Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTSLÓGIN Útvaldar broytingar: Rangstøða: »Ástaður er har, ið brotið varð framt, eisini um tað er á egnari hálvu«. – Tað merkir m.a., at um ein leikari, sum er rangstaddur, rennur aftur á egna hálvu og nertir bóltin, skal frísparkið takast har. Fyrr skuldi rangstøðan takast uppaftur, har leikarin var staddur tá ið hann varð mettur sum rangstaddur, men nú skal tað takast uppaftur har brotið er framt – har leikarin nertir bóltin. »Um ein leikari fer av vøllinum, sum ein natúrligur partur av leiki, og hann fremur eitt brot ímóti einum øðrum leikara, sal fríspark dømast á linjuni, sum er nærmast har, sum brotið varð framt. Um brotið skal sektast við beinleiðis frísparki, og tað veðrur framt innanfyri brotssparksteigin hjá leikaranum, sum fremur brotið, skal brotsspark dømast.« – Hetta er ein serlig broyting í lógunum. Nú kunnu øll, ið standa á dómaraseðlinum, t.e. eykaleikarar og hjálparfólk, vera orsøkin til fríspark ella brotsspark. Tað kann verða dømt, um viðkomandi órógvar leik ella ger brot ímóti einum av teimum 22 leikarunum, sum eru á vøllinum. Hjálparfólk er felagsheiti fyri venjarar, liðleiðarar o.o., ið sita á bonkinum. Tað stutta av tí langa er, at nú kunnu øll onnur enn leikarar gera fríspark ella brotsspark. Eisini um tað verður gjørt uttanfyri vøllin – bara bólturin er í spæli. Revsingin fyri at frátaka upplagdan málmøguleika er broytt. Er revsingin gjørd inni í brotsteiginum við erligari roynd at spæla bóltin við fótinum, men tað miseydnast og tað verður brotsspark, so verður tað nú revsað við gulum korti. Leikur, sum í álvarsligan mun ikki er loyvdur, er tó framvegis reytt kort, og reytt kort er eisini eisini revsingin, um tú frátekur upplagdan møguleika við hondini – tað kann vera at hála, at skumpa ella at spæla bóltin við hondini. Áður eru 5+5 fólk sloppin at sita á útskiftarabonkinum. Fimm leikarar, og fimm leikarar. Hetta er broytt til 7+7, soleiðis at tað nú kunnu sita upp ímóti 14 fólkum á útskiftarabonkinum. Lassin Isaksen sigur, at feløgini hava tikið Comet FSF hevur í ár tikið eina nýggja skipan í brúk, sum skal lætta um tann umsitingarliga partin, ið nú er vorðin pappírsleysur. Alt verður gjørt á einari teldu ella teldli. Tað er skipanin Comet, ein vird og nógv brúkt skipan úr Kroatia, ið er nýggja loysnin. – Tað hava verið avbjóðingar við nýtslu av skipanini síðan vit byrjaðu, eitt nú tí at hvør einasti brúkari, dómari, eygleiðari, feløg og FSF-starvsfólk skulu hava brúk­ a­ra og loyniorð. Tað eru nógvir persónar, og tað hevur skapt eitt sind­ur av avbjóðingum, sigur Lass­ in. Væntað verður annars, at tá ið skipanin er komin í fullar snún­ingar, verður hon til stórt gagns hjá øllum. Tað er nú smid­ ligari hjá feløgunum at gera dóm­ ara­seðl­arnar, og samstundis smid­ligari hjá dómarunum at skráseta mál, kort og annað. Eisini dómaraavrokningar verða greiddar inni á Comet-skip­anini, og at kalla alt er sjálvvirkið. Eftirfylgjandi út­ roknar skipanin eisini øll hugsandi hagtøl. Nógv kort Eftir fyrsta umfar í Effodeildini í ár var stóra samtaluevni, at tað komu óvanliga nógv kort. 33 gul kort og eitt beinleiðis reytt kort var úrtøkan úr teimum fimm dyst­ unum í fyrsta umfari. – Tað er trupult at gera eina niðurstøðu eftir tveimum umfør­ um, men sermerkt var, at tað komu óvanliga nógv kort í fyrsta umfari. So nógv, at eg tíverri ikki havi havt møguleika at greinað øll enn, men tey, sum eg higartil havi greinað, hava øll verið í lagi – tó so, at við betri leiðslu av dómarunum í einkultum støðum kundi verið sloppið undan onkrum, sigur Lass­ in og leggur afturat, at tað í ár verður sligið hart niður á drál, at stilla seg fyri bóltin og líkandi. – Vit hava fokus á »at seinka upp­afturtøku av leiki« verður gold­ið við kassa eitt, gult kort. Tað gera vit inntil vit føla, at leikararnir hava skilt boðskapin, sigur Lassin Isaksen og staðfestir, at fleiri av teimum gulu orsøkunum í fyrsta umfari komu av hesi orsøk. Annars heldur hann, at tað kunnu vera fleiri orsøkir til at so nógv gul kort komu. – Ein av orsøkunum kann eisini vera, at dómararnir fáa øgiliga nógvar upplýsingar á skeiðnum, og at kappingin framvegis ikki er farin í gongd. Teir hava dømt hissini venj­ingardystir, sum ikki eru eins intensir sum veruligir Effodystir. Time'ingin hjá leikarunum hevur kanska heldur ikki sitið heilt, og alt er viðvirkandi til at dómarar og leikarar líka skulu banka rustin av sær, sigur Lassin Isaksen. – Tað er eitt sindur sum at súkkla. Øll duga tað, men hevur tú ikki súkkla í longri tíð, so skalt tú brúka eina tíð upp á at koma á lagi aftur, sigur Lassin Isaksen at enda.