hósdagur 7. oktober 2004síða 4
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Nr. 191 - 7. oktober 2004
Nr. 191 - 7. oktober 2004
7
Tvøst fyri nevndarsessir
Flogferðsla á internetinum
Til ber nú at síggja á
heimasíðuni hjá Stat-
ens Luftfartsvæsen í
Føroyum, hvussu
flogferðslna í Vágum
er eina viku fram í
tíðina
FLOGERÐSLA
Edvard Joensen
Nú ber til at fylgja flog-
ferðsluni í Vágum um inter-
netið. Statens Luftfartsvæs-
en hevur lagt ferðaætlnina
hjá fogførunum á heima-
síðuna. Eisini eru skermar
settir upp í teminalinum,
har víst verður, hvussu
ferðslan er.
Til ber nú hjá fólki, sum
sita við ein telduskíggja, at
sláa upp á heimasíðuna
www.slv.dk/vagar
og
síggja, nær flogfarið úr
Reykjavík kemur í Vágar í
næstu viku. Eisini flogfarið
við fótbóltsáskoðarum úr
Dublin ella vanliga rutu-
flogfarið úr Kastrup.
Vága Floghavn hevur í
summar royndarkoyrt hesa
skipanina, og nú verður hon
hildin at virka so mikið
væl, at hon verður løgd á
heimasíðuna.
Men eisini á flogvøllin-
um sjálvum, í terminalin-
um, eru hesar tíðir nú at-
komiligar
fyri
ein
og
hvønn, uttan at neyðug er at
fara inn á skrivstovur ella
til diskar at spyrja. Skermar
eru settir upp, sum vísa,
nær flogførini, merkt við
rutunummarið, koma og
fara. Júst sum fólk kenna
tað aðrastðani frá.
Fyrr hevur hetta verið
møguligt at sæð á einum
lítlum skermi uttan fyri
avgreiðsluskrivstovuna hjá
Atlantsflogi. Tað vil siga,
nær flogførini hjá Atlants-
flogi koma og fara.
Nú ber eisini til at síggja
eina viku forút, nær eitt
fremmand leiguflogfar við
eitt nú einum ísrealskum
fótbóltslandsliði, lendir í
Vágum.
Norðuratlantsbólkur-
in á Fólkatingi kroysti
danska Socialdemo-
kratiska flokkin til at
stuðla donsku stjórn-
ini í tvøstmálinum á
CITES fundinum.
Avleiðingin av, at
Danmark atkvøddi
ímóti japanska upp-
skotinum, kundi
verðið, at Social-
demokratarnir mistu
nevndarsessir á
Fólkatingi
TVØSTMÁLIÐ
Edvard Joensen
Socialdemokratarnir
á
Fólkatingi
hava
broytt
støðu í málinum um sølu av
tvøsti. Eftir fund við um-
boð fyri Norðuratlantsbólk-
in fara teir ar mæla donsku
sendinevndini á CITES
fundinum til at atkvøða
blankt, tá japanska upp-
skotið um sølu av stór-
hvalatvøsti kemur til við-
gerðar.
Grundin til at Social-
demokratiki flokkurin á
Fólkatingi hevur broytt sína
støðu í hesum máli er, at
um teir ikki gjørdu tað,
kundi hugsast at Norðurat-
lantsbólkurin fór at brúka
sína ávirka í valsamstarv-
inum á Fólkatingi soleiðis,
at socialdemokratarnir ikki
fingu teir nevndarsessir á
tingi, sum teir annars
kunnu fáa, sigur Høgni
Hoydal, føroyskur fólka-
tingslimur.
Hann greiðir frá, at
Norðuratlantsbólkurin
er
við í einum valteknisku
bólki á Fólkatingi, sum er
við til at býta nevndarsessir.
Nú Fólkatingið kemur sam-
an til nýggja setu, skulu
hesir sessir aftur býtast. Í
valbókinum er millum ann-
að
Socialdemokratiski
flokkurin, og hann kann
missa onkran nevndarsess,
um norðuratlantisku at-
kvøðurnar knapplig mangla.
Hetta hevur grønlendski
fólkatingsmaðurin, Lars
Emil Johansen, gjørt Mog-
ens Lykketoft, formanni í
Socialdemokratiska flokk-
inum, greitt á fundi, sum
Norðuratlantsbólurin bað
um.
Socialdemokratarnir
á
Fólkatingi
hava
ringar
royndir av tvørum norður-
atlantiskum fólkatingslim-
um og hava neyvan gloymt
tað, sum hendi, tá Jóannes
Eidesgaard í síni tíð ikki
atkvøddi fyri at velja Birte
Weiss til formann á Fólka-
tingi.
Orsøkin til fundin mill-
um Norðuratlantsbólkin og
Socialdemokaratarnar er
tann, at danska stjórnin ætl-
aði, at danska sendinevndin
á fundinum hjá CITES
skuldi atkvøða blankt, tá
japanska uppskotið um at
loyva sølu av stórhvala-
tvøsti kom til atkvøðu-
greiðslu.
Síðan er tað hent, at
stjórnin hevur fingið boð
frá
Europanevndini
á
Fólkatingi,
har
millum
annað SF og Socialdemo-
kratarnir eisini eru við, um
at atkvøða nei. Hóast hetta
kann stríða móti bæði før-
oyskum og grønlendskum
áhugamálum.
Men eftir fundin millum
Lars Emil Johansen og
Mogens Lykketoft hava
Sosialdemokratanrir broytt
støðu, soleiðis at meirilutin
í Europanevndini nú er
samdur við stjórnini, og
boðini til stjórnina um at
áleggja sendinevndini at-
kvøða ímóti japanska upp-
skotinum verða tikin aftur.
Sostatt verður tað, sum
stjórnin ætlaði. At danska
sendinevndin fer at atkvøða
blankt, sigur Høgni Hoydal,
fólkatingsmaður og limur í
Norðuratlantsbólkinum.
–Vit hava brúkt tey am-
boð, vit hava til taks. Og í
hesum førinum sær tað út
til at hava gjørt mun, sigur
hann.
Nú verður ikki neyðugt at
ringja ella fara á flogvøllin
fyri at fáa at vita, nær
flogfarið lendir ella fer. Tað
kann ein nú fáa at vita fyri
eina viku í senn við at hyggja
á heimasíðuna hjá Vága
floghavn
Mynd: Edvard Joensen
Mogens Lykketoft, formaður í Socialdemokratiska flokkinum, og Lars Emil Johansen, limur í Norðuratlantiska bólkinum á
Fólkatingi, hava havt fund um tvøstmálið í Cites. Úrslitið varð, at Socialdemokraarnir nú taka undir við donsku stjórnini og
áleggja donsku sendinevndini í Cites at atkvøða blankt, tá japanska uppskotið um sølu av stórhvalatvøsti kemur til
atkvøðugreiðslu
Mynd: Símun J. Hansen
Løgmaður:
Vit ynskja sjálvstýri í ymiskari takt
Løgmaður frøist um
at føroyingar ‘tykjast
nærkast einari tjóð-
skaparligari semju’ í
sjálvstýrismálinum –
samstundis sum
spurningurin um ES
grundlóg í Danmark
kann gerast grund-
leggjandi
RÍKISFELAGSSKAPUR
Búi Tyril
tyril@PRnewsMedia.com
Jóannes Eidesgaard løg-
maður hoyrdi undir setanini
av Fólkatinginum týsdagin
einki óvæntað í umrøðu
danska forsætisráðharrans
av Føroyum, Grønlandi og
ríkisfelagsskapinum. Hin-
vegin staðfesti løgmaður at
tað føroyska sjálvstýrismál-
ið er í ferð við at verða
»neutraliserað« sum stríðs-
mál, samstundis sum relati-
ónirnar millum Føroyar og
Danmark hava verið undir
»stabilisering« í seinastuni.
»Eg havi hoyrt nógvar
stjórnar røður,« segði løg-
maður aftan á fundin í
Fólkatinginum.
»Vanliga
fyllir tann parturin av setan-
arrøðuni ið snýr seg um
Føroyar, Grønland og ríkis-
felagsskapin, ikki nógv. Og
røðan hesuferð var einki
undantak í so máta; for-
sætisráðharrin tók tað við
sum hann átti at taka við,
nevniliga tað um uttanríkis-
mál og tað um yvirtøku-
lógina.«
Forsætisráðharrin segði
millum annað í røðu sínari:
»Ávirkan, ábyrgd og sam-
starv eru lyklaorð í nýmót-
ans samstarvi, og hetta er
hugburðurin hjá Stjórnini
nú ríkisfelagsskapurin skal
dagførast… Vit skulu halda
fram við at endurnýggja og
nútímansgera ríkisfelags-
skapin (…).«
Vit
spurdu
løgmann:
Segði Anders Fogh Ras-
mussen einki sum bendi á
nakað nýtt?
»Tað veldst um hvussu tú
vendir tí,« segði Jóannes
Eidesgaard. »Hatta við at
tað skal moderniserast og
dagførast í ríkisfelagsskap-
inum er kanska meira at
meta sum kryddarí enn
beinleiðis ítøkiligt innihald.
Hinvegin var tað hann segði
eisini í tráð við tað sum
Landsstýrið og Stjórnin eru
á einum máli um. Hetta
hevur ligið í kortunum og
hann leveraði tað hann
skuldi; hann ansaði eisini
eftir at ikki trampa inn á
innanhýsis føroysk mál.«
Stutt men sterkt
Løgmaður las samstundis
størri týdningar í teir pol-
itisku veruleikarnar aftan
fyri orð forsætisráðharrans,
nevniliga tá talan er um
uttanríkismál, yvirtøkur og
sjálvstýrismálið. Sæð við
hesum brillunum er talan
um eina grundleggjandi
tríeind sum bestendur av
sínámillum samanhangandi
spurningum: føroyingar fáa
‘fullmakt’ innan fyri karm-
arnar av tí donsku grund-
lógini og ríkisfelagsskapin-
um til at føra egnan uttan-
ríkispolitikk; føroyingar fáa
staðfesta heimild til at yvir-
taka øll málsøkir sum kunnu
yvirtakast við einari kjarnu
av undantøkum sum bein-
leiðis er tengd at mørkum
ríkisfelagsskapsins
og
grundlógarinnar; og tað er
upp til føroyingar sjálvar um
og nær teir vilja melda seg
úr ríkisfelagsskapinum og
samtykkja egna grundlóg.
»Tað sum útger kjarnan í
okkara verandi formi fyri
ríkisfelagsskap er nøkur fá
men stór og týðandi mál,«
segði løgmaður. »Hesi eru í
stuttum
uttanríkismál,
verju- og trygdarmál, val-
utamál og ríkisborgara-
skapur. Tað sum er í ferð
við at henda realpolitiskt er
at føroyingar og grønlend-
ingar fáa fullmakt til at føra
egnan uttanríkispolitikk og
harafturat umboða Rikið
úteftir í málum sum bein-
leiðis
viðkoma
okkum
heldur enn dønum. Hetta
merkir í praktikkinum at vit
nú fáa fulla heimild til at
samráðast við onnur lond
um samstarvsavtalur, og vit
kunnu samskifta beinleiðis
við myndugleikar og sendi-
stovur hjá øðrum londum;
tó skulu vit boða dønum frá
og so skjótt Danmark sjálvt
er við í myndini koma av-
markingar inn. Í tann mun
grønlendingar eisini eru við
i myndini, noyðast føroy-
ingar og grønlendingar at
samráðast við felags støði,
hvat ið kann vera óheppið
viðhvørt. Men hetta eru tó
stór framstig.«
Júst framstig á sjálvstýr-
isleið tykist ikki at liggja
fjar fyri sitandi samgongu,
hóast tann partapolitiska
samansetingin traditionelt
átti at bent á alt annað. Tann
komandi yvirtøkulógin er
sambært løgmann líka so
sterk sum hon er stutt: hon
nevnir fyrst sum undantøk
tey kjarnumál ið beinleiðis
verða tengd at markinum
fyri
ríkisfelagsskap
og
grundlóg, fyri síðani at
staðfesta at alt annað kann
yvirtakast uttan mun til um
talan er um ‘A’ ella ‘B’ mál
ella annað ið ikki er bólkað
eftir hesum.
»Yvirtøkulógin er stutt
men
inniheldur
nógv,«
segði Jóannes Eidesgaard.
»Hon setur avmarkingar í
karmunum fyri ríkisfelags-
skapin og donsku grund-
lógina men sigur síðani at
alt annað kann yvirtakast
sum føroysk sermál.«
Semja um sjálvsstýri?
Tann konfrontatión sum
ofta hevur verið millum
føroyingar
og
danir
í
sjálvstýrismálinum er í ferð
við at verða vend til nakað
ið føroyingar sjálvir »róliga
og sinniliga« kunnu taka
støðu til og stýra, segði
løgmaður.
»Tað sum nú hendir tá
hesar nýggju lógir koma í
gildi er at sjálvstýrismálið,
meira enn nakrantíð, verður
ein søk burturav fyri Føroya
Løgting at taka støðu til.
Hetta er eisini í tráð við tann
politiska konsensus sum
finnist í Fólkatinginum og í
stjórnini,
nevniliga
at
sjálvstýrismálið er upp til
føroyingar. Her hevur man
neutraliserað nakað sum
leingi hevur verið eitt stríðs-
mál… Gjøgnum stabilis-
ering í viðurskiftunum mill-
um okkum og danir verður
forðað fyri samanbresti
millum partarnar. Í stuttum
er sjálvstýrismálið gjørt til
eitt føroyskt mál burturav,
og tað haldi eg er sunt fyri
hetta málið… Vit tykjast
nærkast einari tjóðskapar-
igari semju um málið, og
hetta er uttan iva nakað sum
føroyingar sjálvir róliga og
sinniliga koma at loysa, í tí
takt sum hóskar til egnar bú-
skaparligar og fíggjarligar
fyritreyir.«
Eru allir dagsins politisku
flokkar í Føroyum í veru-
leikanum sjálvstýrisflokk-
ar?
»Mangt bendir á at vit
eru komin fram til tað stig
at vit draga somu línu í
málinum um sjálvbjargni
og sjálvstýri… Teir polit-
isku flokkarnir flyta seg so
við og við, og eg dugi at
síggja at nógv er broytt tey
seinastu árini. Ídag eru allir
flokkar her í høvuðsheitum
samdir um kósina, hóast
ymiskar meiningar eru um
ferðina.«
»Hugsa bara um eitt mál
sum yvirtøkan av Fólka-
kirkjuni. Kirkjan hevur jú
ein sera stóran leiklut í okk-
ara samfelag… Tann semja
føroyingar nú eru komnir
fram til í hesum máli tóktist
óhugsandi fyri nøkrum
árum síðani.«
Varin við ES grýtu
Undantøkini fyri yvirtøkur
og føroysk sermál, sum nú
koma at standa eftir millum
varðveittan ríkisfelagsskap
og fulla loysing, minna í
ironiskan mun um tey ‘fýra
fyrivarnini’ sum danir enn
halda fast um í mun til
Europeiska Samveldið. Tað
verður tosað nógv um eina
komandi ES grundlóg og
eina vaksandi miðsavnan í
Bruxelles av týðandi pørt-
um av tí politiska valdinum
hjá ES londunum - og
hvønn týdning hetta fær
fyri Føroyar, nevniliga um
myndugleikin í málum sum
danir umsita vegna ríkis-
felagsskapin fer at falla
undir ES.
Hóast Høgni Hoydal,
fólkatingslimur og for-
maður Tjóðveldisfloksins,
festi seg við at Anders Fogh
Rasmussen í sínari setanar-
røðu ikki nevndi Føroyar
og Grønland við einum orði
í sambandi við tað hann
segði um eina komandi ES
grundlóg, so helt løgmaður
ikki at forsætisráðharrin
gjørdi skeivt í hesum.
»Anders Fogh Rasmus-
sen vildi vísa virðing fyri at
Løgtingið í 1974 samtykti
at Føroyar skuldu haldast
uttan fyri EF,« segði Jó-
annes Eidesgaard. »Hann
vildi samstundis vera varin
og lata vera við at røra
óneyðugt í einari grýtu sum
leingi hevur goymt upp á
eitt fullkomið tabu í Før-
oyum. Men evnið er ikki
minni týðandi fyri tí… ES
grundlógin má enn sigast at
vera meira retorikkur enn
realitetur, men vit hava eina
delikata støðu her - serliga
um, ella tá, tey donsku fyri-
varnini verða slept. Hetta
evnið varð eisini umrøtt á
ríkisfundi herfyri og semja
var um at gera kanningar av
teimum avleiðingum fyri
rikisfelagsskapin ið kunnu
hugsast í hesum sambandi.
Vit vilja sjálvandi vita hvat
hendir um ella tá málsøkir
verða flutt til ES.«
Nýggj heimastýrislóg?
Høgni Hoydal helt at Før-
oyar og Grønland vórðu
raðfest nakað niðarliga í
setanarrøðuni hjá Anders
Fogh Rasmussen. Hann helt
seg ikki annars ikki hoyra
nakað nýtt, samstundis sum
hann viðgekk at tað kann
vera ringt at siga hvat sum
kann liggja í tí sum varð
sagt. Men hann mælti til at
standa á varðhaldi móti
donskum
»sminki«
og
øðrum snildum ið kunnu
hava til endamáls at »park-
era tilgongdina« móti før-
oyskum sjálvræði.
»Eitt er tey føgru orðini
um føroyskt sjálvræði og
nýggja yvirtøkulóg,« segði
Høgni Hoydal. »Nakað ann-
að er hvat trúvirði liggur í
orðunum. Royndirnar vísa
okkum at danir vilja ganga
langt fyri at varðveita okk-
um í ríkisfelagsskapinum,
ofta við sminki sum skal
dylja veruleikan; teirra út-
spæl kann í ringasta føri
lokka okkum í eina fellu
sum læsir Føroyar fastar í
innibyrging, gjøgnum eina
nútímansgjørda
heima-
stýrislóg.«
»Danir hava fyrr roynt at
parkera tilgongdina sum vit
hava havt móti fullveldi og
teir vilja kanska framvegis
royna tað. Teir hava forðað
okkum umboðan í IWC,
teir hava forðað okkum í at
gerast sjálvstøðugir limir í
Norðurlandaráðnum,
og
teir hava mótarbeitt okkum
í fleiri øðrum mótsvarandi
málum. Tað ljóðar mikið
gott við semjum og sjálv-
ræði og øllum tí, men hvat
liggur í tí? Eg vil ikki gita
ov nógv nú, áðrenn eg havi
sæð tekstin í tí sum er upp á
tal.«
Jóannes Eidesgaard løgmaður saman við Fólkatingsins formanni Christian Mejdahl, Fólkatings umboðnum Høgna Hoydal, og
Løgtingsins formanni Edmund Joensen; orsakað av fundi bar tað ikki til hjá hinum føroyska Fólkatings umboðnum, Lisbeth
Petersen, at vera við á myndini
Foto: Símun J. Hansen
C
M
Y
K
7
6