Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Pætur Albinus Vit kenna tað øll. Øði og endaleys kjak um hvat var rætt dømt og ikki. Ikki er tað lætt hjá mest út­ skeldaðu monnunum á ein­um fót­bóltsvølli, nevniliga dóma­r­u­n­ um, og fótbóltslógin, ið teir skulu handhevja, verður dagførd reglu­ liga. Ongantíð hava so nógvar broyt­ingar verið í lógini, sum tað hava verið frá 2016 til 2017. Tað er neyðugt fyri dómararnar at seta seg væl inn í allar lógar­ broyt­ingarnar, tí tað kann vera ein avbjóðing av venja seg við broytingarnar at byrja við eftir at tær eru settar í gildi. Undirvísing hevur verið á dómaraskeiði und­ an kappingarárinum, og eisini fe­ løgini hava fingið kunngjørt broyt­ ingarnar. Felags stev, kalla tey tað, ið er ein árligur fundur, sum hevur til endamáls at kunna um lógar­broytingar og stevnuna, ið er vegleiðing titl dómarar og leikarar um linjuna fyri kappingarárið. Umboð fyri øll feløgini eru við. Tann, sum hevur evstu ábyrgd av dómaraøkinum í Føroyum, er Lassin Isaksen, dómaraleiðari, ið eisini starvast sum altjóða eyg­ leiðari og fyrradagin eygleiddi lands­dystin ímillum Eysturríki og Moldova. Á úrmælingaskeiðnum, har fremstu dómararnir luttaka undan hvørjum kappingarári, er vanliga eisini ein gestaundirvísari. Í ár var tað fyrrverandi Premier League- dómarin, David Elleray, og tað var ikki av tilvild. David Elleray er nevniliga royndur undirvísari, eisini frá tíðini áðrenn hann byrjaði at døma, og situr hann eisini í nevndini í International Football Association Board (IFAB), ið er evsti myndugleiki hvat fótbóltslógunum viðvíkur. Avbjóðingar Lassin Isaksen, dómaraleiðari, við­ gongur, at tað eru avbjóðingar við teimum nógvu broytingunum. – Fótbóltslógin er umskrivað øgiliga nógv, og tað var eisini tí, at vit fingu Elleray hendanvegin. Fyrr var dómaralógin ein bók, har ein helvt var sjálvar lógirnar, og ein helvt við tulkingum av somu lóg­um. Bókin endurgav seg sjálva, og viðhvørt var ringt at samanbera lógartekstin og tulkingina av honum. Nú eru umleið 10.000 orð tik­in úr, og tulkingin er sett inn í lóg­ina, greiðir Lassin frá. Tulkingar eru lagdar inn í lóg­ ina, soleiðis at reglurnar eru ná­ greinaðar og lættari at skilja. Tað er tó nevniliga hesin tulkingar­ parturin, ið kann vera ein avbjóðing at halda skil á hjá einum dómara, ið skal taka eina kvika avgerð, og í hesum føri eru tað ymisk punkt, ið kunnu vera serliga trupul at tulka. – Í løtuni er ein tann størsta av­bjóðingin at spæla bóltin við hondini. Tað skulu óvanliga nógv­ ar metingar takast, eitt nú um armurin er í natúrligari støðu ella ikki, er armurin út frá kroppinum, hevur leikarin, ið ger seg sekan, møguleika at sleppa undan støðuni, tí fjarstøðan ímillum tann, ið skeyt, og hann sjálvan, er so stutt, hvør var ferðin á bóltin og so framvegis, sigur Lass­in Isaksen víðari. – Tað er trupult at meta um nær armurin er í natúrligari støðu. At takkla og síðani at lofta sær við arminum, er armurin tá í natúr­ ligari støðu, ja ella nei, spyr Lassin Isaksen. Hetta eru góð dømi um hvussu torgreiddar tulkingar av fótbólts­ lógini kunnu vera, men FSF heldur seg til vegleiðingarnar hjá UEFA og FIFA. – Fótbóltslógin er livandi, og hon broytist frá ári til ár. Tað, sum ikki er loyvt eitt ár, kann vera loyvt árið eftir – og umvent, sigur Lassin Isaksen. Linjan Eins og undanfarin ár, so hava dóm­ ararnir verið á skeiði undan hesum kappingarárinum. – Skeiðið er skipað soleiðis í dag, at tað er í tríggjar til fýra dagar, har vit kanna ta kropsligu støðuna hjá dómarunum, arbeiða við lógar­ spurningum og hava spurn­ingar, ið eru á skrift og sjónbandi. Eisini verða sjónbond frá UEFA gjøgnumgingin fyri at finna út av hvørja linju teir koyra, samstundis sum vit vísa egin føroysk sjón­banda­brot at samanbera við, sigur Lassin Isaksen. – Vit royna at halda okkum so tætt upp at linjuni hjá UEFA sum gjørligt. Sjálvandi er munur á torleikastøðinum í Champions League og okkara egnu kapping, men vit skulu minnast til, at hetta er fótbóltur í Føroyum, og at hann skal takast í eins stórum álvara sum aðrastaðni. Fyrireikingarnar hjá okkum eru eisini hareftir, sigur Lassin Isaksen víðari. Eisini eygleiðarar eru við á skeið­ num. Teir fáa somu undir­vísing og spurningar sum dómararnir, soleiðis at teir í best møguligan mun kunnu eftirmeta avrikini hjá dómarunum. Tó er ein partur av skeiðnum skræddaraseymaður til eygleiðararnar. Onkuntíð hava dómarar fingið skotið í skógvin, at leikararnir brúka so nógva tíð og orku upp á fót­bóltin, og so kemur ein dómari og oyðileggur dystin. Sannleikin er tó, at dómarar eisini brúka sera nógva tíð upp á døming – ja, meira ella minni alt árið, vísir Lassin Isaksen á. – Í dag er tað soleiðis, at ein dómari í Effodeildini er upptikin av døming at kalla alt árið. Tað skal skiljast soleiðis, at tað líka er tíðarskeiðið ímillum kappingarnar, at hann kann taka tað meiri róliga, men tá er eisini viðlíkahalds- og vetrarvenjing á skránni, sigur hann og peikar á, at krøvini til kropsligu støðuna eru vorðin hægri við tíðini, og at dómararnir eru í betri og betri venjing. Teir sleppa heldur ikki undan, tí umframt rennitestina, so hava teir eisini ur við GPS-ara, har krops­ligi venjarin hjá dómarunum eftir­ hyggur og metir um teirra venjing og avrik. Fótbóltslógin verður javnan dagførd, men neyvan hevur hon nakrantíð fingið eina slíka yvirháling, sum hon hevur fingið til hetta kappingarárið. - Fótbóltslógin er livandi, og hon broytist frá ári til ár. Tað, sum ikki er loyvt eitt ár, kann vera loyvt árið eftir – og umvent, sigur Lassin Isaksen, dómaraleiðari 10.000 ORÐ TIKIN ÚR LÓGINI – Tað er trupult at gera eina niðurstøðu eftir tveimum umfør­um, men sermerkt var, at tað komu óvanliga nógv kort í fyrsta umfari. So nógv, at eg tíverri ikki havi havt møguleika at greinað øll enn, men tey, sum eg higartil havi greinað, hava øll verið í lagi – tó so, at við betri leiðslu av dómarunum í einkultum støðum kundi verið sloppið undan onkrum, sigur Lass­in og leggur afturat, at tað í ár verður sligið hart niður á drál, at stilla seg fyri bóltin og líkandi