó at streymurin
verður ógvuliga
harður, eru útlit til,
at veðrið verður gott
teir næstu dagarnar.
- Tí vænta vit eisini,
at nakað verður av
útróðrarfiski og serliga
snellufiski hesa vikuna,
vita tey á Fiskamarknaði
Føroya at siga.
In.fo kann leggja aftrat,
at snellubátarnir, sum
seinastu tíðina hava
roynt eftir várfiski á
Norðhavinum, hava
gjørt góðar dagar, tá
teir hava rakt dagin.
Tá talið av bátum, sum
rógva út við snellu
av Eiði, hevur verið
størst, hava einir 25-30
bátar verið á útróðri.
Á Eiði verður sagt,
at fiskurin, sum
snellubátarnir hava
fingið, hevur verið
bæði stórur og feitur.
Vanliga plaga bátarnir,
sum royna eftir várfiski
norðanfyri, at hanga í
til umleið hálvan apríl.
vilmund@sosialur
- Eg haldi, at norsku fiskivinnumyndugleikarnir eru
komnir væl burtur úr teirri skipan, sum teir hava, sigur
Sakaris Zachariasen, sum býr í Kjøllefjord í Noregi
Livandi krabbi fyri
1200 krónur
fyri kilo
- Eg havi 700 kilo eftir av mínari kongakrabbakvotu, men nú fari eg eftir
toskinum, og toskakvotan hjá mær er 41 tons, sigur Sakaris Zachariasen
Søkt verður eftir sjúkrarøktarfrøðingum,
heilsu røktarum og heilsuhjálparum at
arbeiða í tíðar skeiðinum 1. juni til 31.
august 2017.
Arbeiðstíðirnar eru skiftandi dag-, kvøld-,
náttar- og vikuskiftisvaktir.
Vaktirnar eru á øllum stovnum í økinum og
á útiøkinum.
Førleikakrøv
• Prógv og evt. autorisatión
• At tú er jalig og hevur lætt við at umstilla
teg
• At tú brennir fyri arbeiðinum við eldri og
menniskjum við skerdum førleikum
• At tú hevur koyrikort
Setanarviðurskifti
Størvini verða sett sambært sáttmála við
KAF/ Fíggjarmálaráðið og avvarðandi
feløg.
Um tú ynskir at vita nærri um størvini, er tú
vælkomin at seta teg í samband við økis-
leiðaran Randarsól Kristiansdóttir, telefon
793601 ella teldupost ot@ot.fo
Umsókn
Skrivlig umsókn við avritum av prógvi v.m.
skal verða okkum í hendi í seinasta lagi
07.04-2017.
Umsóknin skal sendast til:
Økistænastuna í Sandoyar Sýslu
Miðgøta 8
Fo-210 Sandur
ella á teldupost
ot@ot.fo
att: Randarsól Kristiansdóttir
ØKISTÆNASTAN
Í SANDOYAR SÝSLU
SØKIR EFTIR
SUMMARFRÍTÍÐAR-
AVLOYSARUM
Havnar Sjónleikarfelag
Lýst verður til aðalfund felagsins,
leygardagin 29. apríl kl 17.00
í Sjónleikarhúsinum
Skrá sambært lógum felagsins
Nevndin