Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge GUNNAR NIELSEN 3 Málverjin hevur lítið at gera og røkir tær uppgávur hann skal. Einu ferðina missur hann bóltin, tá Andorra kem­ ur við hornasparki, meðan hann í øðrum førum heldur bólt­inum væl. Tí verður tað til eina miðal meting, hóast hann heldur málið reint. JÓNAS TÓR NÆS 3 Er sum altíð stinnur í verju­ støðu, har hann røkti sína upp­gávu væl. Valdi helst ov oft­ani tað løttu avleveringina í uppspælinum, men tók sam­stundis fleiri renningar fram­við, men fekk ongantíð bólt­in hjá Kaj Leo í Bart­als­ stovu, uttan tað einu ferðina, tá úrslitið er eitt frálíkt inn­ legg, sum Hallur Hansson ikki fær høvdið ordiliga á. ATLI GREGERSEN 4 (DAGSINS SPÆLARI) Er sum altíð spælskiparin í verj­uni, har hann tordi og eydn­aðist við fleiri av longu sendingunum. Mundi eisini sent ein skelk gjøgn­ um fótbóltsheimin, tá hann var um at skora. Stóð eis­ini sterkur í myndini í verju­ støðu og tordi at spæla skjótu og meiri djørvu av­lev­ er­ing­ina. JÓHAN TROEST DAVIDSEN 3 Stóð eisini sterkur í myndini í verju­spælinum, har hann greiddi sína uppgávu væl. Var eis­ini djarvur í summum støð­um og vann okkum fyri­ mun­ir. Stóð ikki eins sterkur í av­spælinum og tað telur eitt sindur niður í júst hesum dyst­inum, tá vit hava bóltin so nógv. VILJORMUR DAVIDSEN 4 Hevur eitt javnt høgt støðið á landsliðnum, og tað sóu vit aft­ur í Andorra. Torir at hava bólt­in leita eftir framrættaðu loysn­ini. Fekk tó ikki nógva hjálp frá viðspælarunum long­ur frammi. Greiddi eisini sína skyldu í verjupartinum, men manglaði tað seinasta at gera mun. HALLUR HANSSON 4 Spældi við leinkju um beini, tí hann ongan uppbakning hevði á miðjuni í hesi spæl­ skip­anini. Tí slapp hann ikki so oftani framvið, sum vit hava sæð fyrr. Gekk á odda í stríðnum á miðjuni og burdi helst fingið bóltin frá Jóan Símuni, tá hesin fór í skjót­ álop. Kundi eisini havt av­ gjørt til seinast. SØLVI VATNHAMAR 3 Hevði sama trupulleika sum Hall­ur og kom tí sjáldan í góð­ar álopsstøður, sum vit kenna hann fyri í Víkingi og á vonginum á landsliðnum. Er fram­tíðin á verjukenda mið­vøllinum í mangul av betri, tá hugsað verður um at hann trívist best longur frammi á vøllinum. Royndi sum frægast at spæla bólt og hevði eitt kanón frí­sparks­ inn­legg til seinast. KAJ LEO Í BARTALS­ STOVU (ÚT 70. MIN) 3 Deildar meiningar um av­rik­ ið hjá gøtumanninum, sum einki endaprodukt hevur í sín­um spælið á landsliðnum. Fær tó miðal meting herfrá, tí hann torir at halda upp á bóltin og bjóða av í støðum, har vit høvdu brúk fyri tí. 3-tal fyri dirvið framum avrik. GILLI RÓLANTSSON SØRENSEN (ÚT 82. MIN) 2 Hevði góðar løtur, men fellur totalt vekk úr dystinum í seinna hálvleiki. Tað telur eis­ini nógv niður, at hann reag­erar upp á fyrsta frí­ spark­ið, sum verður gjørt móti honum. Tykist hava trup­ult við at spæla væl á vong­inum og stóð seg sam­ an­lagt ikki væl – serliga í mun til evnini, ið eru góð. JÓAN SÍMUN EDMUNDSSON 2 Kundi fingið 1-tal fyri at tveita seg við gulum korti, ella ikki at spæla upp á tvør til Hall Hansson í fyrra hálv­ leiki, kundi eisini fingið eitt 4-tal fyri at verða tann ein­ asti spælarin á vøllinum, sum kom í góðar støður í opn­um spæli. Íroknað brotnu nøsina, so verður hann ikki revsaður hart fyri býttu útvísingina. PÁLL A. KLETTSKARÐ 2 Fekk møguleikan sum fremsti mað­ur og stríddist fyri seg. Var ein góð hjálp í verju­støðu, tá hinir høvdu deyð­bólt­ar, men í fram­rætt­ aða spælinum kom hann sjáld­an í góðar støður. Vann ikki so nógvar av tví­dyst­un­ um, men bleiv eisini eitt off­ ur fyri ráðaleysum upp­spæli, og samansetingini, ið ikki gav nógv innlegg. BÁRÐ UR J. HANSEN (INN 70.MIN) 2 Kemur inn seinastu tjúgu min­utt­irnar á høgra mið­ vøll­in. Fekk ikki so nógv at arb­eiða við og avrikið bleiv eis­ini ávirkað av, at vit fingu eina útvísing. PÓL JÓHANNUS JUSTINUSSEN (INN 82.MIN) 2 Kom inn seinastu min­utt­ir­ nar, men torført at gea eina met­ing. Kom ikki ordiliga í spæl, men hevði onkran tví­dyst og bjóðaði seg fram, men gjørdi sum so ikki mun. LARS OLSEN 2 Hesa ferð rakti Lars Olsen ikki taktikkin rætt, men hin­ veg­in kunnu vit eisini siga, at fingu vit tað eina málið, so var alt gott. Liðuppstillingin sá gott út á papírinum, men tað bleiv skjótt greitt, at vit høvdu ikki eina greiða ætl­an, eft­ir at vit komu um miðj­ una. Hallur Hansson og Sølvi Vatn­hamar spældu við leinkju um beinini, men tað var ilt at fáa eyga á hugskotið við vengrunum, sum báðir spældi við sterkara beininum inn í vøllin. Tá so ongar renningar komu í djúptinan blívur spæl­ið statiskt. Páll A. Klett­ skarð spældi sum tar­get­ mað­ur, meðan Jóan Símun Ed­munds­son mangan kemur móti bóltinum. Hetta gav alt ov fáar vandastøður. Eisini valdi Lars Olsen at bíða leingi við at broyta nak­ að. Tá so broytingin kom var hon mann fyri mann. Hetta var dysturin har landsliðið hevði mest brúk fyri einum takt­iskum uppleggi, men tá var ilt at fáa eyga á. DÓMARIN 2 Ognjen Valjic úr Bosnia dømdi sín fyrsta altjóða dyst. Sæð við føroyskum brillum, so kosaði hann okkum sig­ ur­in. Fyrst eiga vit eitt klárt brotsspark, har Jóan Sím­ un Edmundsson fær ein alboga, sum brýtur nøsina. Dómarin gevur gult, meðan toftamaðurin bløðir. Eftirfylgjandi letur hann spæl­ar­arnar hjá Andorra spæla býtt og tveita seg runt á vøll­inum, og seinka upp­aft­ ur­tøku av spælinum at kalla hvørja ferð. Eisini eigur Páll A. Klettskarð brotsspark. Vit fingu eisini tvey inn­ køst, sum heilt greitt vóru til Andorra. Tað gjørdi ikki mun, men víst á ein dómara, sum ikki hevði tamarhald á dyst­inum. Tá tað er sagt, so er torført at døma Andorra, tí spæli­hátturin er so skitin, men dóm­arin var heldur ikki upp­gávuna vaksin. trondur@sosialurin.fo SVIMJING VERJAN STÓÐ STERKAST Í MYNDINI FÓTBÓLTUR SPÆLARAMETINGAR Metingarnar hesa ferð eru gjørdar eftir gamla leistinum, har metingarnar eru frá eitt til seks. Hetta fyri ikki at skifta til tíggju-skalan, sum vit brúka til heimligu kappingina, mitt í HM undankappingini. Tað er nógvar ymiskar meiningar um avrikið í Andorra. Hetta er okkara Landsliðið syngur tjóðsangin undan dystinum móti Andorra á Estadi Nacionale í Andorra  Mynd: Fótbóltssamband Føroya