Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Hvat er gikt og hví fáa vit gikt? Vilmund Jacobsen Danski serlæknin í giktfrøði, heili­ vági og ítróttarheilivági, Ebbe Nils Ebbesen, ph.d., hevur grein á www. netdoktor.dk um, hvat gikt er, og hví fólk fáa gikt. Greinin á heilsusíðuni í dag er ein stytting av tí, sum serlæknin í gikt­frøði skrivar. Í dag verður orðið ”gikt” brúkt í breiðari merking um sjúkur í rørslulagnum og um sjúkur í eitt nú liðum, æðrum og innaru gøgnum. Orðið gikt kemur úr týskum máli og merkti upprunaliga at ger­ ast ”gandaður”. Ymisk sjúkueyðkenni Giktsjúkur og sjúkur í rørslu­lag­ num annars geva ofta pínu í lið­ um, spengrum og vøddum, og hesi kunnu gerast hovin. Onnur sjúku­eyðkenni til gikt kunnu vera troyttleiki, fepur og lætnan. Giktfrøðiligu sjúkurnar kunnu ávirka ymiskar likamslutir, eitt nú húðina og innaru gøgn sum lungu, hjarta, livir og nýru. Nervalagið kann eisini verða ávirkað av giktsjúku, og tí kunnu sjúkueyðkennini eisini vera ymisk. Tað finnast nógvar giksjúkur og sjúkur í rørslulagnum, sum kunnu fara undir felagsheitið gikt. Á donsku netsíðuni - www. doktor.dk - eru fleiri av giktsjúk­ un­um nevndar, og millum hesar er eitt nú liðagikt, slitgikt, vøddagikt, psoriasisgikt, morbus-sjúkur, reak­ tiv gikt, ígerðar liðasjúka og sjúka í bindivevnaðinum umframt fleiri aðrir formar fyri giktsjúku. Hví fáa fólk gikt? Orsøkin til eina røð av giktsjúkum er ikki kend, men hildið hevur verið, at talan er um brek á immun­ verjuskipanini. Eisini ávirkan uttan­ífrá hevur verið hildin av vera ein møgulig orsøk. Broytingar í rørsluskipanini, tá fólk eldast, kann eisini føra til pínu og versnandi virkisføri. Overving av rørsluskipanini er ein vanlig orsøk til aksla-og ryggja­ pínu. Men, hvussu følist so giktin? Gikt gevur ofta pínu í rørslu­ skipanini, og hetta følist ofta í liðum, spengrum og vøddum. Fólk kunnu eisini fáa útbrot ella knútar í húðina, og pína kann stava frá eitt nú lungum og nýrum. Giktsjúkur føra ofta til troytt­ leika og kunnu eisini føra við sær óviljaða lætnan. Um tú liður av ryggja- ella liða­ pínu og møguliga hovnar í einum ella fleiri liðum, eigur tú at fara til lækna við hesum, og tá vísir læknin tær møguliga til giktalækna. Sama er, um tú hevur onnur sjúku­eyðkenni sum eitt nú mun­ andi troyttleika, lætnan ella útbrot. Ávíst tal av eyðkennum Nógvar giktsjúkur eru eyðkennis­ sjúkur. Tað merkir, at sjúklingurin skal uppfylla eitt tal av eyðkennum fyri at hava ávísu giktsjúkuna. Er talan um liðagikt, skal sjúk­ ling­urin hava fýra av sjey eyð­ kennum fyri at uppfylla sjúku­ greiningina. Talan kann eitt nú vera um, at sjúklingurin er hovin um liðir­nar, morgunstívleiki, skaðar á lið­unum og positivar blóðroyndir fyri giktsjúku. Tá eyðkennini fyri giktsjúku ofta kunnu vera óskipað við troytt­leika, fepri og lætnan, er tað týdn­ingarmikið, at neyvar lækna­ kanningar verða gjørdar. Hesar kann­ingar skulu eisini fevna um røntgenkanningar, ultra­ljóð­kann­ ingar, blóðroyndir og land­roynd. Sjúkur í rørslulagnum kunnu ofta staðfestast við lækna­kann­ing og við røntgen og ultra­ljóð­kann­ ing­um. Hvør er viðgerðin? Nakrar giktsjúkur kunnu viðgerast við heilivági, og vanliga kann liða­gikt viðgerast effektivt við tablettum. Heilivágurin viðførir, at sjúklingurin hovnar eitt sindur í liðunum, men heilivágurin ger eisini, at pínan verður minni, eins og liða- og beinskaðarnir minka. Endamálið er at varðveita rørslu­møguleikarnar. Trupul slit­ gikt kann viðgerast við skurði, har eitt nú slitni liðurin møguliga kann skiftast. Vanliga verður sagt, at rørsla er góð fyri kroppin - eisini hjá fólki sum líða av gikt. Tó kann støð­an hjá hvørjum einstøkum sjúk­lingi vera avgerandi fyri, hvussu viðkomandi kann røra seg. Neyðugt kann vera við vegleiðing um, hvør venjingarháttur er hin best hóskandi. Hevur tú eitt nú slitgikt í knø­ unum, kann tað vera ein fyrimunur at tapa teg fyrst, um kroppurin er ov tungur, og her kann góð kost­ ráðgeving vera eitt hugskot. Sjálvt um orsøkirnar til allar giktsjúkur og sjúkur í rørslulagnum ikki eru kendar, finnist í flestu førum góð og effektiv viðgerð til fleiri av sjúkunum og líðingunum. Kelda: www.netdoktor.dk Sjálvt um orsøkirnar til allar giktsjúkur og sjúkur í rørslulagnum annars ikki eru kendar, finnist í flestu førum góð og effektiv viðgerð til fleiri av sjúkunum og líðingunum Orsøkin til eina røð av giktsjúkum er ikki kend, men hildið hevur verið, at talan er um brek á immunverjuskipanina. Eisini ávirkan uttanífrá hevur verið hildin av vera ein møgulig orsøk til giktsjúku Serlækni í giktfrøði, heilivági og ítróttarheilivági, Ebbe Nils Ebbesen, ph.d.