Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Tróndur Arge Sjáldan hevur eitt føroyska lands­liðsstig verið møtt av so stórum kritikki og iðran, sum stigið, ið Føroyar fingu á útivølli móti Andorra leyg­ ar­kvøldið. Frammanfyri okk­ um stóð eitt landsliðið, ið als ong­an áhuga hevði í at spæla fótbólt ella undirhalda. Landsliðið var ávarað und­an dystinum, at Andorra hev­ur ongan áhuga í spæla ella undirhalda, men teir yvir­spæla hvørja støðu og royna at petta dystin sundur. Longu aftaná ein minutt rigg­aði. Gilli Rólantsson Sør­ en­sen verð­ur takl­aður og reag­er­ar. Tað endar við at eina av teirra tveitur seg og held­ur fyri andlitið. Soleiðis gekk restina av dyst­in­um og dómarin vísti ikki stórvegis áhuga, at fáa gongd á dystin. Andorra slapp at spæla sítt spæl, með­ an okkara fullu í egna fellu. Gummi og favorittar Føroyska ferðalagið fóru úr Før­oy­um longu týsdagin. Flog­ið varð til Barcelona og so víðari við bussi niðan í fjøll­ini í Andorra. Liðið vandi tvær ferðir mikudagin og gitingarnar vóru nógvar, um hvør skuldi koma inn, nú menn sum Sonni Ragn­ar Nattestad, Fróði Ben­ja­min­ sen og Brandur Hendriksson Ol­sen ikki vóru við. Fyrstu metingar vóru, at Pól Jóhannus Just­in­us­ sen fór at stuðla Jóan Sím­ un Edmundsson í álop­in­ um. Hósdagin var kalt og sjúka gjørdi um seg í lands­ liðsleguni. Lars Olsen valdi at avlýsa venjingina seinna­ partin, sum eina fyribyrging. Dagin fyri dystin vandi lands­liðið á Estadi Nacional, sum er tjóðarleikvøllurin hjá An­dorra. Leikvøllurin liggur mitt í høvðusstaðnum og tek­ur beint yvir trý túsund áskoð­arar. Serliga undirlagið á vøll­ in­um fekk nógva umrøðu. Svørtu gummikúlurnar, sum vóru gerandiskostur í Før­ oyum fyri tíggju árum síð­ ani, ger tað torført at spæla bólt­in á jørðini. Spælararnir siga allir við ein munn, at hetta verður ein torførur dystur, men at vøll­urin ikki er ein umbering. Kuldi, kavi og Klettskarð Á dystardegnum vaknaðu før­ oysku spælararnir til kulda og kava í Andorra. Eina løtu vóru gitingar, um at dysturin møgu­liga bleiv út­settur. Tað bleiv líggjari og ivin var ógrund­aður. Upp í móti hundr­að føroyskir áskoð­arar vóru komnir til dyst­in. Á middegi bleiv kunn­ gjørt, at Páll A. Klettskarð kom inn á fremsta plássi, at leggja trýst á verjuna hjá Andorra. Hóast fleiri mans ikki vóru tøkir, so tóktist vón­irnar vera góðar. Fjallatopparnir, ið mynda dal­in, sum Andorra la Vella ligg­ur í vóru hvítklæddir, men tað var væl spælandi á vøll­inum. Føroysku áskoðararnar hoyrd­ust væl í øðrum end­ an­um av langsíðuni, meðan áskoð­ararnir hjá Andorra gjørdu sítt í hinum endanum. Ávegis at seta met Tá dómarin bríkslaði fyri sein­astu ferð var tað sum um, at okkara høvdu tapt dyst­in. Hóast reytt kort til Jóan Símun Edmundsson eitt stórt korter fyri tíð, so var tað ein beiskur biti at bara fáa eitt stig. Í stóra samanhanginum kunn­u vit brúka eitt stig til nógv. Fyrst og fremst, tí tal­ an er um eitt stig á útivølli og tí vit nú hava fimm, sum er tvey frá metinum fyri eitt føroyskt landsliðið í und­an­ kapp­ing. Eisini er vert at nevna, at vit eru í mars mánaði, sum mangan hevur verið vána­ lig­ur fyri landsliðið, tí før­ oyska kappingin illa nokk er komin í gongd. Vit høvdu sjey spælarar, ið ikki vóru við og hildu málið reint fyri triðju ferð í fimm dystum í bólka­spælinum. Andorra hevur eisini stað­ ið seg væl á heimavølli, har lið­ið millum annað bara hev­ ur tapt við einum í hesum und­an­kappingarbólkinum. Fyrsta stigið síðani 2005 Tá umberingarnar eru rull­ Málleyst í Andorra: STOKTIR Í EGNUM FEITTI Heimaliðið brúki øll triksini í bókini, tá føroyska landsliðið bleiv stokt í egnum feitti í kuldanum í Andorra. Kuldi, vánaligur vøllur og hart spæl. Tað hevur mangan verið uppskriftin hjá einum føroyskum liði. Leygarkvøldið bleiv uppskriftin brúkt móti okkum