Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FÓTBÓLTUR Fleiri mistu fokus Lars Olsen var vónbrotin av, at føroysku spælararnir lótu seg lokka, tá ið Andorra spælararnir gjørdiu soleiðis, sum tað var roknað við að­ar fram, so skal javn­leik­ urin eisini síggjast í ljós­in­um av, at hetta er fyrsta stig­ið hjá Andorra í 58 roynd­um. Seinast teir fingu stig var í 2005. Andorra hev­ur spælt hundrað und­an­kapp­ing­ar­ dyst­ir og bara fingið stig í fýra av teimum. Ein sigur og tríggj­ar javnleikir. Tá vit nú meta okkum verða komin víðari frá tíðini sum pinkutjóð í fótbólti, so skulu vit eisini avrika á ein­ um hægri stigi og vinna ein slík­an dyst. Tað er ikki fyrr enn vit telja alt saman, at vit koma í eina støðu, har vit kunnu verða nøgd við javn­ leik­in. Beikst og skitið Dysturin fekk ongantíð nak­að undirhaldsvirðið, tí talan var um eitt lið, ið als ikki vildi, og eitt lið, sum ikki kláraði. Gjøgnum all­an dystin drálaðu and­orr­isku spæl­ar­arnir. Við deyð­bólts­ støð­um tóku teir alla tað tíð teir sluppu, teir órógv­aðu, tá okkara høvdu deyð­bólt­ar og so fingu teir nakað so ilt hvørja ferð teir duttu. Tá samanumkom bleiv tal­an um ein illa spæld­an dyst við nógvum spæl­stopp­ um. Føroyska liðið megn­aði bara í løtum at leggja trýst á heimaliðið, sum fekk sítt fyrsta stig í einum und­an­ kapp­ing­ar­dysti í nógv ár. Føroyska landsliðið er í holt við einum góða und­an­kapp­ ing, men hesa ferð bleiv tað bara til eitt stig, tí vit blivu stokt­ir í egnum feitti. trondur@sosialurin.fo Landsliðsvenjarin Lars Ol­sen visti ikki, um hann skuldi gráta ella flenna, tá ið bosniski dómarin hevði bríksl­að fyri síðstu ferð: – Tá ið tað ikki eydn­að­ ist at vinna, so er mál­leys­ ur javnleikur besta úr­slit­ ið, sum vit kunnu røkka, og tað gjørdu vit. Eft­ir at Jó­an Sím­un Ed­munds­ son varð út­víst­ur, spøkti møgu­leik­in, at Andorra skuldi spæla seg til upp­ lagd­an møgu­leika og kanska vinna, men tíbetur varð tað ikki soleiðis. Eftir hampuligan fyrra hálv­leiki riggaði tað ikki eft­ir steðgin? – Vit spældu okkum til stór­ar møgu­leik­ar undan steðg­inum. Onkran teirra áttu vit at um­sett til mál og harvið til trý stig, men tað megn­aðu vit ikki. Eft­ ir steðg­in hekk tað nógv verri saman. Vit vistu, hvussu Andorra fór at spæla, og at talan fór at verða um drál og ikki altíð so reint spæl í nær­dyst­un­ um. Vit høvdu av­rátt, at hesum skuldu vit síggja burtur frá, og at vit skuldu hava fokus á okk­ara avriki, men tað gloymdu onkrir spælarar tí­verri, og tað var spell. Tað er al­neyð­ugt, at vit ikki missa okkum burtur í tí­lík­um støðum, segði Lars Ol­sen. Liðformaðurin Atli Greg­ersen staðfesti, at hetta var frustrerandi: – Tað kendist sum um, at teir fingu langt tjóð­ur frá dóm­ar­an­um, ónoll­ur­ nar í nær­dyst­un­um vóru nógv­ar, og steðg­ir­nir vóru óvan­liga nógvir og langir. Vit høvdu teir báðar møgu­leikarnar, sum skulu til fyri at skora í fyrra hálv­leiki, og Jóan Sím­un varð snýttur fyri brots­ spark, tá ið hann í stað­in fyrru ferð sá gult. Posi­ tivt er tað at staðfesta, at hetta var triðja ferðin, at vit í fimm royndum í hesi und­an­kapp­ingini megn­ aðu at halda nullið. Vit skulu vera positivir, men satt at siga var tað eitt stórt vón­brot, at vit ikki megn­aðu at vinna, segði Atli Greg­ersen. Pól Jóhannus Just­in­us­ sen varð skiftur inn, tá ið tað restaðu átta minuttir. Hetta var 25. ferðin, at hann var á landsliðnum. Fjør­uti spælarar hava nú verið á landsliðnum í hvussu so er 25 ferðir. Andorra-Føroyar 0-0 Leikvøllur: Estadi Nacional Dómarar úr Bosnia: Ognjen Valjic, Senad Ibrisimbegovic, Sreten Udovicic og Edin Jakupovic (BIH) Andorra: Josep Gomes – Chus Rubio (Marc Garcia, 46.), Max Llovera, Ildefons Lima, Moisés San Nicolás – Marc Pujol (Alex Martínez, 54.), Marc Vales – Jordi Rubio (Ludovic Clemente, 77.), Marcio Vieira, Cristian Martínez – Jordi Aláez Gult kort: Jordi Rubio 11., Marcio Vieira 40., Ildefons Lima 90., Marc Garcia 93., Moisés San Nicolás 93. Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Ferran Pol, Marc Rebés, Emili Garcia, Sergi Moreno Venjari: Koldo Alvarez Føroyar: Gunnar Nielsen, 38/0, FH Ísland – Jónas Þór Næs, 49/0, ÍBV Ísland, Atli Gregersen, 36/0, Víkingur, Jóhan Troest Davidsen, 34/0, HB, Viljormur Davidsen, 18/0, Vejle BK Danmark – Sølvi Vatnhamar, 16/1, Víkingur, Hallur Hansson, 27/3, AC Horsens Danmark – Kaj Leo í Bartalsstovu, 10/0, ÍBV Ísland (Bárður J. Hansen, 5/0, NSÍ, 70.) Jóan Símun Edmundsson, 41/5, OB Danmark, Gilli Rólantsson, 15/0, Brann Noreg (Pól Jóhannus Justinussen, 25/0, NSÍ, 82.) – Páll A. Klettskarð, 14/0, KÍ Gult kort: Jóan Símun Edmundsson 9., Viljormur Davidsen 51. Reytt kort: Jóan Símun Edmundsson 74. (tvey gul kort) Á beinkinum uttan at verða skiftir inn: Símun Rógvi Hansen, 0/0, NSÍ, Teitur M. Gestsson, 1/0, HB, Odmar Færø, 15/0, B36, Rógvi Baldvinsson, 24/2, Bryne Noreg, Hørður Askham, 0/0, KÍ, Jóannes Bjartalíð, 0/0, KÍ, Klæmint A. Olsen, 8/0, NSÍ Venjari: Lars Olsen Hjálparvenjari: Jóannes Jakobsen Fakta frá dystinum: Skot: 8 – 10 Skot á mál: 1 – 2 Spælfordeiling: 42% - 58% Avleveringar: 141 – 388 Rættar avleveringar: 94 (67%) – 329 (85%) Horna: 7 – 3 Rangstøður: 0 – 3 Gul kort: 5 – 3 Reyð kort: 0 – 1 Gjørd fríspørk: 19 – 14 Myndir: Fótbóltssamband Føroya