hósdagur 7. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 191 - 7. oktober 2004
Nr. 191 - 7. oktober 2004
3
Ov lítil játtan til eygleiðaraskipanina
Eingin svartkjaftur í føroyskum sjógvi
Elmar Højgaard, leið-
ari á Fiskiveiðieftirlit-
inum, sigur, at nú
eygleiðaraskipanin í
NAFO-økinum er
vorðin skipað, er
neyðugt við størri
játtan á fíggjarlógini
til hesa uppgávu. –
Hava rækjuskipini
ikki eygleiðara um-
borð, sleppa tey sam-
bært sáttmálanum
ikki at fiska á Flem-
mish Kap, sigur hann
FÍGGJARLÓGIN
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Sambært uppskotinum til
fíggjarlóg fyri 2005 verður
játtanin
til
Fiskiveiði-
eftirlitið ikki skerd í mun til
verandi ár. Talan er heldur
um eina pinkulítla øking.
Hetta merkir tó ikki, at tað
verður lætt at reka stovnin
innan verandi karmar, tí tað
er tungt sum er at fáa
endarnar at røkka. Í mun til
2003, er talan tó um eina
minking í játtanina, og
hetta saman við øktum
lønarkrøvum merkir, at
stovnurin
hevur
minni
pening at arbeiða við.
Eygleiðaraskipanin
Elmar Højgaard, leiðari á
Fiskiveiðieftirlitinum, sig-
ur, at kontoin, sum fevnir
um eygleiðaraskipanina, er
ov lítil, og hann ivast í, um
myndugleikarnir
hava
hugsað um, at henda skipan
verður dýrari í ár enn
undanfarin ár.
– Tað eru so nógv tøl á
fíggjarlógini og so nógvar
detaljur at hugsa um, at eg
velji at trúgva, at myndug-
leikarnir ikki hava hugsað
um, at neyðugt verður við
meira peningi á hesi konto-
ini í komandi ári.
Hann vísir á, at sambært
NAFO-reglunum,
sum
Føroyar eisini hava samtykt
at ganga undir, skal eyg-
leiðari verða umborð á
hvørjum rækjuskipi, sum
fiskar í NAFO-øki á Flem-
mish Kap.
– Hetta er treytin fyri at
sleppa at fiska í økinum,
sigur hann.
Elmar sigur, at eygleið-
araskipanin hevur verið ein
fyribilsskipan, sum kom í
fasta legu fyri góðum ári
síðan.
– Støðan hjá rækjuflotan-
um hevur verið eitt sindur
turbulent,
og
haraftrat
kemur, at skipini í longri tíð
vóru stongd úti úr kanad-
iskum havnum. Men nú eru
hesi viðurskifti komin uppá
pláss aftur, og tað merkir, at
neyðugt verður við meira
peningi til tess at lúka
treytirnar í sáttmálanum.
Hann heldur, at myndug-
leikarnir – uttan at hava
hugsað um hetta – hava sett
somu játtan á hesa konto
fyri komandi ár sum í ár.
– Eg vóni, at fíggjar-
nevndin, sum kemur at við-
gera uppskotið til fíggjar-
lóg, tekur hædd fyri hesum.
5-6 rækjuskip
Elmar Højgard vísir á, at
talan er ikki um tey stóru
tølini. Stívliga 1,3 miljónir
krónur eru á hesi konto til
lønir, men neyðugt verður
við umleið tí tvífalda fyri at
kunna fylgja NAFO-regl-
unum.
Rækjuskipini eru í løtuni
5 í tali; tey eru Høgifossur,
Napoleon, Sólborg, Hav-
borg og Kappin. Haraftrat
plagar Sjúrðaberg, sum
annars fiskar tosk, at gera
onkran túr á rækjuveiði.
Skipanin í grønlendskum
sjógvi er hon, at grønlend-
ingar senda sjálvir sínar
eygleiðarar
umborð
á
føroysku skipini.
Eygleiðararnir, sum eru
umborð á føroysku rækju-
skipunum í NAFO-øki, eru
løntir eftir sáttmála, ið løn-
ardeildin hjá landsstýrinum
hevur góðkent.
Elmar Højgaard sigur, at
Fiskiveiðieftirlitið í næst-
um fer at gera myndugleik-
arnar varugar við, at játt-
anin til eygleiðaraskipanin
eru ov lítil.
Íslendsk og russisk
svartkjaftaskip hava
leitað í føroyskum
sjógvi, men tey eru
farin avstað aftur,
sigur Elmar Høj-
gaard, leiðari á Fiski-
veiðieftirlitinum
FISKIVINNA
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Eitt sindur ymiskt er ár
undan ári, hvussu svart-
kjafturin ferðast um okkara
leiðir.
Um hesa tíðina í fjør og í
fyrraári fingu skipini svart-
kjaft í føroyskum sjógvi,
men higartil í heyst hevur
einki verið at fingið.
Elmar Højgaard, leiðari á
Fiskiveiðieftirlitinum, sig-
ur, at íslendsk og russisk
skip hava verið í føroyskum
sjógvi og leitað, men tey
eru farin avstað aftur.
Føroysku skipini eru á
makrelveiði.
Hjáveiða
Fyrr í summar gjørdi
Fiskiveiðieftirlitið nakrar
kanningar fyri at finna út
av, hvussu stór – ella lítil –
hjáveiðan av øðrum fiska-
sløgum er uppí í veiðini hjá
svartkjaftaskipunum.
Tað hevur nevniliga ljóð-
að, at fitt av toski og upsa
hevur verið uppi í veiðini
hjá skipum, sum hava
fiskað í íslendskum sjógvi.
Síðan kanningarnar hjá
Fiskiveiðieftirlitinum byrj-
aðu, hevur eingin svart-
kjaftafiskiskapur verið í
føroyskum sjógvi, men
stovnurin fer at hava eyguni
eftir hesum, tá ið skipini
aftur fara at fiska í føroysk-
um sjógvi.
Álvarsmál
Nøgdirnar, sum svartkjafta-
skipini føra til lands, eru
stórar, og hóast hjáveiðan
ikki sær út av nógvum,
kann talan skjótt verða um
hampiligar nøgdir av eitt nú
upsa og toski, tá ið saman
um kemur.
Kanningarnar, sum Fiski-
veiðieftirlitið higartil hevur
gjørt, benda tó ikki á, at tal-
an er um tær stóru nøgdir-
nar av upsa og toski.
Fiskimálaráðhar rin,
Bjørn Kalsø, hevur sagt, at
hann tekur málið um hjá-
veiði í størsta álvara og
hevur biðið um, at hesar
kanningar verða gjørdar.
Um hesa tíðina í fjør og í
fyrraári fingu skipini
svartkjaft í føroyskum sjógvi,
men higartil í heyst hevur
einki verið at fingið.
Føroysku skipini eru á
makrelveiði
– Støðan hjá rækjuflotanum hevur verið eitt sindur turbulent, og haraftrat kemur, at skipini í longri tíð vóru stongd úti úr
kanadiskum havnum. Men nú eru hesi viðurskifti komin uppá pláss aftur, og tað merkir, at neyðugt verður við meira peningi til
tess at lúka treytirnar í sáttmálanum, sigur Elmar Højgaard
C
M
Y
K
3
2