hósdagur 7. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 191 - 7. oktober 2004
Nr. 191 - 7. oktober 2004
5
Fólk noyðast at bíða longri eftir hjálp
Í fleiri ár hevur Al-
mannastovan stríðst
fyri at kunna geva
fólkið eina betri tæn-
astu, men nú er alt
fullkomiliga fallið til
jarðar
ALMANNASTOVAN
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Nú fer tað at taka nógv
longri hjá fólki at fáa hjálp
frá Almannastovuni.
Tað er ein avleiðing av
teimum sparingunum, sum
landsstýrið nú ætlar at seta í
verk á Almannastovuni
Sosatt ætlar landsstýrið
at seta sparingar í verk, sum
raka tey veikastu í samfel-
agnum.
Í sambandi við fíggjar-
lógina fyri næsta ár, ætlar
landsstýrið at játtað Al-
mannastovuni so mikið
lítið av peningi, at tað verð-
ur neyðugt at siga seks-átta
fólkum úr starvi.
– Hetta er í veruleikanum
ein rættiliga stór sparing,
sigur Birgit Christiansen,
sum er álitisfólk á Al-
mannastovuni.
Hon vísir á, at í Havnini
eru tey eini 70 fulltíðar-
størv, so talan er um eina
sparing ið nærkast 10%.
Og hon sigur, at hetta fer
at fáa stórar avleiðingar fyri
virksemið hjá Almanna-
stovuni.
Hon vísir á, at Almanna-
stovan hevur verið illa
undirmannað
framman-
undan.
– Vit hava verri enn so
havt tað starvsfólkatalið
sum skal til fyri at kunna
geva viðskiftafólki okkara
ta tænastu, sum vit halda, at
tey eiga at fáa frá okkum.
– Í løtuni er støðan tann,
at fleiri deildir á Al-
mannastovuni als ikki klára
at røkja sína uppgávu og
sum tískil hava ógvuliga
trupult við at avgreiða tey
mál, tey fáa til viðgerðar.
– Og tað er ongin ivi um,
at verða ætlaðu sparingarnar
nú settar í verk afturat, fer
tað at taka munandi longri
tíð hjá Almannastovuni at
avgreiða umsóknir frá fólki
um hjálp, sigur hon.
Í hesum sambandi kann
viðmerkjast, at Almanna-
stovan hevur áður fingið
átalu frá sjálvum Løgtings-
ins Umboðsmanni, júst tí
hon er so sein at avgreiða
mál.
Fullkomiliga fallið til
jarðar
Í fleiri ár hevur Almanna-
stovan annars arbeitt við at
leggja bygnaðin um við tí
endamáli at kunna veita
borgarum eina betri tæn-
astu.
– Verða hesar sparingar-
nar settar í verk, er alt tað
arbeiðið fullkomiliga fallið
til jarðar, sigur Birgit
Christiansen.
Hon sigur, at í høvuðs-
heitum eru tað málsviðger-
arar, sum verða sagdir úr
starvi og tað fer at fáa
stórar avleiðingar fyri av-
greiðslutíðina.
Samstundis vísir hon á, at
metingarnar vísa, at tíðir-
nar kanska fara at versna
eitt sindur nú.
– Og tað er júst í verri
tíðum, at tað er enn meiri
brúk fyri Almannastovuni.
Birgit Christiansen sigur, at
frammanundan er støðan á
Almannastovan tann, at
fleiri starvsfólk føla, at tey
strekkja ikki til.
– Og tað eru eisini starvs-
fólk, sum í ár hava tikið sær
tær vánaligu arbeiðsum-
støðurnar so nær, at tey
hava sagt upp, uttan at hava
annað arbeiði at fara til.
– Starvsfólkið á Al-
mannastovuni hevur við
menniskju at gera og tað
eru mangan svárir trupul-
leikar, sum hesi menniskj-
uni hava at dragast við. Tí
er tað ómetaliga tyngjandi
fyri starvsfólki, táið tey
føla, at tey ikki megna at
hjálpa hesum fólkunum so
væl, sum tey eiga.
Og bara í ár hevur hetta
havt tær avleiðingar fyri
nøkur starvsfólk, at tey
heldur eru sjálvboðin farin
út í arbeiðsloysi, enn at at
tey hava orkað at hildið
fram at arbeiða undir so
vánaligum umstøðum, sum
Almannastovan hevur at
bjóðað, tí tey klára ikki at
liva við tí.
– Og nú enn fleiri spar-
ingar skulu setast í verk,
verður støðan enn verri, so
tað sær alt annað enn gott
út.
Birgit Christiansen legg-
ur afturat, at tað undrar
hana almikið, at tað júst er
ein samgonga við javnaðar-
flokkinum á odda, ið tekur
stig til so stórar sparingar á
Almannastovuni, tí er tað
nakar flokkur, ið hevur
sosiala trygd og umsorgan
fyri teimum veiku, ovast í
sínum skjøldri, er tað júst
javnaðarflokkurin.
Ì sæð í hesum ljósinum eru
sparingarnar eitt vónbrot
hjá álitisfólkinum á Al-
mannastovuni.
Og kortini hevði hon ikki
væntað annað, tí hon heldur
at politiskt hevur tað ligið í
kortunum, at tað skuldi
sparast.
– Og politikarar plaga
ikki at kanna eftir, hvar tað
ber til at spara og, hvar tað
ikki ber til. Teir spara yvir
ein kamb við sláimaskinuni
og so er tað liðugt.
Sparingar lagdar
saman
Hans Pauli Strøm, lands-
stýrismaður í almannamál-
um, sigur, at tað hóvar hon-
um illa at spara hjá Al-
mannastovuni, men at hon
má taka sín part av sparing-
unum, sum verða gjørdar
allastaðni á fíggjarlógini.
Men hann sigur eisini, at
sparingarnar hjá Almanna-
stovuni
næsta
ár
eru
838.000 krónur, men tað,
sum er hent, er, at sparing-
ar, sum áttu at verið framd-
ar í ár, eru skumpaðar fram
til næsta ár og tí verður
talan um at siga 6-8 fólkum
úr starvi.
Vit hava meiri frá Lands-
stýrismanninum um Al-
mannastovuna í blaðnum í
morgin.
Kristin Michelsen er
kendur sum tjóðveld-
ismaður, men á bý-
ráðsvalinum hesu-
ferð, stillar hann upp
á javnaðarlistanum
BÝRÁÐSVAL
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tað er nú greitt, at borgar-
stjórin á Tvøroyri, Kristin
Michelsen, fer at stilla upp
fyri javnaðarflokkin á bý-
ráðsvalinum, sum verður í
næsta mánaði.
Sostatt hevur býráðsvalið
á Tvøroyri fingið eina heilt
óvæntaða vend. Tí hóast
Kristin Michelsen stillaði
upp á einum uttanflokka-
lista á seinasta býráðsfundi,
hevur hann altíð verið kend-
ur sum tjóðveldismaður.
Men tá ið javnaðarflokk-
urin á Tvøroyri hevði upp-
stillingarfund týdskvøldið,
kom bræv frá Kristin Mich-
elsen, har hann meldaði seg
inn í javnaðarfelagið og
bjóðaði seg samstundis fram
sum valevni til býráðið.
Hesum tilboði tóku javn-
aðarfólk av og Kristin
Michelsen er sostatt komin
á javnaðarlistan.
Sjálvur sigur Kristin Mich-
elsen, at hann mestsum
hevði gjørt av, at hann
skuldi ikki stilla uppaftur á
býráðsvalinum hesuferð.
Men seinnapartin týsdag-
in tók hann so endaliga av-
gerð um at stilla upp kort-
ini, men at tað skuldi vera á
javnaðarlistanum.
Hann vil onki siga um
orsøkina til, at hann er farin
upp á javnaðarlistan.
– Tað er av persónligum
orsøkum, sigur hann.
Men hann leggur afturat,
at hann hevur havt gott
samstarv við javnaðar-
flokkin í samgonguni í
Tvøroyrar Býráð í hesum
valskeiðnum.
Vit hava annars fingið at
vita, at hann hevði fingið
áheitan um at stilla upp á
tjóðveldislistanum
til
býráðsvalið.
Men tað hevur hann als
onga viðmerking til.
Hann hevur heldur onga
viðmerking til, um hann
eisini ætlar at stuðla javn-
aðarflokkin á einum kom-
andi løgtingsvali.
– Her er talan um eitt bý-
ráðsval og tað hevur als
onki við eitt løgtingsval at
gera. Eg havi ongantíð
tosað um partapolitikk í
býráðnum og tað ætli eg
mær heldur ikki at gera nú
ella frameftir, sigur Kristin
Michelsen.
Hann hevur heldur onga
viðmerking til um hann nú
er blivin javnaðarmaður av
álvara, ella um hann bara
er javnaðarmaður á bý-
ráðsvalinum.
Kend valevni við
Sostatt kann staðfestast, at
royndirnar at gera ein fel-
ags lista til býráðsvalið á
Tvøroyri hesuferð, er mis-
eydnað.
Annars hevur javnaðar-
flokkurin 11 valevni til
býráðsvalið á Tvøroyri
hesuferð.
Av teimum eru níggju
mannfólk og bara tvey
konufólk.
Onkur kend valevni er
aftur á listanum hesuferð.
Gamli Sverri Midjord bjóð-
ar seg fram einaferð afturat
og tað ger ein annar býráðs-
limur hjá javnaðarflokkin-
um, Pauli Einarsson, eisini.
Hinvegin hevur triði bý-
ráðslimurin hjá javnaðar-
flokkinum í Tvøroyrar Bý-
ráð, Heri Mortensen, gjørt
av at hann stillar ikki upp-
aftur.
Hini valevnini á javnað-
arlistanum til býráðsvalið á
Tvøroyri, eru, Hans Sør-
ensen, Poul Olsen, Anthon
Johannesen, Marni Olsen,
Páll Michelsen, Jens Jo-
hannesen, Jonhild Nielsen
og Heidi Mortensen.
Borgarstjórin á Tvøroyri skiftir hest
– Nú sparingar skulu setast í
verk, fer tað at taka munandi
longri tíð hjá Almannastov-
uni at avgreiða umsóknir frá
fólki um hjálp, sigur Birgit
Christiansen, álitisfólk
Gamli tjóðveldismaðurin, Kristin Michelsen vil ikki siga um hann nú er blivin javnaðarmaður
av álvara, ella um tað bara er til býráðsvalið. Her situr hann við borðendan á seinasta
býráðsfundi, høgrumegin
Kristian heldur fast
Formaðurin í ting-
bólki Javnaðarfloks-
ins, Kristian Magnus-
sen, heldur framvegis,
at tað er skeivt at veita
ein skattalætta kom-
andi ár, hóast sam-
gongan er komin
ásamt um tað í fíggj-
arlógaruppskotinum
fyri 2005. -Eg havi
roynt at gjørt vart við
míni sjónarmið í sam-
gonguni, men eg fái
ongan stuðul, og tá er
ikki nógv, eg kann
gera, sigur Kristian
Magnussen
SKATTALÆTTIN
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Eitt týskvøld fyri góðum
mánaði síðan segði ein av-
gjørdur Kristian Magnus-
sen í Degi og viku, at hann
metti tað vera ábyrgdarleyst
av samgonguni at lata ein
skattalætta
á
komandi
fíggjárlóg, tá landskassin
var mikið sperdur.
Fíggjarlógaruppskotið
hjá Bárði Nielsen og sam-
gonguni eru nú lagt fram,
og ein skattalætti á 60 mió.
krónur er millum ætlanir-
nar hjá ABC-samgonguni
fyri fíggjarárið 2005. Vit
hava spurt formannin í
tingbólki Javnaðarfloksins,
Kristian Magnussen, um
hann hevur broytt støðu í
málinum um skattalættan
hjá samgonguni.
Óbroytt
Kristian Magnussen sigur,
at hann hevur framvegis ta
støðu, at tað er skeivt at
veita ein skattalætta kom-
andi ár. Hann ásannar kort-
ini, at hann stendur rætti-
liga einsamallur í málinum.
– Tað eru eftir øllum at
døma fá, sum halda tað
sama sum eg, tí væntandi
verður ein skattalætti latin
komandi ár. Eg havi roynt
at gjørt vart við míni sjón-
armið í samgonguni, men
eg fái ongan stuðul, og tá er
ikki nógv, eg kann gera,
sigur Kristian Magnussen
Formaðurin í tingbólki
Javnaðarfloksins sigur, at
hinir
samgongulimirnir
halda fast um samgonguav-
taluna frá januar mánaði í
ár, og tí eru teir ikki at vika
í málinum
– Vit eru noydd at stinga
fingurin
í
jørðina
og
ásanna, at búskaparliga
støðan er ikki hin rætta til
at veita ein skattalætta, og
hóast eg havi roynt at
greiða hinum samgongu-
limunum frá tí, halda teir
fast um avtaluna, sum vit
gjørdu í januar mánaði,
vísir Kristian Magnussen á.
Eingin kreppa
Kristian Magnussen heldur,
at tær 60 mió. krónurnar,
sum ætlanin er at lata í
skattalætta í 2005 áttu
heldur at verðið nýttar til at
lækka um hallið á fíggj-
arlógini.
– Vit mugu leggja okkum
í geyma, at vit framvegis
ikki hava eina kreppu í
Føroyum, men talan er
hinvegin um normalar tíðir.
Hóast prísirnir ikki eru av
teimum bestu í løtuni, so
fiska vit nógv. Vit áttu tí
heldur at brúkt pengarnar,
ið fara til skattalætta, til at
minka um hallið, sum er alt
ov stórt, tá hugsað verður
um, at føroyska samfelagið
ikki er í eini kreppu, sigur
Kristian Magnussen
–Vit eru noydd at stinga fingurin í jørðina og ásanna, at
búskaparliga støðan er ikki hin rætta til at veita ein skattalætta,
og hóast eg havi roynt at greiða hinum samgongulimunum frá
tí, halda teir fast um avtaluna, sum vit gjørdu í januar mánaði,
vísir Kristian Magnussen á.
Mynd: Savnsmynd
Tinglimurin hjá Javn-
aðarflokkinum úr
Sandoynni, Gerhard
Lognberg, góðtekur, at
játtanin til Lista- og
tónleikaskúla á Sand-
oynni er strikað á
fíggjarlógini fyri kom-
andi ár. – Jú hatta er í
ordan, tí vit fáa ein
undirsjóartunnil og
ítróttahøll í staðin, og
tað raðfesti eg hægri
enn ein listaskúla, sig-
ur Gerhard Lognberg
FÍGGJARLÓGIN 2005
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Í fíggjarlógaruppskotinum
hjá
landsstýrinum
fyri
komandi ár er eingin játtan
sett av til Lista- og tón-
leikaskúla Føroya, sum
ætlanin er at byggja á Sand-
oynni. Á fíggjarlógini fyri
2004 vórðu 500.000 krónur
settar av til Listaskúlan,
men
samgongan
hevur
gjørt av strika játtanina til
komandi ár.
Gerhard Lognberg er
samgongulimir og valdur á
Sandoynni, og hann tykist
ikki at hava ligið í andvekri,
síðan játtanin til Lista-
skúlan á Sandoynni varð
strikað.
– Jú hatta er í ordan, tí vit
fáa ein undirsjóartunnil og
ítróttahøll í staðin, og tað
raðfesti eg hægri enn ein
listaskúla. Tað ber ikki til at
fáa alt, og tí kemur lista-
skúlin í aðru røð, sigur Ger-
hard Lognberg.
Samgongan hevur sett
500.000 krónur til fyrireik-
ingararbeiðið av undirsjó-
artunnilinum til Sandoynna
á fíggjarlógina fyri 2005,
og Gerhard Lognberg vænt-
ar eisini, at sandoyingar fáa
ein part av játtanini, ið
samgongan hevur sett av til
at byggja nýggjar ítrótta-
hallir fyri komandi ár.
– Fólk á Sandoynni hava
størri brúk fyri einum und-
irsjóartunli og ítróttahøll
enn einum listaskúla í løt-
uni, heldur javnaðarting-
maðurin
Óvist við listaskúla
Hóast eingin játtan er sett
av til Lista- og tónleika-
skúla Føroya komandi,
væntar Gerhard Lognberg
kortini ikki, at ætlanin
dettur fullkomiliga niður-
fyri. Hann dugir kortini
ikki at siga, nær farið verð-
ur undir arbeiðið, og úti-
hýsir ikki, at tað kann taka
fleiri ár.
– Ein listaskúli kemur at
kosta góðar 50 mió. krónur
tilsamans, og í løtuni
raðfestir samgongan undir-
sjóartunnilin og ítrótta-
høllina hægri, og tí fer tað
óivað at taka fleiri ár, áðr-
enn farið verður undir lista-
skúlan,
sigur
Gerhard
Lognberg.
Undirsjóartunnil fyri
listaskúla
Illviljin
staðfestur
Tinglimurin hjá
Tjóðveldisflokkinum
á Sandoynni,Páll á
Reynatúgvu,er ikki
bilsin av avgerðini
hjá samgonguni um
at strika játtanina til
Lista- og tónleika-
skúlan á Sandoynni.
– Samgongan hevur
alla tíð havt illvilja
ímóti ætlanini,sigur
hann
FÍGGJARLÓG 2005
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Sandoyartingmaðurin hjá
Tjóðveldisflokkinum,
Páll á Reynatúgvu, er ikki
bilsin av avgerðini hjá
samgonguni um at strika
játtanina til Lista- og tón-
leikaskúla Føroya á fíggj-
arlógaruppskotinum fyri
komandi ár.
– Avgerðin er burturvið,
men hetta er eisini stað-
festing av illviljanum hjá
samgonguni fyri ætlanini,
so fyri so vítt er einki
broytt,
sigur
Páll
á
Reynatúgvu.
Tjóðveldistingmaðurin
greiðir frá, at í fíggjarlóg-
aruppskotinum fyri 2004
vat heldur eingin játtan til
skúlan, men undir fíggj-
arnevndarviðgerðini var
tað hann sjálvur, ið fekk
játtanina á 500.000 krón-
ur til Listaskúlan á endal-
igu fíggjarlógina
Einki hendir
Páll á Reynatúgvu sigur
seg ivast stórliga í um
nakað fer at henda í mál-
inum um Lista- og tón-
leikaskúla Føroya, tí sam-
gongan tykist vera støðu-
føst í málinum.
Hann vísir á, at hóast
500.000 krónur eru settar
av, hevur hann ikki fingið
nakra ábending frá lands-
stýrismanninum, Jógvani
á Lakjuni, um, at hann
ætlar nýta peningin.
Spurdur, um hann ætlar
aftur í ár at strongja á í
fíggjarnevndararbeiðin-
um fyri at fáa eina játtan til
Listaskúlan á fíggjarlóg-
ina, svarar Páll á Reyna-
túgvu, at tað er ætlanin,
men so má hann eisini fáa
vissu fyri, at glið kemur á
málið, og at landsstýrið
ger veruleika av ætlanin-
um um at byggja skúlan.
– Fólk á Sandoynni hava
størri brúk fyri einum
undirsjóartunli og
ítróttarhøll enn einum
listaskúla, heldur
javnaðartingmaðurin,
Gerhard Lognberg
Mynd: Savnsmynd
C
M
Y
K
5
4