mánadagur 27. mars 2017síða 8
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FLOKSTING
Áki Bertholdsen
Alt alt vald, og øll virði, verða mið
savnað á alsamt færri og færri
hondum, er størsta hóttanin ímóti
okkara framtíð.
Tað var boðskapurin frá Høgna
Hoydal, formanni í Tjóðveldi, á
flokstinginum hjá flokkinum í Hós
vík nú um vikuskiftið.
Og hann vísir samstundis á, at
tað er nettupp hetta, sum er hent
í Føroyum hesi seinastu árini,
nevniliga, at valdið og virðini í
Føroyum eru savnað á alt færri
hondum, bæði í fíggjarheiminum, í
alivinnuni og í fiskivinnuni.
Og hann sigur, at avbjóðingin
hjá politiska valdinum er at tora at
gera broytingar eftir hvat gagnar
fólkinum og tjóðini sum heild og
ikki bara hjá teimum sterkastu, ið
hava sera stórt vald.
Hann fortaldi, at fyri 100 árum
síðani gjørdi ein keypmaður í Havn
eina meting, har niðurstøðan var,
at 10 prosent av føroyingum áttu
meiri enn 90 prosent av øllum virð
unum í landinum.
– Eg eri vísur í, at støðan er tann
sama enn, kanska enntá eru virðini
enn ójavnari býtt og valdi savnað
á enn færri hondum, segði Høgni
Hoydal.
Sostatt staðfestir hann, at tað
eru nøkur heilt fá fólk, sum eiga at
kalla øll virðini í Føroyum.
– Lat meg eisini sláa fast, at tað
hevur onki við øvundsjúku, ella
tílíkt, at gera, at vit politiskt mugu
og skulu taka støðu til, hvussu
karmarnir og treytirnar í vinnu og
fíggjarheimi skulu setast.
Hann sigur, at hetta snýr seg
ikki um annað, enn at ríkidømið,
og møguleikarnir í Føroyum, koma
øllum samfelagnum og fólkinum til
góðar. Og tað snýr seg samstundis
um, at vit ikki gera okkara búskap
ov heftan av einstøkum fyritøkum
og fíggjarstovnum.
Annars heldur hann, at gongdin
er greið og hon er, at tey, ið hava
mest vald og rópa harðast, skapa
sín egna veruleika og sín egna
veruleika fyri at fremja síni mál og
styrkja sítt vald.
– Vit mugu tora at sláa fast, at
tað er fólkið og fólkaræðið, sum
skal hava veruliga valdið í Før
oyum, bæði tá ið tað snýr seg
um vinnubygnað og lóggávu, og
mótvegis fíggjarheiminum, har
vit júst hava sæð, at valdið verður
savnað tí eina tryggingar- og
bankasamtakinum, Betri, og har
vit síggja at BankNordik ætlar at
gjalda út eitt serlig vinningsbýti.
Gjáirnar skulu smalkast
Høgni Hoydal sigur, at ein tann
størsta avbjóðingin er at smalka
um gjáirnar í samfelagnum.
Eg fari her at nevna nakrar gjáir,
ið bert kunnu víðkast, gera vit í
felag ikki nakað munagott.
– Gjógvin ímillum tey, ið hava
allarmest virði og vald og restina.
Í Føroyum síggja vit somu gongd,
sum í heiminum, har ein sera lítil
partur av fólkinum, skjótt kann
eiga meira enn øll restin til samans,
sigur formaðurin í Tjóðveldi.
Men eisini gjógvin ímillum
ymsar partar av landinum má
smalkast. Ongin ivi er um, at hóast
vit binda landið saman, síggja vit,
at vøksturin í samfelagnum er sera
ymiskur í fólkatali og virksemi og
vinnumøguleikum.
– Virðið á húsum og møgu
leikarnir at fáa fígging, eru sera
ymiskir. Tí eiga vit at gera verulig
átøk, ið kunnu skapa rímiliga javn
bjóðis møguleikar hjá fólki kring
landið, sigur Høgni Hoydal.
Og hann legði afturat, at eis
ini tey skulu upp í part, ið fella
uttan fyri av sosialum, sálarligum,
kropsligum ella av øðrum ávum.
Tað eru tey, ið Høgni Hoydal
sigur, ikki kenna seg aftur í
“main-stream”-samfelagnum,
og
ikki hava havt møguleikan at
menna og brúka síni evni. Her
hugsar hann um børn og ung við
umsorganarsvíki ella øðrum av
bjóðingum, og hann hugsar um
fyritíðarpensjónistar og fólk við
serligum avbjóðingum ella skerd
um førleikum annars.
Tað er ein javnvág
Magni Arge, fólkatingsmaður fyri
Tjóðveldi, skoytti upp í, at vansin
er at hava stórar fyritøkur, sum
klára seg á altjóða marknaðinum,
er, at tær verða so ómetaliga stórar,
serliga í einum lítlum samfelag sum
okkara.
– Ein orsøk til at ansa eftir at
miðsavningin ikki verður ov stór, er
fyri at spjaða váðan. Vit hava sæð,
hvussu stórur partur av føroyska
búskapinum fer á heysin, tá ið ein
stór fyritøka fer á heysin, sigur
hann.
Hann sigur, at tað er eisini ein
spurningur um fjølbroytni og at
fleiri fáa høvi at royna seg. Men
tað ræður um at finna javnvágina,
tí tað hevur eisini ógvuliga stóran
týdning, at vit hava stórar og sterk
ar fyritøkur sum klára seg í altjóða
kapping.
Størsta hóttanin ímóti okkara fólkaræði, og okkara framtíð, er, at alt vald í Føroyum
er savnað á nøkrum heilt fáum hondum, var boðskapurin hjá Høgna Hoydal,
formanni í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá flokkinum nú um vikuskiftið
NØKUR HEILT FÁ
FÓLK EIGA NÆSTAN
ALLAR FØROYAR