mánadagur 27. mars 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1936:
Nýggja
tingmann
inging
Fýra flokkar vórðu
valdir á ting. Sosi
alurin skrivar:
»Enn kann amtið ikki siga
fyri vist, hvørjir flokkar fáa
eykamenn; men helst verður
tað so, at javnaðarmenn fáa
1, sjálvstýrismenn 1 og vinnu
flokkurin 2. Um so verður,
verður tingið skipað við 6
javnaðarmonnum, 8 sjálv
stýrismonnum, 8 sambands
monnum og 2 vinnuflokks
monnum.
Hesir verða so tingmenn:
Javnaðarmenn:
H. J. Poulsen, Eiði, Trónd
Hansen, Tórshavn, J. P. Dav
idsen, Sandi, P. M. Dam, Tvør
oyri, J. H. Danbjørg, Porkeri,
Jacob Nielsen (eykamaður)
Vági.
Sambandsmenn:
O. F. Joensen, Klakksvík,A.
Samuelsen, Fuglafirði, Johan
Poulsen, Strondum, A. Andre
asen, Eiði, M. Samuelsen, Vík,
Poul Niclasen, Tórshavn, Jo
en Rasmussen, Seyrvági, og
Chr. Djurhuus, Tvøroyri.
Sjálvstýrismenn:
S. P. Zachariasen, Klakks
vík, H. Nolsøe, Vestmanna,
J. Patursson, Kirkjubø, M. A.
Jacobsen, Tórshavn, J. J. Sim
onsen, Sandavági, G. Winther,
Sandi, Edw. Mitens (fyri Suð
uroy), Tórshavn og J. Kallsoy
(eykamaður), Gjógv.
Vinnuflokksmenn:
C Holm-Jacobsen, Tórs
havn S. Ellefsen, Miðvági
(báðir eykamenn).«
Er nýggi »Smiril«
nógv ov dýrur?
SOSIALURIN 1964
Í 1964: Og er hann nógv ov lítil? Er rætt farið fram av landsstýri
okkara fyri at fáa nóg stóran og nóg bíligan »Smirli«?
Nýggi »Smiril« verður umrøddur
í Sosialinum 6. mai í 1964. Blaðið
skrivar soleiðis:
»Hesir spurningar og aðrir koma
fram hjá monnum, sum hava verið
umborð á nýggja sipinum hjá
Skipafelagnum Føroya »Skúgvi«.
Og hesir spurningar brenna
sterkari á, tá menn frætta, at sein
asta landsstýrið hevði útboðið
tekningar til ein nýggjan »Smiril«,
sum var 12 føtur longri, sigldi 2-3
míl skjótar enn hesin, ið skal verða
gjørdur hjá Kjartan Mohr.
17 tilboð komu inn. Hitt bíligasta
var frá skipasmiðjuni Haltø í Noreg.
Hon vildi gera hin størra »Smyril«
fyri 4,3 milj. kr. Ferðin 16 míl.
Hetta tilboð kveistraði sitandi
landsstýrið til viks. Fekk Skála
Skipasmiðju at gera tekning til ein
12 føtur stytri »Smyril«, sum skuldi
sigla 13-14 míl.
Tilboð vóru einans innheimtað
frá Tórshavnar Skipasmiðu og
Skála Skipasmiðju.
Frá Skála Skipasmiðju ljóða eitt
samlað tilboð upp á 4,7 milj. kr frá
Tórshavnar skipasmiðju kom eitt
upp á kr 3,3 milj. kr, men tá vóru
motorarnir, spæl og ymiskt annað
ikki við.
Allastaðni í víðu verð uttan hjá
hesum landsstýrinum í »teirri hulu
hondini« vildi verið sagt, at tað til
boðið frá Tórshavnar Skipasmiðju
mátti leggjast til viks, tí tað var
ófullfíggjað.
Men
landsstýrið
gjørdi ikki tað. Tað fór tørturímóti
til stjóran fyri Tórshavnar Skipa
smiðju, Kjartan Mohr og spurdi
hann, hvat ið hann vildi lata gera
tað, ið treyt í fullfíggjað tilboð fyri.
Her var lætt at svara, um hann vildi
hava »Smiril« at byggja. Hann visti
um topptilboðið frá Skála Skipa
smiðju, og so var bara at vera eitt
sindur niðanfyri. Og hann var bara
stívar 100.000 niðan fyri samlaða
tilboðið frá Skála.
Sjálvur sat Kjartan Mohr á
hvørjum fíggjarnevndarfundi og
viðgjørdi sína egnu søk. Aðra staðni
vildi maður, sum var so innhabilur,
persónliga sterkt interesseraður,
verið vístur út.
Ikki reyk hin lystiligasti deymur
av portugalstrolarunum. Tað skulu
gudarnir vita. Men deymurin av
viðgerðini av »smirlamálinum« er
ikki hugnaligari.
Spurningurin er nú, um tað
veruliga kann forsvarast, sum
landsstýrið og landsstýrisflokkar
nir hava borið seg at í »smirlamáli
num«.
Kann tað forsvarast, at vraka
eitt tilboð upp á kr 4,3 milj. fyri ein
159 føtur langan »Smyril«, ið siglir
einar 16 míl og taka eitt tilboð frá
»hondini yvir landsstýrinum« upp
á kr 4,3 milj fyri ein »Smyril«, sum
bara er 147 føtur langur og einans
siglur 12-14 míl?
Aftrat hesum kostnaði kemur
so útreiðslan til Skála Skipasmiðju
fyri skitsu- og linjutekningar upp á
minst 100.000 kr.
Vit hittu mann av Skála, sum var
illur um tað, sum var hent. Hann iv
aðist í, at Skála Skipasmiðja fór at
lata sær lynda við hesum 100.000 kr.
Hann vildi halda Skála Skipasmiðju
eiga stórpening sum viðurgjald fyri
illavorðna viðferð. hann helt, at tað
sá út, sum tað upp á forhond var av
gjørt, at hvør ið skuldi fáa »Smyril«
at gera.
Eitt ovurring úrslit fyri Suður
oynna:
Ein 12 fóta minni »Smyril«, enn
tann, ið seinasta landsstýri hevði
tilboð uppá. Og so noyðast at geva
fleiri túsnd meira fyri hann heraft
urat kemur, at hann siglur eisini
nógv seinri enn hin størri »Smyril«.
At meta eftir tilboðnum frá
Hatle í Noregi fyri hin størra »Smir
ilin« er hesin minni »Smirilin« ikki
langt frá miljónini ov dýrur.«
Danjal av Rana hevur starvast sum
journalistur í Miðlahúsinum í trý ár.
Hann hevur lisið stjórnmálafrøði í
Noreg, í Oslo og í Tróndheimi.
Áðrenn Danjal fór at lesa, var
hann úti sum trúboðari í Frankaríki
og í Kroatia. Har møtti hann norsku
konu síni, Synnøve. Danjal virkaði
sum trúboðari frá 2001 til 2008.
Tá elsti stonur teirra varð føddur,
fluttu tey til Noregs og fóru undir
útbúgving.
Danjal og Synnøve eiga trý børn,
tveir dreingir og eina gentu.
Tey búgva inni á Gøtu í Hoyvík.
Starvsfólk:
Danjal av Rana
Sosialurin skrivar soleiðis í mai
í 1948:
»Komandi sunnudag, 9. mai
1948, eru 120 ár síðani Andrass
Mortansson keypti Argir og
grundaði bygdina har.
Tessvegna reisa eftirkomarar
hansara
minnisvarða
fyri
honumá teim gomlu grundunum
harúri. Fer avdúkanin fram
kl. 3 sunnudagin, og eru øll
ættarfólk og onnur, ið hava
áhuga fyri hesum, vælkomin til
avdúkingina.
Bussur fer av Vaglinum kl. 2
1/2
1948: Avdúkan av
minnisvarða
Tá »Skúgvur« legði at í Havn, kom mannfjøld á kaiina at skoða hann
Sosialurin 1936
Danjal av Rana, journa
listur í Miðlahúsinum
10