mánadagur 27. mars 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
FLOKSTING
Magni
Arge ætlar
sær aftur í
Løgtingið
Áki Bertholdsen
Magni Arge ætlar sær aftur á
Løgting.
Tað boðaði hann frá á floks
tingi hjá Tjóðveldi nú um viku
skiftið.
Magni Arge er fólkatings
maður fyri Tjóðveldi, har hann
situr sum varamaður fyri Høgna
Hoydal, sum fekk nógv flestar
atkvøður.
Men Høgni Hoydal hevur
tikið við sum landsstýrismaður
í fiskivinnumálum, og tískil
hevur Magni Arge, sum fekk
næstflestar atkvøður, tikið við
fólkatingssessinum.
Men hann heldur, at skipanin
er alt ov stirvin, tí tað, Tjóðveldi
hevur lagt upp til, nevniliga
at tað skuldi bera til at skifta
ímillum at sita á Fólkatingi og
á Løgtingi, ber ikki tilm tí skip
anin á Fólkatingi forðar hesum.
Magni Arge sat á Løgtingi
eitt skifti í heyst, og tá var tað
so aftur varamaðurin fyri hann,
Tórbjørn Jacobsen, sum tók
sæti á Fólkatingi. Men tá var
tað samstundis fyrstu ferð í
eina hálva øld, at ein varamaður
á Fólkatingi sjálvur var farin í
farloyvi.
– Starvið sum fólkatingslimur
kann ikki samantvinnast við
starvið sum løgtingslimur, stað
festi Magni Arge.
Hann vísti á, at hann er
valdur á Løgting, og hann hevur
havt eitt høvi til at taka farloyvi
úr Fólkatinginum og at taka
sæti á Løgtingi.
– Men skuldi eg viljað tað eina
ferð afturat, vænti eg, at treytin
frá Fólkatinginum verður, at
eg taki meg úr Fólkatinginum,
staðfestir hann.
Hann sigur, at tað er eisini
væl trúligt, at tað fer at henda.
– Eg havi í hvussu so er ætl
anir um at taka sætið aftur á
Løgtingi, har eg eri valdur, segði
Magni Arge.
Óluva á Fólkating
Tekur
Magni
Arge
seg
úr
Fólkatinginum, er tað spurn
ingurin, hvør so skal manna
fólkatingssessin hjá Tjóðveldi.
Av tí, at Fólkatingið ikki góð
tekur, at varafólk fara í farloyvi,
er tað greitt, at talan skal vera
um eina varandi skipan.
Næsti maður á listanum er
Tórbjørn Jacobsen, men hann er
borgarstjóri í Runavík, og tað fer
neyvan at henda, at hann sigur
tað starvið frá sær fyri at fara á
Fólkating.
Annita á Fríðriksmørk er
næst á listanum, men hon
hevur boðað frá, at hon tekur
Løgtingið fram um, og so er tað
Óluva Klettskarð, sum eigur
tørn. Hon hevur hinvegin sagt,
at fær hon møguleikan at fara á
Fólkating, hevði hon tikið av.
Hann umhugsar at siga fólkatingssessin
frá sær, og sostatt verður tað helst
Óluva Klettskarð, sum fer á Fólkating
Dagarnir hjá Magna Arge á Fólkatingi eru helst skjótt
taldir. – Eg ætli mær aftur í Løgtingið, fortaldi hann fyri
flokstinginum hjá Tjóðveldi nú um vikuskiftið
Áki Bertholdsen
Samráðingarnar ímillum lands
stýrið og skipasmiðjuna, Mest, um
at byggja nýtt havrannsóknarskip,
eru komnar undir land.
Tað sigur Høgni Hoydal, lands
stýrismaður í fiskivinnumálum.
Og hann sigur, at tað líður so
væl við samráðingunum, at hann
vónar, at sáttmáli um byggingina
kann verða undirskrivaður í hesi
vikuni.
Betri útgerð umborð
Men hann sigur, at skipið fer
kanska at kosta eitt sindur meiri
enn upprunaliga ætlað.
Í hesum sambandi hevur ætl
anin verið at skipið skal verða
útgjørd við akustiskar útgerð, sum
vísir fiskatorvur o.s.fr.
Men nú hava tey eisini fingið
tilboð um at seta meiri framkomna
akustiska útgerð í skipið.
– Hetta er útgerð, sum eis
ini kann gera trívíddar, ella trí
dimensionellar, myndir av okkara
havbotni, sigur landsstýrismaðurin.
– Ella sagt við øðrum orðum, er
talan her um útgerð, sum ger okk
um før fyri at kortleggja allan okk
ara havbotn, sigur Høgni Hoydal.
Og hann dylir heldur ikki fyri,
at hann er ógvuliga hugaður fyri
at fáa hesa framkomnu útgerðina
í skipið og tí fer hann at kanna, um
tað ikki ber til at útvega fígging til
tað eisini.
Men hvussu nógv, talan verður
um, veit hann ikki, tí tað er ein sam
ráðingarspurningur, sigur hann.
– Men so verður neyðugt at
leggja málið fyri Løgtingið aftur
um at fáa fígging til tað.
Tað er heldur ikki greitt, nær
havrannsóknarskipið verður lið
ugt, tí eisini er ein samráðingar
spurningur, leggur landsstýris
maðurin afturat.
Vónar at skriva
undir hesa vikuna
Samráðingarnar ímillum landsstýrið og Mest um at byggja
nýtt havrannsóknarskip, eru komnar undir land
Gongst sum ætlað, verður farið undir at byggja nýtt
føroyskt havrannsóknarskip fyrsta dagin
Tann størsta avbjóðingin er at smalka um gjáirnar
í samfelagnum, segði Høgni Hoydal á flokstingi
hjá Tjóðveldi nú um vikuskiftið. Her hugsar hann
um gjáirnar ímillum tey, ið eiga næstan alt, og tey,
ið eiga næstan einki, hann hugsar um gjáirnar
ímillum ymisk øki í landinum, og um tey, ið ikki
kenna seg aftur í “main-stream”-samfelagnum