mánadagur 27. mars 2017síða 23
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur
Arge
Hilmar Jan
Hansen
Heri
Simonsen
Jóannes
Hansen
Pætur
Albinus
Álvur
Haraldsen
André
Olsen
Neli
Heldarskarð
KLUMMAN
Terji sigur sína hugsan...
Tróndur Arge
Kritikkurin var stóru av
Jóan Símuni Edmundsson,
tá hann eitt korter fyri tíð
fekk sítt seinna gula kort,
tá hann tveitur seg, eftir
at hava dribblað framvið
tveimum og einum hálvum
spælara hjá Andorra. Seinna
gula kortið var í lagi, men tað
var tað fyrra ikki.
Bosniski dómarin, Ognjen
Valjic, dømdi á fyrsta sinni
ein altjóða landsdyst. Tað
sást til tíðir. Serliga, tá tofta
maðurin í álopinum hjá
okkum fekk gult kort fyri
film longu aftaná níggju
minuttir.
– Eg havi aldrin upplivað
nakað líknandi. Eg fái ein
alboga í nøsina og fari at
bløð. Meðan eg liggi á vøll
inum sigur dómarin at eg
skal reisa meg upp, so hann
kann geva mær gult kort
– meðan blóðið rennur úr
nøsini, sigur Jóan Símun Ed
mundsson, sum nú skal sita
uttanfyri í dystinum móti
Sveis á Tórsvølli í juni.
Jóan Símun Edmundsson
hevur í dag verið hjá lækna,
men nøsin er so hovin, at tað
ber ikki til at staðfesta, um
hon er brotin.
FSF kærir
Eftir dystin sigst, at dóm
ararnir
úr
Bosina
hava
givið til kennar, at teir
hava dømt at góðan dyst. Í
Fótbóltssambandinum
er
tónin ein annar. Avgerðin er
so skeiv, at FSF nú kannar
møguleikan fyri at kæra
fyrra gula kortið, so gula
kortið ikki fylgir Jóan Sím
uni Edmundsson.
– Vit fara at kanna, um
vit kunnu kæra fyrra gula
kortið, tí talan er um so
púra skeiva døming. Okk
ara spælari fær ein alboga í
andlitið og verður dømdur
fyri film. Tað hevur stóran
týdning fyri okkum, at vit
hava allar spælarar tøkar
og tí fara vit at kanna
møguleikan fyri at
kæra,
sigur
Róin
Schrøter,
starvs
nevndarlimur
og
formaður í kapping
arnevndini hjá Fót
bóltssambandinum.
Møguleikin fyri viðhaldi
tykist
lítil.
Seinast
FSF
gjørdi vart við seg var, tá
Atli Gregersen í dysti móti
Svøríki fekk gult kort fyri
nakað, sum Odmar Færø
gjørdi. Hóast tað sæst greitt
á sjónbandamyndunum og
tað kostaði Atla Gregersen
leikbann, so lat skrivstovu
veldið ikki við seg koma.
trondur@sosialurin.fo
Nógv kjak hevur verið seinastu tíðina,
um tað er í lagi, at ítróttarfólk banna í
viðtalu við fjølmiðlar eftir loknan dyst og
kappingar. Summi halda, at hetta er ein
partur av spælinum, og at man skal hava
loyvi til at vísa sínar kenslur, meðan onnur
halda, at tað er als ongin orsøk til at banna,
og at ítróttarfólk skulu vanda sær um málið,
tá ið tey eru frammi í miðlunum.
Í gjár fór eg sum vanligur áskoðari til
hondbóltsdyst í høllini á Hálsi í Havn, har
mansliðini hjá Neistanum og VÍF brustu
saman. Við mær hevði eg trý børn, har tvey
teirra vóru undir skúlaaldur.
Vestmenningar fingu eina sera góða
byrjan upp á dystin, og tí tók venjarin hjá
Neistanum time-out eftir fáum minuttum.
Scott Harrington, venjari hjá teimum bláu,
var í øðini, og ensku banniorðini rungaðu
um alla høllina.
Sat sjálvur saman við børnunum á ovasta
bonki, tað vil siga so langt burtur frá
útskiftingsbonkinum sum gjørligt, men
tað forðaði ikki fyri, at vit hoyrdu allar tær
ljótu glosurnar bæði væl og virðiliga. Onnur
dótturin hugdi eisini spyrjandi uppá meg
og spurdi, hví maðurin bannaði so illa. Eg
kundi ikki svara annað enn, at maðurin var
ónøgdur við sínar leikarar.
Men er tað í lagi, at ein venjari leikar
soleiðis í? Er neyðugt at rópa og geyla um
alla høllina, har annaðhvørt orðið er kenda
enska banniorðið, F..K? Eg haldi tað ikki,
og tað kom eisini fyri fleiri ferðir seinni í
dystinum. Venjarar eru líka sum spælarar
fyrimyndir hjá nógvum børnum og ungum,
og soleiðis ber ein fyrimynd seg ikki at.
Um venjarin ger tað inni í skiftirúminum
framman fyri sínum leikarum, so er
eingin trupulleiki í tí, men í sjálvari høllini
framman fyri øllum áskoðarunum skal
man duga sær hógv, og tað gjørdi venjarin
hjá Neistanum ikki í gjár.
terji@sosialurin.fo
Hava venjarar
loyvi at banna?
Jóan Símun Edmundsson setti leygarkvøldið nakað, sum minnir
um heimsmet í altjóða fótbólti. Hann kláraði at fáa gult kort
fyri film og samstundis fáa ein ordans frammaná, so hann fór
at bløða næsablóð. – Eg havi aldrin upplivað nakað líknandi,
sigur landsliðsframherjin. Nú ætlar FSF at kæra dómin
Tóku skeiva troyggju:
Hatta var mín feilur
Tróndur Arge
Eftir hendingina við gula
kortinum til Jóan Símun Ed
mundsson tók tað næstan
tíggju minuttir at fáa hann á
vøllin aftur. Orsøkin var ein
skeiv troyggja.
– Hatta er mín feilur. Vit
ringja inn skiftirúmið og biðja
um troyggju nummar tíggju,
men tá eg fái hana, so síggi eg
at tað stendur “Vatnhamar”
á troyggjuni. Jóan Símun er
sjálvandi nummar ellivu, sigur
Bárður Lava Olsen.
Jóannes Bjartalíð fekk
so sína fyrstu landsliðupp
gávuna, tá hann mátti taka
túrin allan vegin rundanum
vøllin eftir troyggju nummar
ellivu, bara fyri at fáa at vita,
at hann skuldi ein túr aft
urat, tí fjórði dómarin vildi
hava Jóan Símun Edmunds
son at fara í nýtt sorts eisini.
Sermerkt við vøllinum í
Andorra er, at bonkurin
situr mótsatt har sum skifti
rúmini eru. Tí er langt á mál
eftir troyggjuni.
– Vit skuldu sjálvandi
havt tikið taskuna út við,
men so hava vit lært tað til
eina aðru ferð. Jóan Símun
var so óður, tá hann kom út
við bløðandi nøsini, at tað
var kanska fyri tað besta,
at hann bleiv køldur
niður, sigur Bárður
Lava Olsen smábros
andi.
Hann leggur
afturat, at tað hevur
ongantíð verið
brúk fyri tveimum
troyggjum, eftir
at eisini Jóhan
Troest Davidsen
fór at bløð og
mátti skifta
troyggju.
Tað sigur Bárður Lava Olsen, sum er liðleiðari
hjá A-landsliðnum um støðuna, tá tað tók fleiri
minuttir at finna eina eyka troyggju til Jóan
Símun Edmundsson, tá hann var farin at bløða
FSF:
ÆTLA AT KÆRA