týsdagur 28. mars 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Listaflog er stuðulsskipan
hjá Atlantic Airways, sum
varð sett á stovn í sambandi
við, at flogfør og tyrlur hjá
flogfelagnum fingu nøvn
eftir
mætum
føroyskum
listafólkum.
Listaflog
er,
sum
navnið
leggur
upp
til, ein stuðulsskipan, sum
skal stimbra føroyskari list
fíggjarliga.
100.000
krónur
verða
latnar 28. mars á hvørjum ári.
Hetta er dagurin, tá Atlantic
Airways fór á flog á fyrsta
sinni.
Í ár verður stuðulin latin
fyri fyrstu ferð, og inn komu
30 umsóknir, sum søktu um
tilsamans 1,5 mió. krónur.
Søkt varð um stuðul til nógv
ar ymiskar listagreinar, og
hetta hevur samstundis givið
eitt gott innlit í, hvat rørist á
listapallinum í Føroyum.
Nevndin
hevur
gjørt
av at lata Jóhan Martini
Christiansen og Hansinu
Iversen
Listaflog-stuðulin
fyri 2017. Øll upphæddin á
100.000 krónur verður latin
hesum báðum listafólkun
um, ið saman arbeiða við
eini abstraktari heildarfram
sýning á skipasmiðjuni hjá
MEST í Havn.
Framsýningin verður sett
saman av málningum og
standmyndum, sum verða
framleidd til hølini á skipa
smiðjuni. Tey bæði listafólk
ini fara við hvør sínum ser
staka úttrykki at gera eina
roynd, har verkini tala til
hvørt annað.
Nevndin
grundgevur
millum annað soleiðis fyri at
velja júst hesa listaverkætl
anina:
– Talan er um eina verk
ætlan, har listaverk verða
framleidd til høvið. Við at
arbeiða beinleiðis á staðnum
gerast listaverkini partur
av, ella eitt, við rúmið. Stað
specifikk list er ikki er serliga
kend í Føroyum. Ætlanin við
at flyta listina úr atelierinum
og inn í eina størri dimensjón
er serstakliga áhugaverd.
Eisini vekir samanrenningin
millum hesi bæði dugnaligu
listafólkini ans og gevur ver
kætlanini stórar menningar
møguleikar. Tí eru vit errin
av at kunna geva Jóhan
Martini
Christiansen
og
Hansinu
Iversen
hendan
fyrsta
Listaflog-stuðulin,
sum skal vera við til at leggja
lunnar undir hesa listaverk
ætlan soleiðis, at hon kann
verða framd í verki.
Listafólkini fegnast eisini
um stuðulin:
– Peningurin frá Lista
flog ger tað møguligt hjá
okkum at gjøgnumføra hesa
monumentalu framsýning
ina; hesa eitt sindur øru verk
ætlanina, sum verður gjørd
uttan fyri teir siðbundnu
karmarnar. Uttan hendan
stuðulin hevði tað ikki verið
gjørligt,” siga tey bæði Jóhan
Martin
Christiansen
og
Hansina Iversen og leggja
afturat:
– Tað er týdningarmikið
fyri okkum, og tað hevur
eisini
ein
samfelagsligan
týdning, at Atlantic Airways
er ein viðleikari á ment
anarliga pallinum og er við
til at menna eina ferðavinnu,
har mentan og harvið eisini
list er at koma til.”
Í
Listaflog
nevndini
sita: Niels Mortensen um
boð fyri nevnd og leiðslu í
Atlantic Airways, Armgarð
Weihe tilnevnd av Menta
málaráðnum og Randi Sam
sonsen tilnevnd av Lista
fólkasambandi
Føroya.
Samskipari er Ingrid Bjarna
stein.
Umframt at stuðla hesari
listaverkætlanini fíggjarliga,
lat nevndin fýra øðrum lista
verkætlanum tilsamans 15
ferðaseðlar á rutunetinum
hjá Atlantic Airways. Tey
eru
Leikhúsið
Skift
við
Maritu Dalsgaard og Olafi
Johannesen, Maria Winther
Olsen, Dansieksperimentið
við Rúnu V. Højgaard og Eli
Smith.
Jóhan Martin og Hansina
fáa 100.000 krónur
Forkunnug verkætlan fær fyrsta Listaflog-stuðulin frá Atlantic Airways
TÍÐINDI