Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HONDBÓLTUR Andre Olsen Tað tykist lítil ivi um, at H71 seinni í ár verður ann­ ar parturin av FM-fin­al­ un­um hjá monnum. Størri spenn­ingur tykist vera um, hvørjum liðið H71 fer at møta í FM-finalunum. Sunnu­dagin hevði VÍF góðan møgu­leika til at draga frá hin­um liðunum í oddinum, KÍF og Kyndli, tá teir spældu á útivølli móti Neistanum. Men VÍF tók ikki av møgu­ leik­anum, tí dysturin endaði við 25-25 javnleiki. Sera spennandi finalustríð Andrias Eriksen, sum spælir við VÍF, sigur, at einki er av­ gjørt í finalustríðnum, og at finalustríðið í ár er ser­stak­ liga spennandi. Finalustríðið sær út til at ger­ast ógvuliga spennandi. Vit mistu eitt stig í dag, so nú er bara tvey stig niður til koll­firðingar og trý til Kynd­il, so alt kann henda enn. Harafturat gera Stíf og Neist­in nógv um seg í løtuni og taka stig frá toppliðunum, so allir dystirnir eru sera trupl­ir og týdningarmiklir sum eru eftir. Ætlaðu sær sigurin Andrias Eriksen viðurkennir, at teir í VÍF leguni, eru vón­ brotn­ir um javnleikin í høll­ ini á Hálsi sunnudagin. Vit eru sera vónbrotnir um bara at fáa javnleik í dag. Vit fáa eina sera góða byrjan, men steðga so fullkomiliga upp og eru langt aftanfyri í hálv­ leikinum. Samanumtikið var talan ikki um ein góðan dyst frá okkara síðu, har spæl­ið ongantíð koyrir ser­ liga væl, og har teirra verja og málmaður standa rættu­ liga væl. Tá veit man, at man altíð fær trupulleikar móti Neist­anum. Stíf vann botndystin Eisini á Strondum var ein hond­bóltsdystur spældur í bestu mansdeildini um viku­ skift­ið. Har spældu tey bæði aft­astu liðini í deildini, Stíf og Team Klaksvík. Endaliga úr­slitið av tí dystinum var, at strandingar drógu longra stráð­ið og vunnu dystin 29- 26. Dysturin var tó leingi javn­ur, og í hálvleikinum stóð á jøvnum 14-14. Seinasti dysturin í bestu mansdeildini verður spæld­ur í kvøld, tá Kyndil og odda­lið­ ið, H71, bresta saman í høllini á Hálsi. Tað verður bara bíðað eftir finalunum hjá kvinnunum Í bestu deildini hjá kvinnum, har tað bert verður talt niður til FM-finalurnar millum Neist­an og Kyndil vera spæld­ar, hava tveir dystir ver­ið spældir um vikuskiftið. Teir vóru VB-Stíf og Neistin- VÍF. Leygardagin var dysturin VB-Stíf spældur. Endaliga úr­slitið av tí dystinum var, at vágs­kvinnur vunnu ein triva­ligan 29-25 sigur. Sigurin hjá VB – sam­stundis sum VÍF tapti sunnu­dagin – ber við sær, at VB kvinnurnar nú meira ella minni hava tryggja sær bronsukrónurnar í deild­ ini. Sunnudagin var so sein­ asti dysturin í kvinnu­deild­ ini spældur, tá Neistin á heima­vølli tók ímóti VÍF. Har var ongantíð nakar sum helst spenningur, tí longu í fyrra hálvleiki drugu neista­kvinnur væl frá VÍF kvinn­un­um. Neistin førdi í hálv­leikinum 21-11, og hóast dyst­ur­in endaði við 32-28 sigri til Neistakvinnur, tókt­ ist sigurin ongantíð at vera í vanda. Meðan tað verður bíðað eftir FM-finalunum hjá kvinnunum, er stórur spenningur í hjá monnunum um, hvørji lið fara at spæla FM-finalur. FRAMVEGIS STÓRUR SPENNINGUR HJÁ MONNUNUM Úrslitini í FTZ-deildini um vikuskiftið: Neistin – VÍF 25-25 (15-11) Stíf – Team Klaksvík 29-26 (14-14) Stigatalvan í FTZ-Deildini: 1. H71 – 20 dystir – 29 stig 2. VÍF – 20 dystir – 27 stig 3. KÍF – 20 dystir – 25 stig 4. Kyndil – 20 dystir – 24 stig 5. Neistin – 20 dystir – 20 stig 6. Stíf – 21 dystir – 16 stig 7. Team Klaksvík – 21 dystir – 1 stig Úrslitini í Hvonn-deildini um vikuskiftið: Neistin – VÍF 32-28 (21-11) VB – Stíf 29-25 (16-16) Stigatalvan í Hvonn deildini: 1. Neistin – 17 dystir – 30 stig 2. Kyndil – 18 dystir – 30 stig 3. VB – 17 dystir – 19 stig 4. VÍF – 16 dystir – 13 stig 5. Stjørnan – 17 dystir – 6 stig 6. Stíf – 17 dystir – 4 stig