Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FLOKSTING Áki Bertholdsen Tað er nú, vit skulu leggja grundarlagið undir teimum virðunum, sum kunnu skap­ ast í Føroyum í nógv ár fram­ eftir. Á flokstinginum hjá Tjóð­veldi í Hósvík um viku­ skiftið, staðfesti Høgni Hoydal, formaður floksins, at hetta er akkurát rætta løtan til at gera eina nýggja fiski­ vinnuskipan. – Enn eru fiskirættindini ikki einskilt og vorðin privat, og harafturat hava vit søgu­ ligar stórar kvotur av upp­ sjóvarfiski, samstundis sum at fiskiskapurin eftir botn­ fiski undir Føroyum, er søgu­ liga lágur. Hann heldur eisini, at nú er stundin komin at vit fáa eina skipan, har tann serligi vinningurin reiðarar fáa av at fáa atgongd til fiskin, ella tilfeingisrentan, ikki verður ein privat søluvøra, tí hesin vinningurin skal fella til land­ið. Men Høgni Hoydal undr­ aðist á, at tey somu, ið dúgliga seta niður á frøðingar fyri at leggja fiskivinnuna til rættis á rokniarkum á telduni, krevja nú, at framtíðin verð­ ur roknað út á teldu, ann­ar nokta tey fyri at gera broyt­ ingar. Stovnsrøkt og burðardygt Høgni Hoydal sigur, at ný­ skipanin, ætlanin er at seta í verk, snýr seg um stovns­ røkt og burðardygga veiði, virðisøking og at skapa virk­ semi og menna førleikar í Føroyum. – Tí skulu lívfrøðilig til­ mæli fylgjast og ein lang­ tíðarætlan skal leggj­ast fyri teir ymsu stovn­ar­nar. Í hes­ um sambandi skulu vit burt­ ur frá fiski­daga­skip­anina, yvir til eina kvotu­skipan - men kortini varð­veitir útróðrarflotin fiski­dagarnar. – Feløg og einstaklingar, ið hava rættindi at fiska skulu vera búsitandi og skatt­skyldug í Føroyum. Sam­stundis fáa øll eina fýra ára skiftistíð at lúka tey krøvini, og harafturat skulu treytirnar til skatting og vinningsbýti, herðast. – Minst 75 prosent av øll­um fiski skal avreiðast í Føroyum og alt skal til lands, eisini høvd, ryggir, ugg­ar, livur, rogn og innvølir og eisini í hesum sambandi fáa reiðarar eina fýra ára skiftis­ tíð. – Somuleiðis skulu minst 60 prosent av veiðini bjóðast út til føroysk virki, og øll manning skal fylgja sátt­ málum hjá føroysku mann­ ingarfeløgunum, umframt at hon skal gjalda skatt og hava arbeiðs- og uppihaldsloyvi í Føroyum. Høgni Hoydal sigur, at harafturat skal ein út­flutn­ ings- og inn­flutnings­kre­ dittur skipast til at keypa og selja frystan fisk, og mun­ andi peningur verður sett av til at menna virði­søking og nýskapan kring landið. – Tilfeingisgjald skal gjaldast fyri at fiska og tað skal gerast antin við at bjóða fiskirættindi út, ella við einum gjaldi av brutto­ vinn­inginum, leggur hann afturat. – Verandi vinna skal fiski­ rættindi í mun til søguligt tal, og nýggj rættindi verða boðin út. Av tí kann ein minni partur bjóðast út sum kvotur til ymisk øki í land­ inum. Men kortini skal há­ mark setast fyri, hvussu nógv eitt virki kann fáa av fiskirættindunum. Men hes­ ar reglur verða ikki galdandi við aftur­eftir­virkandi kraft, bara fram­eftir. – Og tað verður so, at ongin hava meiri enn 12 prosent at rættindunum sum heild og fyri einstøk fiskasløg, kann ongin hava meiri enn ímillum 15 og 35 prosent, segði Høgni Hoydal. Vónar framvegis at fáa semju Høgni Hoydal ásannar, at enn hevur tað ikki eydnast at finna semju við flokkar í andstøðuni um eina nýggja skipan. Men hann heldur, at tað einasta, sum er ábyrgdarfult, er at gera eina semju um eina nýggja fiskivinnuskipan. Hann sigur, at serliga er nógv orka er brúkt upp á at finna semju um upp­ skotið saman við sam­bands­ flokkinum. Og hóast semja ikki er funnin enn, hevur lands­ stýrismaðurin ikki givið skarvin yvir, tí hann vónar framvegis at tað ber til at finna eina semju, Hann er sannførdur um, at við nýggju fiski­vinnu­ skip­anini gerast gerast Før­ oyar ein fyrimynd og eitt undangonguland í heim­ inum fyri, hvussu livandi ríki­dømið í sjónum kann um­sitast, bæði varandi og burðar­dygt. – Vit skulu vera millum heimsins fremstu tjóðir at veiða skynsamt og fjøl­broytt við bestu og mest fram­kom­ nu amboðum. Hann sigur, at í hesum sambandi verður farið frá at útluta fiskirættindi politiskt, so at tey síðani kunnu verða keypt og seld á privata mark­ n­aðinum. Ístaðin skulu vit hava eina almenna marknaðarskipan, har veiðirættindi verða al­ ment boðin út sum brúks­ loyvi í ávísa tíð á einum gjøg­ numskygdum marknaði. – Tá ið tíðarskeiðið til brúksloyvið er av, fella rætt­ indini aftur til landið, sum kann bjóða tey út aftur á almenna marknaðinum. – Ein marknaðarskipan skal tryggja javnar møgu­ leikar at bjóða seg fram hjá teimum, ið vilja reka vinnu her í landinum, at kapping verður um at fáa sum mest burtur úr hvørjum kilo, og at tilfeingisrentan ikki gerst spekulasjón, men kemur øll­ um samfelagnum til góðar. – Ein “antitrust”-lóggáva verður samtykt, soleiðis at ongin einstaklingur, onki felag ella samtak, kann hava brúksrætt til meira enn ávísan part av fiski­vinnu­ tilfeinginum í teimum ávísu veiðibólkunum, segði Høgni Hoydal. HETTA FER AT GERA OKKUM TIL FYRI­MYND HJÁ ALLARI VERÐINI Høgni Hoydal heldur, at hetta er akkurát rætta løtan at gera eina nýggja fiskivinnuskipan og hann hevur enn vónir um at fáa Sambandsflokkin við upp á tað Hóast semja ikki er funnin enn, hevur landsstýrismaðurin ikki givið skarvin yvir, tí hann vónar framvegis at tað ber til at finna eina semju við Sambandsflokkin um eina nýggja fiskivinnuskipan