Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 5

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Nr. 191 - 7. oktober 2004 Nr. 191 - 7. oktober 2004 9 Kambsdal í Leikalund Fríggjadagin, 8. okto- ber letur listafram- sýning við fuglfirð- inginum Heðini Kambsdal upp TÍÐINDASKRIV Leikalund Klaksvík: Heðin Kambsdal er føddur í 1951 og hevur í mong ár fingist við málningalist. Hann hevur verið við á nógvum varmakeldufram- sýningum, ólavsøkufram- sýningum, várframsýning- um, Lionsframsýningum og eisini í Smiðjuni í Lítlu- vík. Harafturat hevur hann sýnt fram sínar myndir utt- anlanda, millum annað í Lemvig, Herning, Ålborg, Hjørring og Frederikshavn Við á framsýningini í Leikalund hevur Heðin 15 nýggjar oljumálningar. Framsýningin letur sum nevnt upp fríggjadagin 8. oktober klokkan 16.00 og eru øll hjartaliga vælkomin at hyggja framvið, síggja framsýningina, fáa ein kaffimunn og heilsa uppá listarmennirnar. Myndirnar eru til sølu og eru at síggja í vanligari upplatingartíð frá mánadag til hósdag frá 10 til 17:30, fríggjadag frá 10 til 19:00 og leygardag frá 10 til 13. Framsýningin verður hangandi allan okto- ber mánaða. Framsýningin, íð tekur við aftaná framsýningina hjá Heðini, verður við Astrid Luihn. Sambands- listin klárur Sambandsflokkurin liðugur við uppstill- ingina í Suður- streymoy KOMMUNUVAL Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Føroya Væl - valfelag Sambandsfloksins í Suðurstreymoy stillar 12 valevni upp til kommunu- valið í Tórshavnar Kommunu 9. november - níggju mans og tríggjar kvinnur. Býráðslimirnir Heðin Mortensen, Høgni Mikkelsen og Beate L. Samuelsen stilla uppaftur. Fjórði býráðslimur Sam- bandsfloksins, Schuman Hjaltalin, stillar ikki upp- aftur. Hann hevur sitið 12 ár í býráðnum Listin sær annars soleiðis út: 1. Heðin Mortensen býráðslimur Tórshavn 2. Høgni Mikkelsen, býráðslimur Tórshavn 3. Beate L. Samuelsen býráðslimur Tórshavn 4. Annfinn Brekkstein, borgarstjóri Velbastaður 5. Bent Jákup Hansen, Argir 6. Bjørg Dam, Tórshavn 7. Carina Fagralón Kollafjørður 8. Bjarti Thomsen, Nólsoy 9. Jóhan P. Johannesen, lærari Argir 10. Steinfinn Mittelstein, sølumaður Tórshavn 11. Rasmus A. Joensen, skrivstovumaður Tórshavn 12. Hans Albert Hansen, búskaparfrøðingur Tórshavn Byrja verður fríggja- kvøldið 8. oktober kl. 20.00 Endamálið við hesum tiltaki er at læra børnini kvæðaskap okkara og harvið kveikja teirra áhuga og varveita kvæð- ini, sum ein livandi part av mentan okkara. Tað er Dansifelagið í Havn og Norðurlanda- húsið, sum øll árini hava skipað fyri barnadans- inum. Vónandi møta børn og foreldur fjølment upp. Fimm fólk úr starvi Skerjingar á á fíggjar- lógini elva til, at fimm fólk færri verða í starvi á Fiskirann- sóknarstovuni UPPSAGNIR Undir viðgerðini av fíggj- arlógini fyri 2004 fyrr í ár vórðu skornar kr. 500.000 av uppskotinum frá Lands- stýrinum til vanliga rakst- urin hjá Fiskirannsóknar- stovuni. Samstundis vóru aðrar stórar skerjingar framdar í ávísum verk- ætlanum. – Í uppskotinum til fíggj- arlóg fyri 2005 eru oman- fyrinevndu skerjingar av samlaða virkseminum tikn- ar til eftirtektar, umframt at hædd ikki er tikin fyri lønarhækkingunum. Stovn- urin kemur sostatt í 2005 at hava minni pening at ráða yvir, enn hann við verandi manning hevur ráð til. Neyðugt er tí við skerjing- um í talinum av starvsfólki, sigur Hjalti í Jákupsstovu, stjóri á Fiskirannsóknar- stovuni. Út frá hesi fortreyt eru fýra fólk á stovninum søgd úr starvi, meðan eitt fólk fer frá fyri aldur. Sostatt vera í 2005 fimm starvs- fólk færri á Fiskirannsókn- arstovuni. Barnadansur in byrjar aftur Skúlar pluss mál pluss grannar pluss pengar TÍÐINDASKRIV Nordplus er evnið á fyrsta almenna fundinum hjá Norrøna Felagnum í Før- oyum í vetur. Á fundinum í Norður- landahúsinum hóskvøldið 7.oktober kl.19.30 fer Henrik Neiiendam Ander- sen frá Cirius-Danmark at greiða frá um Nordplus skipaninar. Hann fer at eisini at geva teimum, sum vilja tað, vegleiðing í at søkja um pengar frá Nord- plus. Norðurlendska ráðharra- ráðið bjóðar fimm møgu- leikar at søkja um studning frá Nordplus í ár, næsta ár og í 2006. Nordplus er ætlað skúla- fólki, tað vil siga næming- um og lærarum, og teimum, sum eru góð við norður- lendsku málini. Endamálið við stuðlinum er at styrkja norðurlendska felagsskapin og samleikan við støði í søguligu, ment- anarligu og demokratisku felagseyðkennunum hjá Norðurlondunum. Kjarnin er flytføri og netverk. Í Nordplus eru fimm stuðulsskipanir: Nordplus Junior er ætlað lærarum og næmingum í fólkaskúlum, miðnáms- skúlum og í yrkisútbúgv- ingum. Næsta umsóknar- freist er 15. oktober 2004. Nordplus skal menna sam- starvið millum lærarar og studentar í hægri útbúgv- ingum. Næsta umsóknar- freist er 1.februar 2005. Nordplus Vaksin er ætlað at menna samstarvið um fólksliga upplýsing og undirvísing fyri vaksin. Næsta umsóknarfreist er 1.mars 2005. Nordplus Granni er ser- liga ætlað at menna sam- starvið við grannarnar eyst- anfyri, fyrst og fremst við Baltalondini, men eisini við útnorður-Russland. Sam- starvið er fyri allar útbúgv- ingarskipanir. Næsta um- sóknarfreist er 1.februar 2005. Nordplus Mál skal menna støðuna hjá norður- lendsku málunum í Norð- urlondunum og styrkja málini í altjóða høpi. Næsta umsóknarfreist er 15. oktober 2004. Í Føroyum kunnar og vegleiðir Altjóða Skrivstov- an www.ask.fo um allar fimm Nordplus skipanir. Í Danmark stendur Cirius www.ciriusonline.dk fyri kunningini og vegleiðing- ini. Henrik Neiiendam Andersen, sum verður á al- menna fundinum hjá Norrøna Felagnum í Norð- urlandahúsinum hóskvøld- ið, arbeiðir hjá Cirius í Danmark. Henrik Neiendam Andersen fer at greiða frá um Nordplus Ein tann royndasti føroyingurin innan shipping-virksemi, Árni Dam, sigur tað verða alneyðugt, at ein fríhavn verður sett á stovn í Føroy- um sum skjótast. Hann sigur, at ein fríhavn kann skapa eina rúgvu av nýggj- um arbeiðsplássum FRÍHAVN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Herfyri læt Árni Dam sam- an við øðrum upp skriv- stovu Yviri við Strond í Havn, sum hann rópar Faroe Agency. Endamálið við nýggju skrivstovuni er fyrst og fremst at veita tænastur til útlendsk skip, ið koma til Føroya. Árni Dam hevur í nógv ár fingist við slíkt virksemi, og hann sigur, at um føroysku myndugleikarnir taka stig til at seta á stovn eina frí- havn, er møguleiki fyri at útvega eina rúgvu av nýggj- um og hart tiltrongdum arbeiðsplássum.Áhugin er stÁrni Dam greiðir frá, at útlendsk reiðaríir hava stóran áhuga fyri Føroyum, og síðani nýggja skrivstov- an læt upp, hava teir fingið hópin av uppringingum úr útlandinum. – Tað gongur skjótt í hesari vinnuni við at fáa tíðindini um eina nýggja skrivstovu av hesum slag runt til røttu viðkomandi, sigur Árni Dam. Faroe Agency skal fyrst og fremst virka sum port agents fyri fremmand skip. Tað vil siga, at teir taka sær av øllum tí praktiska við- víkjandi pappírum, loyv- um, møguligari útskifting av manning saman við Atlantic Airways, proviant og øðrum í sambandi við, at eitt fremmant skip kemur til Føroya. Tað er eingin loyna, at Árni Dam í nógv ár hevur havt rættuliga nógv sam- starv við russar, og millum annað er hann umboðs- maður hjá teimum mongu russisku skipunum, ið liggja í Nólsoyarfirði. – Russarnar havi eg fing- ist við síðani 1978, so teir kenna meg. Teir ringja eisini í heilum og spyrja, um vit kunnu taka okkum av øllum tí praktiska, og tað hevur einki upp á seg, tí hjá okkum er tað rein rutina, sigur royndi shippingmað- urin. Óneyðugar forðingar Árni Dam sigur, at um vit ikki høvdu havt so nógvar óneyðugar forðingar, høvdu føroyingar kunna vunnið heilt fitt av peningi burtur úr øllum teimum mongu skipunum, ið eru her á okkara leiðum. Hann vísir á, at varð til dømis ein fríhavn sett á stovn, hevði tað uttan iva merkt eina rúgvu av nýggjum arbeiðs- plássum. – Eg eri óteljandi ferðir blivin spurdur av reiðarum, um vit ikki hava eina frí- havn í Føroyum, tí so høvdu teir sent síni skip inn hagar at avskipa fisk, bunkra olju og annað. Men vit hava øll møgulig av- gjøld, ið merkja, at tað ikki loysir seg hjá fremmandu skipunum at koma hagar. Eg veit til dømis, at høvdu vit eina fríhavn, høvdu allarhelst øll tey russisku skipini, ið eru við Føroyar, komið hagar at bunkra olju. Tilsamans brúka hesi skip eitt stað millum 150.000 og 200.000 tons av olju árliga, og tað er eyðsæð, at tað hevði kastað nógv av sær her á landi, sigur Árni Dam. Eisini fílist Árni Dam á tey sonevndu BIB-gjøldini, ið verða kravd fyri eitt nú triðjalandsfisk, ið verður koyrdur á goymslu í Før- oyum, áðrenn hann verður sendur við farmaskipi til eitt annað triðjaland. Hetta BIB-gjaldið inniber, at kemur til dømis ein russ- iskur bátur við 1.000 tons- um av blokki, ið skal goym- ast í Føroyum, áðrenn hann verður avskipaður víðari til eitt nú Kina, skal Heilsu- frøðiliga Starvsstovan hava okkurt um 15.000 krónur fyri hetta, tí stovnurin hev- ur eftirlit við tey trý støðini í Føroyum, har slíkur fiskur kann umskipast. – Talan er ofta um fisk við einum lágum kiloprísi, og tá ið so hetta gjald verð- ur lagt omaná, gerst tað fullkomiliga óhugsandi hjá fremmandu skipunum at avskipa fiskin í Føroyum. Hinvegin hevði onki av- gjald verið, høvdu tey av- skipað her, og so var nakað av arbeiði til fólk á landi, og harumframt var eisini møguligani eitt sindur av farmi til føroysku farma- skipini. Tað er burturvið, at vit krevja slík avgjøld fyri transitfisk, sigur Árni Dam. – Eg havi grenjað um eina fríhavn í nógv harrans ár, men tað tykist ikki sum um, at tað er nakar, ið lurtar. Russarnir, ið eg samstarvi við, siga, at teir kundu tonkt sær, at tað vóru okkurt um tríggjar fríhavnir í Føroyum. Tað er einki at ivast í, at vit so høvdu fingið skip úr øllum møguligum londum hagar at avskipa, og tað hevði viðført, at nógv arbeiðspláss komu upp at standa, og so hevði tað sjálvsagt rakt ymiskar hjávinnur, ið eru knýttar at skipum, sigur royndi shipp- ingmaðurin. FERÐSLUÓHAPP Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Stutt eftir klokkan átta mikumorgunin hendi eitt ferðsluóhapp á Argj- um, tá ið ein ungur drongur á skutara rendi á ein bil, sum koyrdi beint framman fyri. Eldur kom í skutaran, sum fór fullkomiliga upp í royk Óhappið hendi í brekkuni í Støðlagøtu úti á Argjum. Drongurin á skutaranum rendi á bilin, sum koyrdi beint framman fyri. Skutarin koppaði, og av einari ella aðrari ókendari or- søk kom eldur í skutar- an. Sløkkiliðið varð boðsent, men skutaran stóð ikki til at bjarga, og hann fór fullkomiliga upp í royk. Vakthavandi á politi- støðini í Havn sigur, at talan er um eina rættu- liga sjáldsama hending, tá ið ein skutara brennist upp av at koppa. Somu- leiðis verður upplýst á politistøðini, at tað er eink, sum bendir á, at skutarin var ólógligur. Eingin fólkaskaði var av óhappinum, men sum áðurnevnt fór skutarin fullkomiliga upp í royk, og persónbilurin fekk eitt sindur av skaða. Skutari fór upp í royk Neyðugt við fríhavn í Føroyum Árni Dam, ið er helst royndasti føroyingurin innan shipping-virksemi í Føroyum, heldur tað verða alneyðugt, at ein fríhavn verður sett á stovn í Føroyum. Mynd: Jens Kr. Vang Førarin av skutaranum stendur saman við einum løgreglumanni og eygleiðir rovini av skutaranum, sum fór fullkomiliga upp í royk mynd: Jens Kr. Vang C M Y K 9 8 www.sosialurin.fo