Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Tað kom ikki óvart á, at Lars Ol­sen setti klaksvíkingin Páll A. Klettskarð í álopið til dystin móti Andorra. Hann hevur verið stinnur í álop­in­ um hjá KÍ, og tolin bíðað eftir sínum landsliðsmøguleika. Saman við Kaj Leo í Bartalsstovu og Gilla Ról­ ants­son Sørensen skuldu teir prógva, at landsliðsvenjarin kann rokna við teimum. Hó­ ast ein navn­fram­an miðvøll við Halli Hans­son, Sølva Vatn­ham­ar og Jóan Símun Ed­munds­son, so riggaði bland­ingin ikki. Í staðin fyri at renna verj­ una hjá Andorra umkoll, so bleiv alt spælið trýst inn móti miðjuni, har sentralu mið­vall­ararnir ikki sloppu til sín rætt, meðan Jóan Sím­ un Edmundsson og Páll A. Klettskarð ikki fingu sam­ an­spælið ella for­deil­ing­ina í renningunum at rigga. Góðkendur fyrri hálvleikur Tað var ikki pent at hyggja at, og tað var ikki undirhaldandi, men føroyska liðið hevði fakt­ist gott tamarhald á fyrra hálvleiki. Hyggja vit við positivum brillum, so hava vit fýra stórar møgu­leik­ar. Tríggjar ferðir er Jóan Sím­un Edmundsson upp­havs­mað­ur. Tá hann fær albogan, men fær gult kort fyri film, tá hann rekur allan vøllin og skjýtur sjálvur og tá hann endar á baklinjuni, og legg­ ur bóltin innfyri. Fjórða mál­møguleikan fekk Hallur Hans­son, eftir gott innlegg frá Jónasi Tór Næs. Umframt tað, so hava vit eisini einar tríggar deyð­ bólts­støður, har vit kundu fing­ið meiri burtuúr. Í hinum end­an­um hevur Andorra onga vandamikla roynd á mál­ið. Í millum hetta er fleiri spæl­stopp, varið uppspæl og eitt vet av fjáltri at hóma á monn­um. Í støðum riggar smá­spælið á vonginum, men ov sjáldan koma vit í góðar støð­ur í opnuum spæli, men sum heild er fyrri hálvleikur góð­kendur. Hálvur tími av oyðumarkargongd Fyrsti hálvi tímin av seinna hálvleiki er beinleiðis vána­ lig­ur. Vit koma ikki til nakr­ an møguleika, vit tora ikki at spæla og tað merkist á vøll­in­ um, at okkara spælarar ikki eru í javnvág. Fleiri mistøk verða gjørd, men eisini lat vit okk­um ávirka av áhaldandi tvætl­inum, sum spælararnir hjá Aandorra koma við. Nú steðgar upp á vengr­ un­um hjá okkum, meðan ótt­in fyri at tapa tykist hava valdið á sentrala mið­ vøl­l­inum, sum ikki kem­ur framvið. Jóan Símun Ed­ munds­son tykist frustr­er­að­ ur, meðan klaksvíkingurin á topp tapur sínar tvídystir. Tað var nú vit høvdu brúk fyri, at onkur av spæl­ ar­unum tók ábyrgd, ella at Lars Olsen spældi trumfin. Mað­ur­in, ið átók sær at bjóða And­orra av var Jóan Símun Ed­mundsson, men tað spælir ikki væl av. Útvísting og køld høvd Eitt korter fyri tíð kemur tofta­maðurin heilt aftur á miðj­una at biðja um bóltin. Hann rekur framvið einum, tveim­um og bjóðar tí triðja av, tá hann letur seg detta við tí í huga, at spælarin hjá An­dorra kemur við takl­ing­ ini. Tað gjørdi hann ikki og tofta­maðurin má súra túrin av vøllinum. Samanlagt var tað ikki til útvísting, men tá hann hevði fingið fyrra gula, so kemur hatta undir at verða eitt býtt gult kort – sum kostar útvísing. Nú fær Andorra mót og byrj­ar at leypa á, meðan før­ oyska liðið í felag velur at verja reina málið. Tað eydn­ ast væl og føroysku spæl­ar­ ar­nir skulu hava rós fyri at um­stilla seg og samstundis søkja vinnandi málið. Páll A. Klettskarð kundi væl fingið eitt brotsspark, tá bólt­ur­in kom innfyri, meðan Hall­ur Hansson fekk sein­ asta møgu­leikan í dyst­in­um. Har­til var An­dorra ikki so nær við at skora, at tað kann rokn­ast sum vandamikið. Hvat kundi verið øðrvísi? Tað lætt at sita aftaná ein dyst og gera sær meiningar, um nakað, ið longu er hent. Men við útvísingini hjá Jóan Símun Ed­munds­son, so skulu vit spæla uttan tofta­ mann­in móti Sveis. Tá verð­ ur neyð­ugt við stuðli frá mið­ vøll­in­um, um vit skulu hava mál. Her kemur ein partur av putli­spæl­in­um at leggja seg sjálvt, tí Fróði Benja­min­sen er tøkur aft­ur eft­ir leik­bann. Við hon­um á verju­kenda mið­vøll­in­um, so kunnu Sølvi Vatn­ham­ar og Hall­ur Hans­ son elta mál frá miðj­uni, í størri mun enn í Andorra. Sæð í bak­spegl­in­um, so kundi Lars Olsen møgu­liga havt sett eitt nú Rógva Bald­ vins­son inn á verju­kenda mið­vøllin, fyri at fáa ta eff­ ekt­ina. Eisini gekk illa hjá okkara inn­at­ventu vengrum at skapa nakað. Her kundi ver­ ið rist í posanum við eitt nú síðu­skifti ella útskifting, so Bárð­ur J. Hansen kom inn nak­að fyrr – ella á bakkin. Eisini manglaðu vit ferð sein­astu minuttirnar. Tá kundi ein møguleiki verið, at sent Gilla R. Sørensen fram í álopi. Móti Sveis mugu vit hava Andreas Lava Olsen við, um hann er tøkur. Hann hevði verið ein uppløgd inn­ skift­ing í Andorra. trondur@sosialurin.fo Málleyst í Andorra: SAMANSETINGIN RIGGAÐI IKKI Lars Olsen og føroyska landsliðið raktu ikki seymin á høvdið í HM undankappingardystinum í Andorra. Okkara vandamiklastu endaðu við at spæla við leinkju um beinini, meðan kreativu spælararnir ikki hava eitt endaprodukt FÓTBÓLTUR Myndir: Fótbóltssamband Føroya Bólkur B støðan DYSTIR VUNNIÐ JAVNLEIKUR TAPT MÁL FYRI MÁL ÍMÓTI MÁLMUNUR STIG Sveis 5 5 0 0 10 3 7 15 Portugal 5 4 0 1 19 3 16 12 Ungarn 5 2 1 2 8 6 2 7 Føroyar 5 1 2 2 2 8 -6 5 Lettland 5 1 0 4 2 9 -7 3 Andorra 5 0 1 4 1 13 -1 1 Sølvi Vatnhamar kom ikki til sín rætt á miðvøllinum Myndir: Fótbóltssamband Føroya Viljormur Davidsen stóð seg væl á vinstra bakki