Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 191 - 7. oktober 2004 TÍÐINDASKRIV Enn einaferð lata ART og Spren rex í felag dyrnar upp á Margarinfabrikkini. Hesuferð við eini Rock The Palace live konsert við trimum av teim bestu mest hartsláandi undirgrunds- bólkunum í landinum, nevniliga onkikanndiskuterast.altkann, Lama Sea og 48 Pages. All- ir bólkar sum eru kendir fyri at sparka r.... Tað er ikki so langt síð- ani at teir báðir fyrstu bólk- arnir spældu á MF,við eini dundrandi succes. Eftir nógvar áheitanir og støð- ugan ágang verða teir so aftur at hoyra saman við Babypunkarunum burturav 48 Pages,sum hava gjørt seg sera galdandi á pallin- um seinastu tíðina. Onkikanndiskuterast.altkann, hava lova eina ørðvísi kon- sert,við tað at teir fyri eina ferð skyld ,kanska, eru full- mannaðir, hóast teirra eyð- kenni er, at teir við teirra púra øra og øsandi bland- ing av blues og heavyrokki, klára at blæsa takið av líkamikið um teir eru tríggir ella seks manns. Lam Sea eru í toppform og teir fara at skríggja og skrála seg út um pallkantin. Teir spæla teirra egna bland av góðum nýggjari funky poppi,sum teir tó leggja eitt sindur á hylina,hetta kvøld- ið,og so einum slagið av Led Zeppelinaktigum tón- um. Special Guest hetta kvøldið eru 48 Pages, kanska tann allarmest punkuti bólkurin í dag.Teir halda seg ikki hava funnið nøkur mørk enn so teir spæla sum tað passar teim- um. Alt í alt kann roknast við at hetta verður ein av teim allarfeitastu konsertunum her á Føroya landi í ár. Tón- leikurin er sjálvandi, sum altíð, originalur føroyskur tónleikur til eitthvørt oyra sum hoyra vil. Leygardagin 9. oktob- er verður eitt stórt serblað um bilar í Sosialinum við hópin av spennandi tilfari. Í blaðnum eru nógvar myndir og greinar við øllum tí nýggjasta innan bilar og bil- vinnugreinina BILBLAÐ Í blaðnum "Bilar" eru t.d. greinar um fleiri nýggjar bilar sum koma á markn- aðin í heyst og í vetur, royndarkoyringar av nýggj- um bilum, um nýggjastu billyktirnar sum gera nátt til dag og um RFT-dekkini, sum kunnu koyra hóast tey eru punkteraði. Eisini eru góð ráð til vetrarkoyring, nógv tilfar um ferðslutrygd og við- líkahald av bilum. Ein grein er um ein kend- an italskan bildesignara, áhugavert tilfar um før- oyskar bilfyritøkur og bila- torg við hópin av brúktum bilum. Stórt serblað um bilar í Sosialinum leygardagin Serblaðið "Bilar" við hópin av spennandi tilfari verður í Sosialinum leygardagin 9. oktober Feitt Live kvøld í Margarinfabrikkini Mazda koma nú við teirra mest sportsliga sedan nakrantíð. Talan er um Mazda6 MPS við 2,3 litur motori og 260 hk. Nr. 191 • hósdagur • 7. oktober 2004 • 78. árg. Suzuki motorar í Kina Suzuki setur enn eina motorverksmiðju í upp í Kina, sum skal fram- leiða ein framkomnan 1,25 litur dieselmotor, sum Fiat hevur gjørt. Ætlanin er at framleiða 250.000 motorar ár- liga. Fiat hava tekniskt og økonomiskt sam- starv tið General Mo- tors, sum eiga 20 pro- sent av Suzuki Kelda: Motor Magasinet Prius fram- leiðast í Kina Toyota hava gjørt av, at Prius eisini skal fram- leiðast í Kina frá síðst í 2005. Annars hava Ford í USA keypt loyvi frá Toyota til at fram- leiða teirra hybrid-kon- sept við el- og bensin- motori til egna fram- leiðslu Kelda: Motor Magasinet Honda V6 Hybrid Honda eru á veg á marknaðin við einum Accord við V6 hybrid- motori. Talan verður um heimsins fyrsta V6 hybridbil. Bilurin kem- ur á japanska og síðan á amerikanska mark- naðin. Honda hava annars eisini ein annan hybridbil, Honda In- sight Kelda: Motor Magasinet Mazda koma nú við teirra mest sportsliga sedan nakrantíð. Talan er um Mazda6 MPS við 2,3 litur motori og 260 hk. Bilurin kemur á før- oyska og danska marknaðin komandi summar BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Mazda6, sum er ein sera væl umtóktur bilur, kemur nú í eini sportsligari útgávu við 2,3 litur motori við 260 hk og permanentari fýra- hjólrdrift. Bilurin koyrir frá 0-100 km/t upp á umleið 6 sekund, og toppferðin er 240 km/t. Undirvognurin er strammaður upp, so bilurin hevur fast vegtak og framúr góðar og sportsligar koyri- eginleikar. Mazda6 MPS sær eisini sportsligur út við meira opnum kølaragittari, spoil- arum og 18" aluminiums- felgum, sum eru designaðar til bilin. Eisini innan hevur bilurin t.d. sportssetur, sum stuðla sera væl við nógvari ferð í svingum. Mazda6 MPS kemur á føroyska og danska markn- aðin komandi summar. Kelda: Mazda Motor Danmark Mazda6 MPS við 260 hk Konseptbilurin Skoda Roomster varð fyrstu ferð alment sýndur fram á Frankfurt Motorshow í fjør sum ein minivan. Bilurin verður eftir ætlan veruleiki í 2006 BILAR Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Skoda Roomster verður ein rættuliga sermerktur bilur, sum verður bygdur ein fe- lags Skoda/VW plattform. Designið er smart, og bilurin verður praktiskur og familjuvinarligur. Roomster hevur 5 hurðar og kann lættliga gerast um til vøruvogn. Innrættingin verður sera liðilig, t.d. kunnu baksetrini flytast heilar 75 cm aftur og fram. Bilurin verður stuttur og breiður, umleið 4 metrar langur og yvir 180 cm breiður. Skoda Roomster í 2006 Skoda Roomster verður ein rættuliga sermerktur bilur, sum eftir ætlan kemur á marknaðin í 2006 Aftan eru øðrvísi sportsligar lyktir, spoilarar og dupult útstoyt. 18" aluminiumsfelgurnar eru designaðar til hendan bilin C M Y K 15 14 Internet Sosialur www.sosialurin.fo in