Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 191 - 7. oktober 2004 Nr. 191 - 7. oktober 2004 11 Danski forsætisráðharrin útskrivaði ikki val til fólkatingið, hóast tað gekk sum rótasúpan, at val fór at verða í heyst. Tað er lítið at ivast í, at hetta kom væl við hjá flestu flokkum her í Føroyum. Eitt fólkatingsval hevði skapt stóra órógv millum samgonguflokkarnar. Hesir flokkar eru júst við at finna áralagið, og eitt valstríð hevði alt annað líka órógvað áralagið hjá samgonguflokkunum. Val- stríð hevði lamt politiska arbeiðið í einar tveir mánaðir, hetta hevði verið. Hetta hevði ongum gagnað. Samgonguflokkarnir kunnu tí bert vera fegnir um, at forsætisráðharrin ikki fall fyri freistingini at skriva út val, hóast hetta tóktist vera rætta løtan. Tjóðveldisflokkurin er ivaleyst ikki minni fegin. Eitt fólkatingsval júst nú hevði ikki bert komið illa við - tað hevði verið einki minni enn ein kata- strofa fyri flokkin. Flokkurin hevur sum øllum kunnugt stórar innanhýsis trupulleikar. Sjálvt um innanhýsis klandur vanliga ikki skaðar føroyskar flokkar, so eru trupulleikar Tjóðveldisfloksins í løtuni so álvarsamir, at flokkurin vildi havt trupult við at rikið eitt trúverdugt valstríð. Sostatt eru øll ivaleyst fegin um støðuna, hvat valinum viðvíkur. Hinvegin gera flokkarnir helst klókt í at vera á varhaldi. Forsætisráðharrin er tikin úr leikum sum taktikari og kann tað tí væl henda, at hann tekur øll á bóli og skrivar út fólkatingsval í mars ella apríl um ikki fyrr. Fer hann longur út á árið 2005 rennur stjórnin seg í stórar innanlendis trupulleikar við teimum stóru bygnaðarbroytingunum á amtskommunala øki- num eins og eitt fólkatingsval til heystar fer at gera tað torført at fáa eina líkinda borgarliga fíggjarlóg í hús. Annars bar setanarrøðan dám av, at danir eru farnir inn í eitt valár. Forsætismálaráðharrin gav eina sera bjarta mynd av búskapinum og av støðuni sum heild í Danmark. Her gongur bara framá á øllum økjum, um farast skal eftir orðum forsætisráðharrans. Forsætisráðharrin boðaði frá, at nú skuldi ríkisfelagskapurin nútímansgerast, soleiðis at talan veruliga verður um ein felagskap millum javnt settar partar. Fyri okkum føroyingar var tað áhugavert, at forsætisráðharrin legði dent á at fáa sjálvstýrismálini avgreidd í ár. Hann gjørt tað púra greitt, at frá nú av eru tað Føroya løgting og landsstýrið, sum einsamøll stýra tilgongdini og eiga avgerðarrættin, tá tað ræður um sjálvstýrið. Vit kunnu fara so langt, sum vit ynskja tað heilt at markinum fyri ríkiseindini. Hetta kann samgong- an bert vera nøgd við, meðan rættir fullveldis- menn helst bíta á kampi. Soleiðis er nú einaferð í politikki. Tað gongur upp og niður. DAGSINS MEINING Sosialurin Setanarrøða og valrumbul VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Innsent tilfar Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi – meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar. Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum innsendum greinum – annars verða tær ikki prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar – greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn, verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa tilfarið umvegis teldupost ella á diskli. Hanus Vang 1. partur Í 1980 komu Hoyvík og Hvítanes uppí Tórshavnar Kommunu, og síðani eru vit undirløgd avgerðir bý- ráðsins uppá gott og mest ilt. Ongin fólkaatkvøða var um samanleggingina, hvørki her ella har. Teir arbeiða útfrá at demokrati er alt ov trupult og drúgvt. - Tá man hevur maktina. Nú tjúgu og fýra ár seinni kann á mongum økjum sannast at vit vórðu "bóndafangaði" so dyggi- ligani. Mafiur í Ruslandi og aðrastaðni kundu helst fingið væl av íblástri í Havn. Sandvíkar Ein av allar ljótastu gerðum teir fremja er at taka øki í Sandvíkum til skjótivøll. Ein skjótivøllur kann gerast næstan hvar sum helst, men tað eru bara einar Sand- víkar. Tær eru eitt ótrúliga vak- urt og deiligt pláss. Fyri fólk, fugl, seyð og komandi ættarlið. Sigast skal at tær eru ein- asta lætt atkomuliga fjøru- slætta pláss her á leið. Eitt guðs givið sálarbótarøki (ella rekreativt øki). Men tað røkkur meðalmeðviti í býráðnum ikki til at fata. Ei heldur hjá lands-býar-skip- anarmyndugleikanum ella í yvirófriðingarnevndini. Og óndskapurin toppar nú teir eisini fara at hegna fjøruna frá Sandvíkaryss- uni og næstan inn til Víkina Føgru, saman við slættan- um. Fyrndargamla rættin verður hegnað frá sum ein blindtarmur í skjótiøkinum. Soleiðis verður fjøran totalfriðað fyri fólk, seyð og fugl. Hetta er álvarsligt brot á galdandi lógir, lunn- indir og siðvenju, tí fjøran altíð hevur verið almenn- ingur, har øll hava ávísan rætt. Tá fer at liggja sera væl fyri at hegla alt til við blýggjhøglum og leir- dúgvuskørum. Og ferðaleiðarar fara at kunna greiða fremmanda- fólki í bussunum frá hvussu væl vit í Tórshavnar Kommunu duga at røkja okkara fagrastu náttúru- virðir. -------- Í summar komu ternurnar í stórum meingi aftur í Sand- víkar, eina mest tí vit við dyggari løgregluhjálp hava hildið ólógligu skjótingini burtur í níggju ár. Men hvat fara ternurnar at gera tá skjótingin byrjar aftur? Og Jan, Marius og Simmi halda seg helst vera klókari enn ternurnar. Halda seg í minsta lagið hava rætt til hvat sum helst, fram um allar aðrar verur. Men tá teir sleppa hetta, so mugu teirra avvarðandi myndugleikar vera eins sørir fyri klókskap og með- vit. - framhald. Býráðs-imperialisma Elin Lindenskov býráðslimur fyri Javnaðarflokkin www.lindenskov.com Tað vóru sera góð tíðindini, Tórshavnar kommuna kom út við fyrr í summar, tá ið hon boðaði frá, at nú er barnagarðstørvurin í kommununi loystur. Barnagarðsmálið er eitt av teimum málunum, eg havi arbeitt hart fyri í bý- ráðnum gjøgnum øll árini, eg havi sitið har. Tey fyrstu árini var tað sera trupult at fáa býráðslimir at skilja, at tað er gott fyri kommun- una. Men upp undir sein- asta val fingu vit allar bý- ráðslimirnar at lova barna- ansing. Hetta var ein stór- sigur fyri okkum. Nú er bíðilistin burtur. Men fyri at fáa tær seinastu restirnar av bíðilistanum vekk, valdi kommunan at trýsta fleiri børn inn á stovnarnar. Tað varð gjørt við at taka fleiri børn inn og at lækka barnagarðsaldurin niður í 2,5 ár. Framman- undan var barnagarðsaldur- in 3 ár. Hetta hevur gjørt, at um- støðurnar hjá bæði børnum og vaksnum á stovnunum nú eru trengri enn gott er. 2,5 ára gomul børn krevja meira umsorgan. Tey 2,5 ára gomlu klára seg ikki millum tey 3 - 6 ára gomlu. Tað hevur meira enn so hent seg, at børn eru komin til tey vaksnu haldandi fyri oyruni, tí tey tola ikki gang- in, nú fleiri børn er á sama øki. Pedagogar hava eisini lagt til merkis, at børn hava broytt atburð, nú umstøð- urnar eru blivnar trengri og harvið strongdari. Eitt annað, kommunan ikki hevur tikið hædd fyri, er, at nakrir av barnagørð- unum ikki hava umstøður at taka ímóti blæðubørnum. Og 2,5 ára gomul eru blæðubørn. 3 ára gomul børn eru vanliga sloppin av við blæðuna. Eg vil gera vart við her, at sjálvt í barnaálitinum, sum vit skrivaðu undir kreppuni, mæltu vit staði- liga frá at økja um barna- talið á stovnunum. Har stendur, at tað beinleiðis er ábyrgdarleyst mótvegis børnunum at taka fleiri inn. Í næstu býráðssetu vilja vit fáa hesi viðurskifti í rættlag, soleiðis at trivnað- ur hjá børnunum og starvs- fólkunum verður settur í hásæti. Barnagarðsaldurin skal aftur setast til tað, hann var frammanundan broytingina. Trivnaður hjá børnunum, sum eru okkara framtíð má raðfestast høgt. Hjálpið strongdu børnunum VAL04 Sleppið KODA-av- gjaldinum TÍÐINDASKRIV Útvarp Føroya Felagsskapurin KODA hevur sett fram krav um, at handlar, virkir og almennir stovnar í Føroyum skulu gjalda KODA-avgjald, um tey velja at geva starvs- fólki og viðskiftafólki møguleika fyri at hoyra sendingar út- varpsins. KODA um- sitir upphavsrættindini hjá tónaskaldum, yrkj- arum og útgevarum. Útvarp Føroya hevur í dag í skrivi til KODA heitt á felagsskapin um at sleppa ætlanini um at krevja avgjald frá handlum, virkjum og almennum stovnum. Í sínum grundgev- ingum vísir ÚF á, at øll húski, virkir og stovn- ar, sum hava útvarps- móttakara, hava skyldu til at gjalda útvarps- gjald, og at ÚF rindar KODA avgjald fyri rættindini at senda tónleik til tey, sum rinda útvarpsgjald. Tí mugu øll hava rætt til at hoyra sendingar út- varpsins, uttan at skula lata eyka gjald til KODA. ÚF rindar í løtuni útvið eina millión krónur árliga fyri rætt- indini at spæla tónleik. Í skrivinum til KODA vísir útvarpið eisini á, at átakið hjá felagsskapinum móti handlum, virkjum og almennum stovnum hevur við sær, at beint verður fyri tí gomlu siðvenjuni, at lurtarar- nir eisini hava møgu- leika fyri at hoyra sendingar útvarpsins á arbeiðsplássum og al- mennum støðum. Tórbjørn Jacobsen stjóri Tað kemur sera óvart á øll, sum vara av einum felag, tá hetta sama felag verður hongt út, á fremstu síðu í landsins størsta blað, fyri at skrúva virðini í viðkomandi felag upp, við tí endamáli at varðveita eina positiva eginogn. Tá orðið at skrúva virð- ini upp verður nýtt, so týð- ur hetta í vanligum talu- máli, at talan ikki er um verulig virði, men kunstiga skapt virði á einum bæði følskum og óreellum grundarlag. Tað má standa einum og hvørjum greitt, at tá slíkar ákærur vera settar fram alment, so fær hetta álvars- ligar avleiðingar við sær bæði fyri sjálvt felagið og íleggjararnar. Álitið ímillum felagið og tess samstarvspartnarar fær eitt skot fyri bógvin og kreditvirðið versnar! Ein slík álvarslig skuld- seting má tí sum minsta- mark krevja haldgóða skjalprógvan og ítøkiligar grundgevingar. Hvørjar eru so grund- gevingarnar hjá Georg L. Petersen ? Jú, ein einfald saman- bering av roknskaparliga virðinum á rækjuskipinum M/S "Napoléon" við onnur rækjuskip er skottrygga prógvið fyri hesi sonevndu "uppskrúving" av virðin- um og harvið eginognini hjá P/F Kongshavnar Út- gerðarfelag. Hetta er fullkomuliga burturvið og má sigast at verða bæði tilvildarligt og sera ósakligt. Ein slík samanbering er av góðum grundum ikki ein próvgrund, sum kann nýt- ast til nakað sum helst, og als ikki til eina so álvarsliga skuldseting, sum at leggja eigararnar undir falskar upplýsingar mótvegis bæði fíggingarstovnum, skatta- valdi og skrásetingarmynd- ugleika v.m. Her er eyðsæð talan um beinleiðis skaðiligan jour- nalistik, sum bert hevur til endamáls at undirgrava og oyðileggja umdømi hjá ávísum felag og møguliga ávísum persónum uttan nakað sum helst grundarlag yvirhøvur. Hvørt talan er um per- sónligt agg, hevnisøku ella bara tápuliga sjikanu er so upp til hvønn einstakan at meta um, men ásannast má, at Georg L. Petersen er rættuliga langt úti at svimja, tá slíkar høpisleys- ar ákærur verða bornar fram á forsíðuni í landsins størsta blað! Havast skal í hesum sam- bandi í huga, at felagið hevur skyldu til at halda seg til galdandi roknskaparlóg og skattareglur, tá bæði virði og eginogn verður uppgjørd. Avskrivingar verða framdar á hvørjum árið, soleiðis sum ásett í galdandi roknskaparregl- um. Fullfíggjað skjalprógv fyri nýíløgum og umvæl- ingum skulu leggjast á borði til eina og hvørja tíð, um virði á skipinum skal økjast. Grannskoðarin góð- tekur heilt einfalt ikki upp- skriving av nøkrum virðum uttan haldgóða grund og neyðug skjalprógv fyri hes- um. Felagið er undir sama eftirliti, sum øll onnur feløg í Føroyum, og hevur í veru- leikanum ongan møguleika fyri at villeiða lángevarar ella kreditorar við fidus- kendum manipulatiónum og følskum virðum, so sum hetta umboðið fyri fjórðu statsmaktina vil vera við! Roknskapurin hjá Kongshavnar Útgerðarfe- lag er almennur og ein og hvør sum hevur áhuga fyri hesum viðurskiftum kann fáa sær eitt eintak av hesum roknskapi. Felagið dylir onki og heldur seg innan teir karm- ar sum galdandi lóg og reglur áseta. Hervið er tað okkara vón, at hesar skilaleysu skuld- setingar um "uppskrúvað virði" eru væl og virðiliga mótprógvaðar, og at greinin hjá Georg L. Petersen ikki skal verða tikin fyri meira enn tað hon er, nevniliga ósaklig journalistisk manipulatión, tá hon er alra ringast. Nú føroyski virðisbræva- marknaðurin fer úr barka- stokki, er tað mangt sum bendir á, at fjórða stats- maktin, í hvussu er ikki Dimmalætting og Georg L. Petersen, eru búgvin til hetta nýbrotið í føroyska peningaheiminum. Ein so skilaleys grein sum oman- fyrinevnda hevði longu havt tikið stólparnar undan viðkomandi felag og jarð- lagt tað av fákunnu og býttiskapi, hjá einum til- vildarligum journalisti, ið ikki megnar at lesa seg fram ígjøgnum ein rokn- skap øðrvísi enn tá ið Belsebub skúrar seg fram ígjøgnum tær heilagu skriftirnar. VIÐMERKINGAR Ósakligur og lítið djúptøkin journalistikkur! Súni Selfoss starvsfólk í ÚF og nevndarlimur í Starvsmannafelagnum Í samband við grein, sum stendur í seinasta Starvs- blaðið hevur tú »Aftursvar til Starvsmannafelagið« í Dimmu og Sosialinum 06.10.2004 Í greinini sigur tú millum annað: Vit hava bara livað í tí trúgv, at felagið hevur góð- tikið hesa mannagongd. Ein av nevndarlimum felag- sins er í starvi í ÚF, og tí hava vit tikið sum givið, at viðkomandi ella okkurt av álitisfólkunum gjørdi vart við seg, um felagið ikki góðtók ta mannagongd, sum hevur verið brúkt, og sum øll hava kent. Her má eg koma við eini rættleiðing til tín Jógvan Jespersen, tí tað er ikki rætt, at eg ikki havi gjørt vart við starvsetanarpoli- tikkin hjá Útvarpinum, og tað vita tey flestu ið starv- ast í ÚF. Í rættuliga nógvum førum, - kanska ikki øllum -, havi eg tikið málið upp við teg, bæði tá eg var álitisfólk og nú eg eri nevndarlimur í Starvs- mannafelagnum. Men sum teimum flestu kunnugt er ikki so lætt at treingja ígjøgnum ella koma í ein dialog við teg, tí sama svar kemur so at siga hvørjaferð, »Tað er ikki tað sama at fáa starvsfólk til útvarpsarbeiði sum onnur almenn arbeiði«. Tað er ein vánalig und- anførsla, at geva mær og álitisfólkunum skuldina fyri, at tú ikki heldur sátt- málan. Tú veitst, at á hvørj- um ári er summarferia, tú veist, at starvsfólkini skulu hava sína feriu, og tú veist, at skal ÚF senda summar- skránna, so hevur tú brúk fyri avloysarum og tú veitst eisini, at øll størv skulu lýsast leys! So einfalt er tað. Eitt annað er so, at í nógvum førum verða tey (avloysarar og fyribils sett) verandi í starvi eftir at av- loysaratíðin ella fyribilstíð- ini er farin. Tað haldi eg ikki tú skal harta okkum fyri at so er. Og her eru eis- ini greiðar ásetingar í sátt- málanum. Tú ert ein av teimum fáu stovnsleiðarunum, sum ikki virðir tann almenna starvs- setanarpolitikkin, sum Lønardeildin eisini metir, er eitt krav og at hann (starvssetanarpolitikkurin) skal haldast. Men vit kunnu nú hóast alt fegnast um og staðfesta, at tú framyvir fer at halda teg til sáttmálaásetingarar! Klæmint Olsen Tórshavnar kommuna fevnir um 40% av Føroya fólki. Kommunan er tískil í heilt serligari støðu. Kommunan er so nógv størri enn allar hinar. Tí- verri er fyrilit á ongan hátt tikið fyri hesum í nýggju kommunlógini. Hvørki so ella so. Heldur ikki, tá ið tað snýr seg um talið av býráðslimum. Hyggja vit at øðrum kommunum í Føroyum, gerst beinanvegin greitt, at talan er um grefligt skeiv- býti. Um ársskiftið verða vit knappliga 20.000 íbúgv- ar í Tórshavnar kommunu. Kommunala umboðanin er sostatt 1:1.500. Í Klaksvík er hon minni enn 1:500, og aðrastaðni sjálvsagt væl minni. Í Nuuk eru 17 bý- ráðslimir, og har búgva færri enn 14.000. Í Dan- mark skal býurin vanliga vera reiðuliga stórur - nak- að væl størri enn Havnin - áðrenn býtið gerst 1:1.500. Avmarkaða talið av bý- ráðslimum í Havn skríggjar sostatt til himins. Fólka- ræðið í økinum verður ikki virt. Ikki bara er torført hjá smærri flokkum at vinna sær umboðan, men hjá einum uttanflokkalista ella áhugabólki er tað so at siga ógjørligt. Og er ikki okkurt grundleggjandi galið, tá ið eitt øki hevur sama tal av løgtingslimum og komm- unustýrislimum? Lukkutíð er tørvur ikki á nakrari lógarbroyting, tí kommunulógin heimilar upp til 17 býráðslimir, hóast tað helst átti at verið hægri. Talan er tí bara um eina lítla broyting av starvs- skipanini. Tá ið býráðið ikki sjálvt skjýtur hetta upp, er einki meira natúr- ligt, enn at landsstýrismað- urin í kommunumálum fer til verka og rættar stóra órættin. Hann er eftirlits- myndugleiki, og hann skal góðkenna starvsskipanina. Treingir landsstýrismaður- in til eina grundgeving, kann hann vísa til, at sam- anleggingar hava verið, og at kommunan er stórliga vaksin. Hetta skriv er tískil sent landsstýrismanninum í kommunumálum við áheit- an um alt fyri eitt at gera nakað við málið. Tórshavn- ar kommuna og flokkarnar á løgtingi hava eisini fingið avrit. Viðmerking til Jógvan Jespersen, ÚF-stjóra VAL04 Trettan býráðslimir eru fýra ov fáir C M Y K 11 10