týsdagur 28. mars 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
24. mai eru 90 ár liðin, síðani
fyrsti Sosialurin kom út. Í hesari
greinarøð leita vit aftur til gomul
bløð og finna fram ymiskt
áhugavert tilfar
1957:
Stella
Argus er
horvin
Sosialurin stað
festi sorgarboðini
á forsíðuni 9.
november í 1957,
at Stella Argus
var horvin við
mann og mús:
»So tung og svíðandi eru boð
ini. So fátæksligt og ófatuligt
tykist tað okkum at vera,
men tó er tað so.
Vit sita bert og bína, hava
størstu samkenslu við tykk
um, sum mist hava tykkara
næstu – tykkara besta.
Einki eru vit ment í slíkum
sorgarløtum; orð verða so
fátøk; men tó seta vit lít okk
ara til Hansara, sum øllum
valdar; gevið Hann tykkum
styrki og megi.
Føroya fólk hevur mangan
smeitin á baki. Hesin er ikki
tann lættasti, men minni um
hesar 22 frægu fer at verða
livandi – teir lótu lív fyri okk
ara skuld.
Enn verður leitað
eftir Stella Argus
SOSIALURIN 1957
2. november í 1957 skrivar Sosialurin fyrstu greinina um sildaskipið
Stella Argus hjá reiðarínum Kimbli í Havn, sum var saknað.
S
tella
Argus
skuldi
verið
komin inn a sildaveiðuni
mánadagin.
Tá einki var frætt frá skipinum
síðani sunnudag á middegi, fóru
menn at bera ótta fyri, at ikki var
alt í lagi, og týsmorgunin fóru skip
út at leita eftir henni.
Miðvikudagin og hósdagin vóru
nógv skip úti og leitaðu. Mikudagin
vóru tey í minsta lagi 18, og eitt am
erikanskt flogfar úr Keflavík fleyg
aftur og fram yvir sildaveiðiøki
num, men eingin bar eyga við skip
ið ella nakað, ið kundi siga, hvat tí
hevur verið fyri.
Tey flestu skipini komu inn aft
ur ígjár, men Thetis og Kallsevni
leita enn, og »vón livir longst«, verð
ur sagt, men brestur hendan vónin,
tá verður hetta størsti missur Før
oya síðani krígslok, tí 22 mans eru
við skipinum.
Manningin á Stella Argus er
hendan:
Andreas Andreasen, Kvívík,
skipari
Niels Andreasen, Kvívík,
stýrimaður.
Símun M. Zachariasen, Tórshavn
Hilbert Johannesen, Vestmanna
Sjúrður Magnussen, Leynar
Oscar Jacobsen, Válur
Jóhan Rasmussen, Miðvági,
Joacim Hansen, Hósvík.
Tórur Andreasen, Kvívík
Ólavur Andreasen, Kvívík
Jákup Pauli Jóannesarson Olsen,
Kvívík
Emil Poulsen, Vestmanna
Dániel Haraldsen, Vestmanna
Herólvur Nielsen, Vestmanna
Emil Forná, Kvívík
Egil Jacobsen, Kvívík
Jógvan Vang, Kvívík
Tórleif Jacobsen, Nólsoy
Kitti Regin Davidsen, Sandur
Óli Jóanes Johannesen, Dalur
Sæmund Fr. Hansen, Skálavík
Páll Olsen, Hósvík
Frida
Mellemgaard
starvast
á
marknaðardeildini í Miðlahúsinum,
og tað hevur hon gjørt í skjótt fýra
á. Hon byrjaði í blaðbransjuni fyri
níggju árum síðani, tá hon fór í starv
hjá
útberingarfelagnum
»Bera«,
sum Sosialurin og Dimmalætting
áttu í felag. Tá hetta felagið gavst,
helt hon fram á Dimmalætting til
2013.
Síðani tá hevur hon verið í
Miðlahúsinum, har hon eisini hev
ur starvsroyndir frá sínum ungu
døgum, tá hon var í handlinum hjá
Valdemar Lützen. Í fótbólti er Frida
kná sum fá sum ein av stuðulunum
hjá B36 kvinnunum.
Frida er av Argjum, gift og býr
í eysturbýnum í Havn og eigur trý
børn, sum eru 13, 15 og 18 ára gomul.
Starvsfólk:
Frida Mellemgaard
Sosialurin skrivar soleiðis 26. ok
tober í 1957:
»Seinasta leygarkvøld hevði
ungmannafelagið Merkið sín
fyrsta fund á hesum sinni. Væl av
fólki var samankomið í Losjuni,
har fundir hjá Merkinum verða
hildnir annaðhvørt leyagarkvøld
í vetur.
Evnið var tjakfundur um før
oyskt skriftmál og legði formað
ur felagsins, Marius Johannesen,
háskúlastjóri, fyri.
Teir vóru fleiri, sum høvdu
orðið, og mangt og hvat viðvíkj
andi málinum var hildið fram, og
ein fekk ta fatan, at tað mangan
er torført at skriva føroyskt, og
ikki minst hjá børnum at læra,
so leingi eingin orðabók er.
Spurt var eftir orðabókini,
men tað man fara at ganga long
tíð, til vit kunnu vænta føroyska
orðabók.
Lítið røkist fyri
føroysku orðabókini
Minnisvarðin í Kvívík
Stella Argus við Vestaru Bryggju
í Havn. Tað var reiðaríið Kibill
sum átti Stellu Argus