Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Terji Nielsen Hóast bæði liðini løgdu protest, so tykist tað púra greitt, at tað verður bert tann eina kæran, sum kann væntasta at fáa nakrar avleiðingar. Neistamenn kærdu um eitt mál, sum VÍF fekk, tá ið Bjarti Hansen skoraði av vonginum í eitt tómt mál, tí Hanus Christophersen hjá VÍF og málverjin hjá Neistanum, Nicholas Satchwell, stoyttu sam­ an, tá ið Hanus gjørdist leysur beint frammanundan. Her áttu dómararnir beinan vegin at steðga dystinum, tá ið leikararnir brustu saman í málteiginum, men tað gjørdu teir ikki, og málið bleiv viður­kent. Ein feildómur, men tað vóru nógvir av teimum í gjár, og tað verður ivaleyst ikki gjørt meiri við tað málið. Bara ein sá mál nummar 12 hjá Neistanum Kæran hjá vestmenningum er lýst aðrastaðnis her á síðuni. Neistin fekk eitt mál frá dómaraborðinum í steðginum, sum hevði skrivað heima­liðið fyri 15 mál í fyrra hálv­ leiki, hóast máltalvan bara vísti 14, og tað góðtók VÍF ikki. Ingi Olsen er venjari hjá VÍF, og hann royndi beinan vegin í gjárkvøldið at greiða fløkjuna, tá ið hann var komin til hús. – Eg setti meg at spola dystin ígjøg­num á video og hevði dóm­ ara­seðilin hjá mær. Og tað var lutfalsliga skjótt og lætt hjá mær at finna fram til, hvar feilurin hendur viðvíkjandi skrivingini. Tað er eitt skjótálop hjá Neistanum, har Rói Berg Hansen er leysur, men hann rakar við síðuna av málinum. Man sær á video, at skrivarin noterar hann fyri mál nummar 12 tá, men tað var so ikki mál, sigur Ingi Olsen. Tað løgna er, at dómarar og dómaraborð í steðginum halda fast í málinum og broyta støðuna á máltalvuni. Tí ein og hvør veit, at um eitt lið fær eitt mál, sum ikki kemur á máltalvuna, so er tað altíð onkur, sum ger vart við tað, annaðhvørt bonkur ella áskoðarar. Men eingin segði eitt orð á Hálsi í gjár, og avlíkavæl verður málið viður­kent. Ingi Olsen heldur, at tað hevur stóran týdning, at málið verður tikið upp, og at okkurt verður gjørt. – Hendir einki í hesum máli, so er vandin, at vit leggja alt ov stórt vald í hendurnar á skrivaranum, og so fara feløg møguliga at spekulera í hesum. Ikki tí, eg eri ikki eitt sekund í iva um, at skrivarin í gjár gjørdi sítt arbeiði eftir besta førimuni og ikki hevði ætlanir um at snýta nakran, sigur VÍF-venjarin. Umdystur verður ásettur Mannagongdin, tá ið eitt felag leggur eina slíka protest, er, at innan 24 tímar eftir, at protestin er løgd, skal felagið senda eina formliga kæru til Hondbóltssambandið. Tað fer VÍF at gera, meðan tað tykist púra vist, at Neistin ikki ger meiri við sína kæru. – Vit hava so ikki fingið nakra kæru her á skrivstovuni enn, men kemur ein kæra, so verður tað viðgjørt sum skjótast, segði Hall­ ur Danielsen á skrivstovuni hjá Hondbóltssambandinum, tá ið vit fingu orðið á hann fyrrapartin. Hann vil ikki siga nakað um, hvussu útfallið av eini slíkar kæru verður, men tað tykist púra greitt, at málið er so mikið einfalt, at Aganevndin hjá HSF fer at áseta ein umdyst, sum skal avgreiðast sum skjótast. Hetta snýr kæran hjá VÍF seg um Tá ið Neistin og VÍF fóru til hálvleiks, stóð tað 14-11 til Neistan á máltalvuni, men tá ið seinni hálvleikur bleiv bríkslaður í gongd, stóð tað 15-11 til Neistan á máltalvuni. Orsøkin var, at skrivarin við dómaraborðið hevði skrivað 15 mál til Neistan, men hetta var ongantíð komið á máltalvuna, og tað var heldur ongantíð nakar, sum hevði gjørt vart við, at eitt mál manglaði. Dómararnir í dystinum, Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen, góðtóku skrivingina og góvu Neistanum mál nummar 15 í steðginum. Hetta góðtók VÍF ikki, og tí løgdu vestmenningar protest beinan vegin í steðginum. Bæði VÍF og Neistin løgdu protest eftir dystin í FTZ-deildini í gjár. Serliga protetstin hjá VÍF er áhugaverd, tí Neistin fekk eitt mál, sum ongantíð var mál MÁLIÐ SUM ONGANTÍÐ VAR FÓTBÓLTUR – ÚTISETAR Rói Berg Hansen hjá Neistanum skoraði sambært dómaraseðlinum mál nummar 12 fyri Neistan, men talan var um eitt mistak frá skrivaranum við dómaraborðið, og tí verður ivaleyst umdystur ásettur. Mynd: Álvur Haraldsen