Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 7

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 191 - 7. oktober 2004 Nr. 191 - 7. oktober 2004 13 Virgar T. Dalsgaard Við ótrúligari polemiskari ele- gancu leggur fyrrverandi mao- kommunisturin, harra L. Apol í Dimmalætting næstseinasta hósdag eftir mær fyri, at eg skal vera ov persónligur og beinleiðis illavorðin við markant eftirnøvn, frelstar oddamenn og onnur tabu inn- an fyri ta sakrosanktu loys- ingarrørsluna, og tessvegna gerst hann sjálvur ikki sørt persónligur við meg. Í hesum er longu fitt av apollinskum ambivalensi, men tað skal harra Apol eiga rætt til - eg havi altíð verið íðin apo- logetur fyri víttgangandi skrivi- og talufrælsi! Tó undrar tað meg, at hr. Apolur stórt sæð bara heftir seg við, hvussu eg skrivi, hvør eg eri og hvat eg havi gjørt, men als ikki við hvat eg skrivi! Í apollinska tankaheiminum hava persónur og formur altso meira at týða enn tað substan- tiella innihaldið. Eftirsum hr. Apol í dionysisku grein síni ikki bjóðar til at reka aftur eitt einasta vet av tí, eg havi skriv- að, kundi man næstan mis- tonkt henda smápedantiska skribentin fyri at verið í rætti- liga svárari argumentneyð! Hjá prosaiskum og jarð- bundnum socialdemokratum sum mær og fleiri av mínum ættarliði er tað annars ikki nakar nýggjur heiður at fáa vánaligt persónligt skoðsmál frá nationalistum ella orto- doksum puritanarum á vinstra- vonginum. Hetta hevur nærm- ast verið reglan fyri okkum javnaðarmenn! Sjálvur social- demokratiski høvdingur okk- ara, Petur Mohr Dam, sum ofta og títt varð grovt svínaður til av chauvinistunum, plagdi at taka til, at tað var tað mætasta riddaraslagið fyri okk-um javnaðarmenn at verða hund- dálkaðir av loysingarliðinum, tí so vistu vit, at vit politiskt vóru á heilt rættari leið! Eitt ásnaspark frá primitivum og ábyrgdarleysum loysingar- mofer altso altíð at vera ein stórur kompliment fyri rættar javnaðarmenn, harra Apol! Talubann og annar censurur kann fjøtra debattina í einum- hvørjum landi. Við einari næstan fótatraðkslíkari maksimu hjá Voltaire áttu vit báðir, Apol at samst um eina absolutta fynd í orðum hans- ara: »Mær dámar ikki sjónar- mið tíni, men eg vil berjast fyri, at tú sleppur at halda fast við tey«, - kunnu vit ikki semj- ast um hetta, eru vit vánaligir demokratar, harra Apol! Í einum demokratiskum samfelagi er jú alneyðugt, at øll sjónarmið sleppa framat, og principielt eigur eingin persónur, hvørki livandi ella deyður at verða friðaður. Tó haldi eg sjálvur, sum Monte- squieu, at tað er mest umráð- andi at fara eftir teimum, sum veruliga hava havt ella enn hava álvarsama ávirkan, stórt ríkidømi og nógv vald, um tey misbrúka tað! I einum lítlum samfelagi er serliga stórur vandi fyri maktmisbrúki, tí so fá, hóast tey varnast órættvísi, hætta sær at fílast ella eru fús til at risikera sociala isolatión. Apollinskur censurur? Harra Apolur vil vera við, at eingin tekur tað, eg skrivi fyri fult. Tað er tí nakað av einum paradoksi, at hann heldur tað vera neyðugt at mobilisera alla sína intellektuellu megi móti tí, sum eingin leggur nakað í! Eg noyðist tó at taka hesar uggavónir ella illusiónir frá Apoli, tí eg fái alsamt ørgrynni av bæði skrivligum og munn- ligum vitnisburði um, at nógv- um fólki dáma sera væl tað, sum eg skrivi, og tey fegnast um, at onkur hirðir at gera tað! Hr. Apol vildi allarhelst havt, at tað varð bannað at skriva um »heilagu« idolir hansara, teirra hyklarí, teirra pamparaveldi og teirra politiska evnaloysi, - eftir før- oyskum søguleisti skal alt helst fara undir flag, tað skal fortreingjast, tað skal leggjast lok á tann søguliga køstin, so tey ungu einki fáa at vita um ta kompromitterandi fortíðina, og allarhelst skullu fólk heldur ikki fáa nakað serligt at vita um ta skammiligu nútíðina - men her má eg vónsvíkja harra Apol, soleiðis verður ikki, harra Luitjen! Vit eru fleiri, sum treiskliga ætla at brúka okkara talu- og skrivifrælsi so leingi sum donsk grundlóg er galdandi í Føroyum! Sjónar- mið okkara hóva ikki tí hyper- sensitiva harra Apoli, men tað gerst ikki við! Vit gera tað ikki fyri at forarga Apol - vit gera tað tí, at vit ikki vilja finna okkum í, at tað verður mani- pulerað við fólki, at tað verður logið fyri fólki og at nógv verður krógvað fyri fólki. Vit góðkenna ikki, at loysingar- menn royna at billa fólki inn, at tað er forsvarligt at taka loysing frá Danmark. Teir vita eins væl og vit, at Danmark er okkara seinasti skansi móti anglosaksisku óløgunum, sum í dag eru við at týna Ísland málsliga og mentunnarliga! Teir vita eisini, at loysing verður fíggjarligt ragnarrok fyri livifótin hja vanligum løn- móttakarum í Føroyum. Vit risikera ein livifót verri enn tann íslendska, har bæði mað- ur og kona mugu slíta í dupult- um arbeiði fyri at fáa endarnar so dánt at røkka saman! Tað er ússaligt og avgjørt átaluvert, at loysingarmenn javnliga forfalska søgulig fakta fyri at lumpa og lirka síni ábyrgdarloysu sjónarmið ígjøgnum! Og tað fara vit at loyva okkum at fílast á, sjálvt um tað vekir forargilsi hjá Apoli og øðrum smásárum mimosum! Hava vit skrivað ella sagt nakað, sum ikki pass- ar, kunna Apolur ella aðrir censorar jú bara stevna okk- um, men tað verður ilt hjá Apoli ella øðrum loysingar- monnum at prógva nakað skeivt í tí, sum eg havi skrivað - tvørturímóti - ofta havi eg bara avdúkað ein lítlan klodda, tí eg enn ikki havi troystað mær at breitt út alt tað ónoss- liga plaggið! Men heldur Apolur fram við at agitera fyri censuri, mugu vit taka nógv hvassari amboð í brúk! Journalistiska svikið Harra Apol hevur serliga ilt av, at eg ikki eri nóg eyðmjúkur um eftirnøvnini Patursson og Hoydal. Hann roynir, eins og onkur annar fyrr hevur gjørt, at billa lesarum inn, at eg leggi á fólk, vegna teirra eftirnavn! Hetta er beinleiðis tvætl! Men tað er royndur lutur, at pamp- arasóttin er serliga útbreidd millum fleiri kend fólk við navninum Hoydali. Hetta er vældokumenterað faktum! Sakleys fólk við hesum navni havi eg aldri nevnt! Ei heldur havi eg gjørt meg inn á nakran, tí hann eitur Patursson, men av tilvild hava nakrir av herviligastu politisku høvuðkambum okkara itið so- leiðis! At friða menn í politisk- ari og søguligari debatt, tí teir eru deyðir, er naivt møsn - so steðgaði jú alt søguligt er- kennilsi! Skuldu danir t.d. ikki debattera Scavenius, bara tí hann er deyður? At friða deyðar menn, sum hava sitið við valdi, er tað sama sum at forfalska søguna - tað skapar ábyrgdarleysar og sera strævn- ar mytur! Júst á hesum øki áttu vit at havt eina djarva, gløgga og dýpdarkannandi pressu. Ì staðin fyri at punktera myt- urnar og pilka gloriuna av nationalistiskum koryfæum, eru okkara journalistar við til at varðveita mytur og reisa fleiri standmyndir! Høvdu Føroyar átt jour- nalistar, sum tordu at avdúka mytur um okkara søguligu gabbarar, og ta markleysu maktsjúku, sum liggur aftan fyri pamparaveldið ovast í Tjóðveldisflokkinum, so slapp harra Apol undan at síggja greinir frá mær. Okkara nationalu mytur eru ein sonn plága fyri skúlabørn og seri- øsar lærarar! Apolur trýr uppá túsundársríkið og myturnar! Tað má hann um! Tað krevur sekteriska, programmeraða ella púra onga tankagongd! Vit onnur halda, at loysingar- politikkur er bæði primi-tivur, anakronistiskur og ábyrgdar- leysur! Hetta fara vit fram- vegis at skriva, hóast tað pínir og nagar Apolin illa! Dionysisk eftir- rationalisering Annars roynir mín beinasami manuduktørur og journalist- iski uppalari at útvega sær eina betri og meira heroiska fortíð sum inkvisitoriskur stórdebat- tørur. Hann fortelur lesarum Dimmalættingar, hvussu óføra raskur hann skuldi vera mill- um útisetar. M.a.sigur hann seg hava fingið meg í øðini á einum fundi, ja beinleiðis tept meg (sic)! Hann skal eisini hava gjørt meg púra mál- leysan á einum øðrum fundi í Keypmannahavn! Hetta síðsta er als ikki óhugsandi, so ba- rokt sum Apol argumenterar! Annars minnast fleiri enn eg júst Apol sum avbera harð- mæltan ýlara við innantómum rakstrarrópum og slitnum frasum! Um Apol sjálvur trýr, at eg nakrantíð havi manglað argu- ment móti honum og hansara larmandi maoistisku líkum, fari eg ikki at taka lívslygnina frá honum. Men harra Apol, so er málið jú einfalt: »Hic Rho-dos hic salta»! Tað, sum tú hevði av tølandi orðamegi í Keyp- mannahavn, mást tú eisini kunna mobilisera og brúka nú og her í Dimmalætting. Fyri- bils hevur tú bara fortalt, hvussu oratoriskt knáur tú einaferð skalt hava verið, men so vís tað nú við argumentum - vís á, hvat eg havi skrivað um tað korrupta loysingarliðið og teir maktglaðu parvenue- dreingirnar, sum ikki passar! At censurfegni Apol er allergiskur móti mínari skriv- ing, ætlar at geva mær múla- band og er bæði firtin og múlatrútin um, at eg havi loyvt mær at kritisera ta ráðaríku Hoydalslosjuna, er ikki petti løgið! Apol hevur nevniliga ongantíð havt sítt egna polit- iska immunitetssystem - hann hevur ongantíð verið heilt frælsur maður - púra blað- ungur lat hann seg einsrætta og blinda av hoydalsbetongi og framagorri saman við harra Hermanni Oskarssyni. Teir vórðu beint út ideologiskt adopteraðir av sjálvum Kjart- ani Hoydal, pápa fullveldið! Saman við øðrum javnaldrum vóru hesir báðir maoistisku ørindagarpar einki uttan polit- iskir sprellimenn hjá táverandi stalinistiska yvirguru, nú- verandi privatkapitalistiska oljubabba í London. Marxistiskur slóðbrótari fyri ríku ognarstættina Sjálvt um ovasti Hoydalsguru officielt var Moskvakommun- istur samlaði hann samvitsku- fult uppá alt tað subkulturella óruddið, sum var á vinstra- vonginum - og har trokaðust nógvar sekteriskar deildar- rørslur, líka frá maoistum, Cubafrelstum, Albaniafrelst- um og trotskistum til Pol Pott- menn! Hetta kann tykjast sum lemjandi fraktiónspolitikkur og sundurlyndi, men tað er samstundis grundprincippið í stalinistiskum celludannilsi - lat menn beistast hvør í sínum lagi og hvør í síni cellu, bara totalitert eftirlit er úr erva! Kjartan gav smálombum sínum langt tjóður, fjálgaði um sítt naiva fylgi og fóðraði lombini við betongtankum í separatum seyðahúsum, langt burtur frá tí meira seriøsa framafylginum. Síðani hevur hann havt rættiliga gott tamar- hald á gjólingunum sum bún- um veðrum, har teir stórt sæð hava jarmað, sum Londonguru hevur kravt! Summir, eitt nú Apol tykjast programmeraðir fyri lívstíð - men tað er rætt sum Apol sigur, at onkur robottur er seinni dekodaður og kallar seg javnaðarmann i dag. Tað er herskin biti at svølgja, tá íð vit javnaðarfólk minnast afturá, hvat hesir renegatar kallaðu okkum í síni tíð - klassafíggindi var eitt tað mjúkasta kelinavn, teir høvdu til okkara! Tað mátti verið møtimikið hjá einari fyrrverandi barri- kaduhetju á vinstravonginum, sum segði seg berjast fyri solidariteti við slitmonnum nú at noyðast at verja tann for- kelaða yvirklassan, tað natio- nalistiska nýggja bourgeoisiið og teir pengagrísku akademik- ararnar í Havn. Men tað noyð- ist hann at gera, tí hann hevur fingið nýtt program og nýggja parolu úr London. Nú er tann áður so mælski marxisturin við altjóða parolum reducer- aður til ein ultrakonservativan heimføðing, ein vulgeran nationalist. Hann solidariserar seg nú við nýggju vinunum hjá Hoydalsguru, teimum privat- kapitalistisku plutokratunum og órealistiskt ambitiøsu olju- strembarunum. Barrikadu- kemparin rennur nú ørindi fyri tey múgvandi og vælstøddu. - Internationalisturin endaði sum trongskygdur nationalist- ur! Tað er forvitnisligt at síggja, at Apol letur seg brúka sum feudalan pennatræl hjá tí maktsjúku nýggju aðalstætt- ini! Tað hevði klætt harra Apoli at solidarisera seg aftur við arbeiðarafjøldini heldur enn við heimsfjarum loysingar- monnum Sum Petur Mohr Dam tók til um órealistika loysingarpolitikkin: »Vit javn- aðarmenn vita væl, hvussu tað samfelagið verður, vit vita væl, hvør kemur at rógva og hvør skal sita afturi í rong og dusa sær! Tí gerast vit javn- aðarmenn aldri loysingar- menn!» Nationalisma og loysing- arpolitikkur hava altíð verið eskapistiska tátan, sum skal lumpa, kyrra og kúga arbeið- arastættina. National rakstrar- róp kunnu bara krógva ger- andisdagin eina stutta tíð! Og hesi fakta skullu hvørki Apol- ur ella onnur sleppa at cen- surera. Harrin havi lov fyri okkara donsku grundlóg, sum er móti censuri og gevur okk- um bæði skrivi- og talufrælsi. Desperat apologi fyri censuri og maktsjúku Listafram- sýning TÍÐINDASKRIV Mentamálaráðið Vígdis Sigmundsdóttir letur upp listaframsýn- ing - pappírsklipp yvir kvæðið "Ormin langa" - í Mentamálaráðnum mikudagin 6. oktober 2004, kl. 15.00 - 17.00. Framsýningin er opin mánadag til hósdag kl. 08.00 - 16.00, fríggjadag kl. 08.00 - 15.00. Vígdis Sigmunds- dóttir hevur tey síðstu árini arbeitt nógv við pappírsklippi. Hon hevur sín egna ar- beiðshátt, og vanligi íblásturin til mynd- evnini eru úr føroysku náttúruni. Tað var í sambandi við framsýning í Førde nakað norðan fyri Bergen, ið hon varð boðin til, at hon fór í kvæðaheimin eftir evni til klippmyndir- nar, sum skuldu sýnast fram. Vígdis er virkin í fleiri dansifeløgum, og hava føroyski dans- urin og kvæðaskald- skapurin í hesum føri verið beinleiðis íblást- rarkeldur. Tá Postverk Føroya, Fr í m e r k j a d e i l d i n frætti, at Vígdis Sig- mundsdóttir hevði gjørt pappírsklipp yvir kvæðið "Ormin langa", avgjørdi Post- verkið at keypa allar klippmyndirnar bein- anvegin. Ætlanin hjá Postverkinum er at geva út eina frí- merkjarøð burturúr klippmyndunum. Søguna um "Ormin langa" kenna flest øll, nevniliga "Slaget ved Vold" í 1012, har Ólavur Tryggvason kongur verður feldur av Danimarks kongi og Svøríkis kongi við hjálp frá Eiriki jalli, ið var norðmaður, og sum skuldi hevna sín faðirs deyða. Hesa søguna yrkti Jens Chr. Djur- huus úr Kollafirði í 1830 til kvæðið "Orm- in Langa". Framsýningin í Mentamálaráðnum er opin fram til 1. januar 2005 og øll eru væl- komin. NØVN Í VIKUNI Telefon 341800 - Fax 341801 - Fartelefon 216135 e-mail: maggi@sosialurin.fo Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. Dagurin 7. oktober. Amalia. Teir vita um onga halgikvinnu við hesum navni, men navnið er einaferð komið í álmanakkan í staðin fyri Birgitta, ið helst er Birgitta úr Vadstena í Svøríki (1302-1373). Ein halgisøga sigur, at Pippingur (abbi Karla- magnus) vildi hava Amaliu til hjákonu, men hon vildi ikki játtast honum og gav seg í kleystur, har hon doyði í 772. Navnið er kanska gotiskt, og merkir íðin. Jarnbrúdleyp Í dag, 7. oktober, kunnu hjúnini Alfrida og Andreas Hammer, Runavík, halda sjeyti ára brúdleypsdag. Tøkk Hjartaliga verður takkað fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá ið kæri sonur mín og beiggi okkara Poul Johan Sv. Olsen á Hellu,Toftum andaðist og varð jarðaður 23. september 2004. Takk fyri blómur og kransar, og takk øll, ið vóru við til jarðarferðina. Takk, Martin R. Jacobsen, prestur, fyri væl vald orð, takk kirkjutænarar, sangarar, gravari og takk øll, ið hjálptu til og stákaðust við ervinum. Tak til præsten Frede Tramm for en god tale ved bisættelsen i Fakse Kirke og tak til kirketjenere og til alle, der var til stede ved denne højtidelighed. Tak for blomster hilsener og tak for pyntning af kirken. Tak for opbevaring av urnen og hjælpen ved afhentningen. Tak til bedemanden. Tak til beboere og personale Birkevej 5, Fakse, for jeres kærlige omsorg for Poul. Matt. 25,40: »Sanniliga sigi eg tykkum, so satt sum tit hava gjørt hetta móti einum av hesum minstu brøðrum mínum, tá hava tit gjørt tað móti mær«. Hjartans tøkk øll somul. Axel, Gunnar og Josefina Góða mamma okkara Mary Judith Persson Tórshavn f.Thorsteinsson, úr Trongisvági andaðist á Landssjúkrahúsinum týsdagin 5. oktober, 82 ára gomul. Jarðarferðin verður úr Vesturkirkjuni hósdagin 7. oktober kl. 14.00. Børnini Tey, sum vilja minnast Mary, kunnu lata KFUK í Tórshavn eina peningagávu. Jóhannes Berg 75 ár Í dag, hósdagin 7. oktober 2004, fyllir Jóhannes Berg bilasølumaður í Havn 75 ár. Hóast hann er farin væl yvir vanligan pensiónsald- ur, er hann enn ein av okk- ara virknastu handilsmonn- um. Jóhannes er útbúgvin bakari og hevði egið bakarí í Fuglafirði frá 1947-49. Eftir tað kom hann til Havnar og koyrdi eitt skifti hýruvogn hjá Mortan Sim- onsen, áðrenn hann kom at koyra í Taxa í Lucas Debes- argøtu. Hann var ein av stovnar- unum av P/F Taxa í de- sember 1952 og var ein av undangongumonnunum á støðini, sum í 1955 skifti navn til Auto. Síðan 1960 hevur hann rikið sína egnu fyritøku, Berg Motors, sum enn í dag er ein av landsins størstu bilasølum. Jóhannes Berg er føddur við Gøtugjógv 7. oktober 1929, foreldrini vóru Bena- dikta og Marius Berg. Hann er giftur Karolinu, F. Mikkelsen, av Toftum. Børnini hjá teimum eru: Bjarni, Ann-Mari, Rúni, Mai-Britt og Magnus. Hósdagin, 7. oktober lata William Smith og dóttir hansara Helena Smith upp málningaframsýning í Smiðjuni í Lítluvík. Tey bæði, faðir og dóttir, búgva í Aalborg. William hevur búð í Danmark síðan 1967. Hann hevur havt fleiri framsýningar í Dan- mark og eina í Oman har suðuri á Arabianesinum, har hann og kona hansara Ann-Maj arbeiddu á sjúkrahúsinum hjá Qaboos sultani í fýra ár fyrst í 1990’árunum. Helena var við teimum í Oman, hagar tey fluttu í 1990. Í 1989 hevði William framsýning í Smiðjuni í Lítluvík saman við fýra systkjum sínum. Tann framsýningin hevði heitið "Fimm systkin". William Smith hevur alla tíðina málað og teknað við føroyskum motivum í huga. Tann 17 ára gamla He- lena Smith hevur sína fyrstu framsýning yvir- høvur í Smiðjuni. Hon hev- ur gjørt seks málningar við olju og akryli. William hevur átjan oljumálningar á framsýningini. Ferniseringin er hósdagin klokkan 15, og framsýn- ingin er opin til og við mikudegnum 13. oktober frá klokkan 15 til 20 allar dagarnar. Faðir og dóttir í Smiðjuni C M Y K 13 12