týsdagur 28. mars 2017síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
FLOKSTING
Áki Bertholdsen
– Tá ið vit fóru í bankan
at fáa fígging til at byggja
nýggja virkið, Varðan Pelagic
á Tvøroyri, fingu vit at vita
frá bankanum, at tað var
heilt hol í høvdið.
Tað fortaldi Bogi Jacob
sen, stjóri á Varðanum Pela
gic á flokstinginum hjá Tjóð
veldi, sum var í Hósvík um
vikuskiftið.
Tá
tosað
verður
um
vinnumøguleikar
kring
landið, verður mangan víst
á, at tað er ógvuliga torført
at fáa fígging til vinnuligt
virksemi í útjaðaranum í Før
oyum, tí at bankarnir seta
nógv harðari krøv til trygd
ina fyri fíggingini til vinnu
lívið á bygd, enn tey gera til
vinnuligt virksemi í høvuðs
staðarøkinum.
Og tað mátti sjálvt ein
tann pengasterkasta fyri
tøkan í landinum, Varðin, í
Gøtu, ásanna, tá ið teir fóru
í bankan at fáa fígging til
uppsjóvarvirkið, ætlanin var
at byggja á Tvøroyri.
– Tá ið vit fóru í bankan
at tosa um fígging til Varðan
Pelagic, fingu vit alt fyri eitt
at vita, at hetta var ikki ein
verkætlan,
bankin
hevði
nakrar sum helst vónir um
fór at klára seg, sigur stjórin
á Varðanum Pelagic, sum var
gestarøðari á flokstinginum.
– Síðani brúktu banka
fólkini ein hálvan tíma at
greiða okkum frá, hví teir
ikki høvdu nakrar vónir fyri
eini verkætlan, sum hesari,
leggur hann afturat.
– Bankafólkini hildu, at
tað var púra ørt at byggja
eitt so dýrt virkið í Suðuroy,
tí fóru vit á heysin, fingu vit
aldrin pengarnar aftur, tí
tað var ikki hugsingur um,
at nakar fór at keypa ein so
dýran bygning í Suðuroy, tí
har er hann ikki verdur eina
krónu.
– Sostatt fóru vit á dyr
aftur sum flongdir hundar,
sigur Bogi Jacobsen
Men í hinum bankanum,
gekk betur, men teir vildi
hava aðrar upp í eisini, og
sostatt er Varðin fíggjaður
við pengum úr Betribanka og
Íslandsbankanum, men teir
hava kortini tryggjað væl og
virðiliga við veð í skipum og
øllum, teir kundu fáa veð í, tí
álitið á verkætlanina var ikki
av tí besta.
Nú er íløgan í virkið til
samans 400 milliónir krónur,
har Varðin stendur fyri nógv
størsta partinum, ella 365
milliónum. So eru tað aðrir
íleggjarar, sum fíggja restina,
og eisini kommunan hevur
stuðla upp undir við at gera
kei.
55 milliónir í lønum
Men tað er ikki yvir at dylja,
at Varðin Pelagic hevur havt
sína ávirkan á tilveruna í
Suðuroy, tí tey hava goldið
einar 55 milliónir í lønum
um árið.
Og tað eru ikki bara verka
fólk, ið arbeiða á Varðanum
Pelagic, tí tey hava eisini mat
vøruverkfrøðing, løgfrøðing,
evnafrøðiverkfrøðing, labo
rantar, umframt fólk við
øðrum
útbúgvingum.
Og
harafturat eru nógvir lær
lingar á Virkinum.
Stjórin á virkinum held
ur, at virksemi sum hetta
ger eisini sítt til, at vit fáa
útbúgvið fólk at flyta aftur
til Føroya og eftir hansara
tykki er tað bara ein fyri
munur, at tey, sum hava
útbúgving, ikki bara skulu
dúva upp á at fáa eitt alment
starv, men at eisini privata
vinnan hevur størv til tey.
Tilsamans tekur Varðin
Pelagic ímóti einum 30.000
- 40.000 tonsum av makreli,
20.000 tonsum av sild, 6.000
tonsum av lodnu og sløk
20.000 tonsum av svartkjafti
um árið.
Í løtuni verður eisini ar
beitt við at gera eitt virki
beint við Varðan Pelagic,
sum skal gera surimi, ella
fars, burtur úr svartkjafti.
Tað er fyri at fólk eisini
skulu kunna hava hava ar
beiði frá apríl til august,
sum annars er ein deydlig
tíð. Men tað er eisini fyri at
virðisøkja
svartkjaftin,
tí
sum er, verður hann allur
brúktu til mjøl.
– Men fáa tey, sum gera
laksafóður, fáa mjølið bílig
ari aðrastaðni, og kunnu vit
samstundis fáa meiri burtur
úr svartkjaftinum, er tað,
samanumtikið
betri
fyri
samfelagið, tí tað, alt snýr
seg um, er at fáa sum mest
virði burtur úr hvørjum ein
asta kilo, vit draga í land,
sigur stjórin á Varðanum
Pelagic.
Venda tilgongdini
á høvdið
Vanlig mannagongd hevur
verið, at føroyingar hava
fiskað og virkað fiskin, og so
hava vit kanna, hvat tað ber
til at fáa onkran at keypa
hendan fiskin fyri
Hann sigur, at á Varð
anum hava tey vent til
gongdini á høvdið og hava
kannað eftir, hvørji krøv,
viðskiftafólkini seta fyri at
tey viljað rinda tann besta
prísin, og so hava vit lagað
alt arbeiðið eftir tí, heilt frá,
hvussu skipini fiska og til,
hvussu fiskurin verður hag
reiddur og virkaður umborð
á skipunum og á virkjunum.
Men tað merkir so aftur, at
vit hava øll sitið rundan um
eitt borð og viðgjørt, hvussu
vit fáa tað bestu góðskuna,
bæði keyparin, sølufólkið hjá
okkum, arbeiðsformaðurin á
verksmiðjuni, og skiparin og
maskinmeistarin á skipun
um.
– Fyri at fáa tað bestu
góðskuna krevst, at øll liðini
samvirka, sigur Bogi Jacob
sen.
– Vit hava prógvað at tað
ber til og tað sæst aftur á
prísinum. Tað er lodnan eitt
besta dømi um, tí tá ið vit
fóru at fiska lodnu, fingu
skipini tríggjar krónur fyri
kilo, og tað hildu tey var ein
góður prísur. Nú fáa skipini
sjey krónur fyri kilo av
lodnu.
Varðin er eisini við í eini
norðurlendskari verkætlan
saman
við
virkjum
og
granskingarstovnum í Ís
landi, Danmark, Noregi, Svø
ríki og Danmark. Eisini virki,
sum gera verksmiðjur eru
við og endamálið er at fáa
tann virkaða makrelin so
góðan sum til ber.
– Talan er um eitt toymið,
sum ferðast á øllum virkj
unum og ger ymsar verk
ætlanir og royndir á teimum
ymsu virkjunum.
Samstundis verður ar
beitt í samstarvi við ís
lendska granskingarstovnin,
Matis, um at bøta um køli
skipanirnar umborð á skip
unum.
– Hagreiðingin á skipun
um er ein avgerandi fortreyt
fyri góðskuni. Vit plaga at
siga »shit in, shit out". Er hag
reiðingin á skipunum ikki
tann besta, er tað ómøgu
ligt hjá virkjunum at fáa ta
dygdarvøru burtur úr, vit
vilja hava, sigur stjórin á
Varðanum.
Hann sigur, at tey á Varð
anum Pelagic arbeiða eisini
støðugt við, hvussu fiskurin
kann gagnnýtast enn betri,
eisini til hágóðskuvørur av
ymsum vørum, eitt nú lýsi.
Vit vórðu vendir í hurðini
Tá ið vit fóru í bankan at biðja um fígging til nýggja virkið á Tvøroyri, fóru vit á dyr aftur
sum flongdir hundar, sigur Bogi Jacobsen, stjóri á Varðanum Pelagic á Tvøroyri
Fyri at fáa tað bestu
góðskuna, krevst, at øll
liðini samvirka og vit
hava prógvað at tað ber
til, sigur Bogi Jacobsen,
stjóri á Varðanum
Pelagic á Tvøroyri