Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FØROYSK MET OG LANDSLIÐIÐ ÚTTIKIÐ Torkil Veyhe hevur fingið heiðurligt úrslit í stórari franskari súkklukapping, og her heima hevur FM verið í svimjing á stuttgeil. Nógv met vórðu sett, og so varð landsliðið eisini úttikið. Pætur Albinus FÓTBÓLTUR Kvinnurnar hjá B68 hava vunnið fyrsta sigurin, síðani tær í fjør gjørdu comeback í 1. deild hjá kvinnum. Í fjør fingu tær einans eitt stig í teimum 20 dystunum, men við einum styrktum liði í nýggja kappingarárinum eydnaðist tað í gjár at vinna fyrsta sigurin. Hetta var í triðja umfari, har tær vunnu 1-0 á útivølli ímóti ÍF/Víkingi. Durita Bergsdóttir Nielsen skeyt einsamalla málið. Ein annar dystur varð spældur í gjár, og har vann EBS/Skála 2-1 heima ímóti HB, sum annars var á odda 1-0. EBS/Skála og KÍ eru einastu liðini við fullum stigatali eftir tveir dystir. B71 hevur tikið liðið úr kappingini, og stigini, ið eru vunnin ímóti teimum, eru fallin burtur. Holland er aftur í trupulleikum í altjóða fótbólti, og eftir 2-0-tap á úti­vølli ímóti Bulgaria fyrradagin hevur landsliðsvenjarin, Danny Blind, fingið sekkin. Holland hev­ ur sjey stig fyri fyrstu fimm dyst­ irnar, og er seks stig aftanfyri Frak­land á fyrsta plássinum, með­ an Svøríki, ið er nummar tvey, er trý stig frammanfyri Holland. 1. plássið gevur beinleiðis atgongd til endaspælið, meðan 2. plássið kann geva playoff-dystir. Danny Blind tók við sum venjari í 2015 og var tískil eisini oddamaðurin, tá ið Holland ikki slapp til EM-enda­ spælið í fjør. Týskland og Sveis eru einastu londini, sum framvegis hava fult stigatal, nú fimm umfør eru spæld av HM-undankappingini. Týskland vann 4-1 ímóti Aserbadjan, meðan Sveis, sum er í bólki við Føroyum, vann 1-0 ímóti Lettlandi. Svøríki vann 4-0 á heimavølli ímóti Hvíta­ russlandi og Ísland vann 2-1 ímóti Kosovo á útivølli, men verri gekst hjá hinum norðurlondunum. Dan­ mark fekk 0-0 á útivølli ímóti Rumenia, Finnland tapti 2-0 ímóti Turka­landi og Noreg tapti 2-0 ímóti Norður­írlandi. FORMIL 1 Ársins fyrsta formil 1-kappkoyring varð koyrd í Avstralia í gjár, har Sebastian Vettel (Ferrari) vann frammanfyri teir báðar Mercedes- menninar, Lewis Hamilton og Valtteri Bottas. Hamilton byrjaði fremstur, men eftir eitt frálíkt pitstop eydnaðist tað Vettel at yvirhála Hamilton, og hesa leiðsl­ una varðveitti hann heilt til mál­ strikuna. Danski Kevin Magnussen, sum nú koyrir við Haas, fór úr kappingini seks umfør áðrenn mál vegna tekniskar trupulleikar. Liðfelagin Romain Grosjean mátti eisini úr kappingini. KURVABÓLTUR Kurvabóltsfelagið á Toftum, Ravn­ ur, hevur longu tryggjað sær finalu­pláss, men stórur spenningur er um hvat av havnafeløgunum, Sporðdrekin ella Hamar, skulu við teimum í finaluna. Havnafeløgini høvdu vunnið einaferð í part ímóti hvørjum øðrum áðrenn dystin teirra millum um vikuskiftið, har Sporð­drekin vann 70-63. Topp­ skjúttar vóru Magnus Jakobsen (Sporðdrekin) við 25 stigum og David Arge Galan (Hamar) við 16 stigum. Einki er avgjørt enn, men Sporðdrekin hevur nú vunnið sær ein fyrimun. Næsti dystur verður leygardagin 8. apríl, tá Hamar tekur móti Ravni. SÚKKLING Føroyski Torkil Veyhe bleiv numm­ar 56 út av teimum 119 súkkl­arunum, ið eftir vóru í fronsku súkklukappingini Tour de Normandie, sum endaði í gjár. Súkklaðir vórðu sjey teinar, og Torkil megnaði at koma á mál við feltinum í seks av teimum teinunum. Upprunaliga varð Torkil settur at hjálpa Rune Almindsø í spurtunum, men tá ið samanum kom var Torkil tann, ið stóð seg best á liðnum hjá ColoQuick-CULT. Eftir seinasta teinin í Tour de Normandie í gjár fekk Sosialurin orðið á Torkil Veyhe. - Eg eri væl nøgdur. Eg haldi, at eg eri komin væl ígjøgnum. Hevði vónað at rakt eitt útbrot, men tað gekk sum kunnugt ikki. Eg var tó við í finaluni tvær ferðir, og tað eri eg super væl nøgdur við. Eitt sindur harmiligt, at eg ikki var við longri frammi, men støðið er eisini høgt, so tað er á einari góðari leið. Eg føldi at eg kláraði at vera við so nøkurlunda, og tað eri eg super væl nøgdur við í mun til at hetta er fyrstu ferð eg eri við í kapping á hesum støðinum, segði føroyski súkklarin, sum nú fer at brynja seg til kapping í Danmark komandi vikuskifti. Í samrøðuni avdúkaði Torkil Veyhe eisini, at hann ætlar sær við á oyggjaleikirnar í Gotlandi í summar, har málið er at vinna gull. Spanski Alejandro Valverde vann í gjár eina av søguríkastu kapp­ingunum í súkkluheiminum, Volta a Catalunya. Undan sjeynda og seinasta teininum í gjár var hann 53 sekund frammanfyri lands­mannin Alberto Contador, og av tí at Valverde vann aftur í gjár, tann triðja teinin út av sjey, økti hann um leiðsluna og fekk saml­aða sigurin frammanfyri Alberto Contador og Marc Soler. Trífaldi Tour de France-vinnarin, Chris Froome, bleiv nummar 30. Leygardagin misti hann óhoyrdar 26 minuttir til Valverde og aðrar favorittar, tá ið feltið pettaðist í nógva síðuvindinum. SVIMJING Tá føroyska svimjilandsliðið í summar setur kósina ímóti oyggja­leikunum í Gotlandi, sum byrja 24. juni, verður tað uttan tað stóru stjørnuna, Pál V. Joensen. Rókur í Jákupsstovu, formaður í Svimjisambandi Føroya, boðaði í gjár frá, at Pál hevur givið avboð. Orsøkin er, at kona hansara er sett at eiga um sama mundið. Eft­ir at FM á stuttgeil endaði í gjár, varð oyggjaleikalandsliðið enda­liga úttikið. Hesir svimjarar hava klárað kravtíðirnar, ið vórðu settar soleiðis, at tað hevði rokkið til heiðursmerki á seinastu oyggjaleikum. Teir 11 svimjararnir, sum skulu umboða Føroyar á oyggjaleikunum í summar, eru hesir: Vár Erlingsdóttir Eidesgaard (HS), Signhild Joensen (Ægir), Sára R. Nysted (SuSvim), Beinta Poulsdóttir Debes (HS), Ásbjørg Hjelm (Ægir), Jana B. Thomsen (Ægir), Marius Ihlen Gardshodn (HS), Rólant Toftum (SuSvim), Alvi Hjelm (Ægir), Óli Mortensen (HS) og Rókur Trygvason (Ægir). Fýra nýggj føroysk met og fýra nýggj føroysk juniormet vórðu sett í FM á stuttgeil í Svimjihøllini í Gundadali um vikuskiftið. Fyrsta dagin, fríggjadagin, setti Signhild Joensen nýtt met í 100m rygg við tíðini 1:01.39. Seinni sama dag setti hon met saman við Ægir í 4x100m frísvimjing við tíðini 3:55.40. Hinar í stafettini vóru Jana B. Thomsen, Barbara Debes og Ásbjørg Hjelm. Annan dagin setti Jana B. Thomsen juniormet í 200m firvald við tíðini 2:19.92, meðan Signhild Joensen setti nýtt føroyskt met og juniormet í 200m rygg við tíðini 2:10.11. Seinasta kapp­ ingardagin, sum var í gjár, setti Vár Erlingsdóttir Eidesgaard nýtt føroyskt met og juniormet í 1500m frí við tíðini 16:55.18. STUTTSØGD TÍÐINDI Sporðdrekin vann týðandi dyst Torkil Veyhe fremstur í myndini Pál Joensen verður ikki við í Gotlandi