Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 13 • 27. MARS 2017 8 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VÁRBLAÐIÐ Honda Civic Sport+ Ein heilt nýggjur Honda Civic er komin á markn­ aðin, hesin er 10. generatión síðan Civic fyrstu ferð kom á marknaðin í 1972. Honda Civic hevur í mong ár verið ein ser­ merktur bilur hvat designi viðvíkur bæði uttan og innan. Hesin nýggi er einki undantak, hann er sportligur, samstundis sum hann er parktiskur. Hóast hann sær meira út sum ein sportbilur enn familjubilur, er talan um ein sera rúmligan og prakt­iskan bil við viðførisrúmið, ið er 478 litr­ar, sum er stórt í mun til aðrar bilar í sama klassa. Innan er Civic eisini nakað serligt. Instru­ment­ borðið er flott designað sum eitt cockpit í einum flogfari. Nýggi Civic er bæði longri og breiðari enn forgangarin, tað merkist væl í kabinuni við góðum beinplássi framman og aftan. Stórur dentur er lagdur á at verja, um ein fót­ gangari skuldi verið ákoyrdur. Hetta er nakað, sum Civic fær góðan karakter fyri í EuroNCAP- krasjtestum. Bilurin, vit royndarkoyrdu, er ein væl útgjørdur Civic Sport+ við t.d. navigatión, klimaanleggi, bakki­kamera, parkeringssensorum framman og aftan, bluetooth, Hill Start Assist, Honda Connect ljóðanleggi, automatiska neyðbremsu, toku­lyktir og avlesing av ferðsluskeltum. Honda Civic fæst við tveimum VTEC bensin­ mot­or­um við ávikavist 129 og 182 hk. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Norðbil. Ein nýggjur hybridbilur er júst nú komin á før­ oyska marknaðin, talan er um Hyundai Ioniq Hybrid við bæði el- og bensinmotori. Bilurin hevur 1,6-litra bensinmotor og el.motor. Hann er sera økonomiskur og koyrir upp til 29,4 km/l við 6-trins automatiskum gear­kassa. Hybridkonseptið virkar soleiðis, at bensin­ mot­or­urin og el-motorurin supplera hvønn ann­ an, og syrgja fyri at bilurin altíð koyrir optimalt, bæði hvat kraft, økonomi og umhvørvisvernd við­víkur. Tað merkist undir býkoyring, at bil­ur­in koyrir leingi upp á elmotorin og skiftir bein­an­ veg­in til bensinmotorin, tá brúk er fyri tí. Hyundai Ioniq er ein snøggur bilur, designið er einfalt og smart við tíðarleysum linjum. Hann verð­ur gjørdur sum vanligur hybridbilur, sum plug-in hybrid og sum elbilur. Ioniq Hybrid fæst í útgávunum Trend og Premium, sum er sera væl útgjørdur við t.d. navi­ ga­tión, klimaanleggi, bakkikamera, ferðpilot, regn­sensorar, parkeringssensorar aftan og framm­an, hita í róðrinum og í setrunum aftan og framman. Bilurin kann síggjast og roynast hjá Norðbil. Frits Dam Jacobsen frá Norðbil við nýggju Hyundai Ioniq og Honda Civic Nýggjheitir frá Hyundai og Honda Hyundai Ioniq Hybrid