mánadagur 27. mars 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hey Hallur, hvat er søgan
handan keddu myndina frá
tíðindafundinum?
Eg fekk ongan spurning, eftir
at hava siti í ein hálvan tíma og
bíðað í frosti, men um tú hyggur
eftir øðrum myndum, so var
lagið ikki so galið, sum tað sær
út.
Ókey, men ert tú keddur nú, tá
tað bleiv til málleysan javnleik?
Heilt erligt, so haldi eg at ein
javnleikur er undirvurderaður,
tá vit hugsa um úrslitini hjá
teimum á heimavølli. Umframt
at vit fáa ein mann útvístan, men
sjálvandi vildu vit vinna.
Tú hevði ein møguleika seint í
dystinum. Hvat hendi?
Eg sá bóltin seint og náddi ikki
at bestemma um eg skuldi skjóta
ella stúta bóltin. Tí bleiv tað
til eitt millumting, sum tað var
einasta tað ikki mátta blíva.
Tú skal nú aftur til AC Horsens,
mem tú hevur also ikki vunnið í
11 dystir, hvat sker?
Ja, eg má viðganga, at tað hevur
verið trupul tíð í Horsens í
seinastuni, men hartil skal sigast,
at Horsens vann á AaB, men tá
var eg ikki við. Tað ætli eg mær
at broyta móti OB, og teimum
havi eg skorað ímóti seinastu
tvær ferðirnar.
Hvat sigur tú, um tú verður
biðin at koma á tíðindafund
næstu ferð?
Eg lovi at smílast, sjálvt um eg
ikki fái nakran spurning, men eg
eri altíð við upp á tað.
Vikan ið fór
Føroyska U17-landsliðið dreingjum
skapar kanska størstu føroysku
fótbóltssensatiónina nakrantíð, tá ið
liðið vinnur 2-1 á Slovakia í seinasta
dystinum í Elite Round kappingini
á Kypros. Úrslitið hevur við sær, at
føroysku dreingirnir spæla seg til
EM-endaspælið í Kroatia í mai.
Føroyska kvinnulandsliðið í fótbólti
fer tvey pláss fram á styrkislistanum
hjá FIFA. Føroyar eru nú nummar
72 á listanum, sum telur 115 lond.
Gianluigi Buffon spælir sín dyst
nummar 1.000 á hægsta støði,
tá ið hann verjir málið hjá Italia
í HM-undankappingardystinum
móti Albania. Dysturin er
samstundis hansara landsdystur
nummar 168 fyri Italia.
Lutakast hevur verið til fyrsta
umfar í EM-undankappingini til
EM 2018 hjá kvinnulandsliðum
í hondbólti. Føroyar komu í bólk
saman við Finnlandi og Grikkalandi,
meðan Ísrael, Kosovo og Georgia
endaðu í hinum bólkinum. Eitt
lið kemur víðari úr hvørjum bólki,
sum verður spældur í juni.
11 ára gamli Rói Hjaltason úr
borðtennisfelagnum Tór úr Havn
vinnur allar fýra aldursbólkarnar,
tá ið FM fyri ung í borðtennis
verður leikt í Trongisvági. Hann
vinnur gull í piltum, smádreingjum,
dreingjum og mansunglingum.
Pál Joensen boðar frá, at hann verður
ikki við føroyska svimjilandsliðnum,
sum skal taka lut á Oyggjaleikunum
í Gotlandi í summar. Orsøkin er,
at kona Pál skal eiga um júst
somu tíð, og tí hevur Føroya
fremsti svimjari meldað avboð.
Eyðvør Klakstein ger aftur vart
við seg, tá ið spanska felag
hennara Mislata vinnur 6-1 í
næstbestu sponsku kappingini.
Eyðvør skorar eitt av málunum
hjá Mislata í stórsigrinum.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Tað segði Kaj Leo í Bartalsstovu, føroyskur landsliðsleikari,
um motivatiónina hjá føroysku leikarunum undan
landsdystinum móti Andorra farna leygardag
Tað søgdu Gilli Rólantsson og Jóan Símun Edmundsson,
landsliðsleikarar, í Sportboxini á Rás 2 fríggjadagin, tá ið teir blivu
spurdir, hvør landsliðsleikari kundi finna uppá at snýta til venjing
– Vit kundu spælt á eini eplaveltu, men
vit høvdu verið motiveraðir alíkavæl.
– Atli Gregersen finnur onkran máta at
snýta uppá. Atli hevur altíð onkra fidus,
um hann er við at tapa til venjing.
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Hallur Hansson
Aldur: 24 ár
Starv: Fótbóltsspælari
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1 Føroyar og Andorra spældu 0-0 leygardagin. Hvør
av føroysku leikarunum á vøllinum hevur spælt
flestar dystir fyri Føroyar?
2 Føroyar og Andorra hava einaferð áður spælt
málleysan javnleik í einum venjingardysti í Cadiz í
Spania. Hvat ár var tað?
3 Hvussu eitur høvuðsstaðurin í Andorra?
4 Tríggir av leikarunum í føroysku byrjunar
uppstillingini eru liðskiparar í sinum heimliga
felagi – hvørjir eru teir tríggir?
5 Hvussu eitur nýggi málmansvenjarin hjá føroyska
landsliðnum?
6 Ongland vann í gjár 2-0 á Litava í HM-undan
kappingini. Hvør er enskur landsliðsvenjari?
7 Ein 34 ára gamal leikari spældi sín fyrsta
landsdyst fyri Ongland í nærum fýra ár í gjár, og
tað var hesin leikarin, sum legði Ongland á odda
1-0. Hvør er leikarin?
8 Hvat felag umboðar áðurnevndi leikari?
?
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1. Jónas Tór Næs
2. 1999
3. Andorra La Vella
4. Atli Gregersen,
Víkingur, Johan
Troest Davidsen,
HB og Viljormur
Davidsen, Vejle BK
5. Emeka Andersen
6. Gareth Southgate
7. Jermain Defoe
8. Sunderland
Hetta er søgan um fyrstu árini hjá
tí, sum vit í dag kenna sum Nike,
Sum flestu av stóru fyritøkunum
í heiminum, so byrjar tað við ein
um hugskoti og nøkrum fólkum,
sum eru sinnaði at berjast fyri tí.
Bókin byrjar í 60 unum, tá ein
ungur Phil “Buck” Knight fær
eitt hugskot um at selja Tiger
skógvar úr Janpan í nærum
hvørvinum í Oregon USA. Við
tíðini verður Blue Ribbon, sum
fyritøkan eitur, trýst av japansku
leverandørunum. So nógv at Buck
og hansara menn í skundi gera
ein egnan skógv, sum umvegis
ein dreym fær navnið NIKE –
eftir sigursgudinduni í griksku
mytologini(??).
Bókin er nakað langdrigin og
kronologiskt bygt upp. Tú sleppur
ikki við til Michael Jordan ella
Tiger Woods, tí søgan endar, tá
Nike í 1980 verður skrásett á børs
ini Wall Street.
Tað eru nógvir dystir, sum
Buck og Blue Ribbon mugu vinna,
fyri at halda lív í fyritøkuni og
hugtakinum Nike. Hóast tað er
langdrigið, so verður tú drigin við
í bókini. Sum stórforbrúgari av
ítróttarklæðum, so er søgan sjar
merandi og gevandi.
Onkrir feilir eru í bókini ella
umsetingini. Millum annað kem
ur bland í Michael Jordan og
rennaran Michael Johnson. Tað
er óheppið. Heldur ikki sleppur tú
við til tann spennandi partin, tá
Nike av álvara fær ferð á. Hetta er
ikki søgan um Nike, men heldur
mannin handan Nike.
Les um tú: Ert týpan, ið veit
hvussu feløg er stovnaði, hvar
íðkarar koma frá og søgurnar
handan ítróttaravrikini. Bókin er
ikki full av “Name dropping” og
røvarasøgum.
Ikki lesa um: Tú væntar at
sleppa afturum stórheitstíðina
hjá Nike og lesa um stóru stjørn
urnar.
Hvussu er hon at lesa: Væl
skrivað, men við einstøkum vill
um. Onkuntíð langdrigin, men
samstundis gevandi og dragandi.
Hvat sigur tú? Eg veit faktist
ikki, tí eg dugi illa at seta orð á
hvør tímur at lesa hana. Ímyndi
mær at tað kemur meiri ann upp
á týpuna enn aldurin. Vildi sagt,
at tú skal verða ein royndur lesari
við rímiliga stórum áhuga fyri
ítrótti, íverksetan ella søgu.
FAKTA: Phil Knight
er í dag 79 ára gamal og fleirfaldur
milliarderur. Hann er ikki longur
partur av dagliga rakstrinum í
Nike, sum hevur yvirhálað Adidas
í krígginum millum tvey bæði
klædnamerkini
★★★★★★
UMMÆLI
Tróndur Arge ummælir
Phil Knight: Maðurin handan NIKE