Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 191 - 7. oktober 2004 17 FM í einkultstartur fyri børn Tórshavnar Súkklufelag skipaði leygardagin 2. oktober fyri súkklukapping fyri børn fødd frá 1990 til 1998. Kappast var í eink- ultstarti. Tað merkir at ein og ein fer avstað í senn, og so ræður um at súkkla tein- in so skjótt sum møguligt. Veðrið var ikki av tí allar- besta, men hóast tað komu børn úr Kaldbak, Havn, Vágunum og aðrastaðni frá at súkkla kapp. Startur og mál var við busskýlið í Kaldbaksbotni, og súkkla varð inn ímóti Kaldbak har vent var. Vind- urin lá inn eftir fjørðinum, og tí gekk tað heldur seinni at súkkla út til vendipunkt- ið enn heimaftur. Hvussu langt hvør súkklaði var tengt at hvørjum bólki ein súkklaði í. Yngsti bólkurin, sum eru børn árg. ’96-‘98 súkklaði 1,5 km, og hjá dreingjunum var kappingin sera tøtt. Krisjan Johansen, sum hev- ur luttikið í fleiri kapping- um í ár, og staðið seg væl, megnaði at súkkla teinin trý sekund skjótari enn Martin Højgaard, meðan Tóri Niel- sen andaði Martin í nakkan, men gjørdist 4 sekund ov stuttur. Hesin munurin er sera lítil, tá hugsað verður um, at teir ikki hava sæð hvønn annan, meðan teir hava súkkla, og vónandi koma vit at síggja meir til teir seinni. Hjá gentunum gjørdist Beinta á Bøgarði føroyameistari í einkult- starti 2004. Mittasti bólkurin, sum eru børn fødd millum ’93-’95, súkklaði 4 km. Hjá gent- unum vann Ása Helena Rasmussen sannførandi, og hjá dreingjunum á fjalla- súkklu vann enn einaferð Jógvan Mellemgaard. Kappingina hjá dreingjum á kappsúkklu vann Finnur Mellemgaard, og hesi kunnu nú kalla seg føroyameistarar í einkultstarti 2004 Tey sum eru árg. ’90-’92 súkklaðu 6 km. Og har var eisini spennandi millum nummar eitt og tvey hjá dreingjunum á fjallasúkklu. Tað vóru bert tvey sekund millum eitt og tvey, og tá avtornaði eydnaðist tað Andreas Nielsen at vinna á Jógvan Ólason, sum sostatt gjørdist nummar tvey. Hjá dreingjum á kappsúkklu vann Rúni Bláfoss. Eftir kappingina fingu luttakararnir sodavatn sum Føroya Bjór hevði latið. Úrslit av kappingini vóru hesi: Gentur árg. ’96-’98 1 Beinta á Bøgarði 4:32 2 Birita Dam 4:47 3 Hildur Poulsen 7:00 Dreingir árg. ’96-‘98 1 Krisjan Johansen 4:52 2 Martin Højgaard 4:55 3 Tóri Nielsen 4:59 4 Bogi á Vollanum 5:35 5 Rasmus M. Nielsen 5:51 6 Mortan á Bøgarði 6:06 7 Rói Johannesen 6:55 Gentur árg. ’93-‘95 1 Ása H. Rasmussen 13:59 2 Brynja S. Rasmussen 14:19 Dreingir árg. ’93-’95 á fjallasúkklu 1 J. Mellemgaard 12:03 2 Jens P. Johansen 12:18 3 Janus á Bøgarði 12:32 4 Jóanis A. Nielsen 15:51 Dreingir árg. ’93-’95 á kappsúkklu 1 Finnur Mellemgaard 9:22 2 Harald Joensen 11:36 Dreingir árg. ’90-’92 á fjallaúkklu 1 Andreas Nielsen 15:30 2 Jógvan Ólason 15:32 3 Hjørl. Johannesen 18:13 Dreingir árg. ’90-’92 á kappsúkklu 1 Runi Bláfoss 12:16 2 Niels Christiansen 13:53 B36 hevur gjørt av- talu við Sigfríð Clem- entsen um at taka sær av besta liðnum hjá felagnum komandi kappingarár VENJARASETAN Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Nú hevur enn eitt 1. deildar- felag í fótbólti fingið avgreitt venjaraspurningin til kom- andi kappingarár. B36 setti nevnliga fyrr í vikuni Sigfríð Clementsen í starv sum venjara hjá 1. lið felagsins komandi kappingarár. Gamal kenningur í B36 Sigfríður hevur í farna kappingaráríð verið venjari hjá besta liðnum hjá fugl- firðingum, men í summar fekk hann sekkin í ÍF. Siggi var tó ikki arbeiðsleysur leingi, tí stutt eftir vóru boð eftir honum úr B36, sum fegin vildi hava hann at taka sær av næstbesta liðnum hjá felagnum, tað ið eftir var av kappingarárinum. Sjálvur hevur Sigfríður traðkað sínar fótbólts- skógvar fyri tað mesta í HB, men hann spældi nøk- ur ár í B36, áðrenn hann noyddist at gevast orsaka av afturvendandi skaðum. Sigfríður hevur í fleiri ár tikið sær av ungdómsliðum bæði í HB og B36, so hóast sín unga aldur hevur hann rættuliga fitt av venjara- royndum. Vágbingurin Magni Mohr heldur fram sum hjálparvenjari í B36. Sigfríður skal venja B36 Hesir ungu garparnir vóru fremstir í kappingini hjá dreingjunum mynd: www.tsf.fo Sigfríður Clementsen skal komandi ár venja 1. deildarliðið hjá B36 savnsmynd 17 Nr. 191 • hósdagur • 7. oktober 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Skaðasteðgurin tykist vera av hjá fremsta føroyska málverjan- um LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Kastrup, Keypmanna- havn: Tað er ikki gerandis- kostur, at tríggir málverjar eru við í landsliðshópinum, men soleiðis er støðan, nú føroyska fótbóltslandsliðið hevur riggað seg til at vitja á Cypros og í Írlandi. Umframt teir báðar føstu, Jákup Mikkelsen og Jens Martin Knudsen, hevur Henrik Larsen hesa ferð eisini sent boð eftir Bárði Johannesen úr HB. Fremsta orsøkin til hetta hevur ivaleyst verið skaðin, sum Jákup Mikkelsen hev- ur drigist við seinastu tíð- ina, og í fyrstu atløgu hevði venjarin bara Jens Martin á listanum, fyri at geva tíð til Jákup at geva boð. Sum nevnt var endin so, at tríggir málverjar vórðu boðsendir, men sum tað skiltist mikudagin, so ætlar Jákup sær ikki at lata sessin frá sær. – Eg leikti við aðru deildar liðnum hjá KÍ bæði leygar- og mánadagin, og tá merkti eg so einki. At dystirnir vórðu í aðru deild var einamest, tí eg tá hevði møguleikan at spæla tveir dystir og tískil testa meg enn meira undan landsliðs- ferðini, sigur Jákup. Soleiðis tykist longu nú sannlíkt, at Bárður Jo- hannesen má taka til takkar við einum plássi í hópinum – og ikki á beinkinum. Tað er tó einki at ivast í, at Bárður eisini ferð at hava pláss í hópinum framyvir, og hóast 30 ár er hampuligt fyri vanligar fótbóltsleik- arar, so nýtist hetta ikki at vera nakar høgur aldur hjá einum málverja. Hóast hann í seinasta landsdystinum varð fluttur á beinkin, so tykist John Petersen enn ikki hava slepa vónini um fleiri landsdystir afturat teimum 55, sum hann hevur LANDSLIÐIÐ Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Kastrup, Keypmanna- havn: Síðani hann á sinni kom á vøllin til útidystin móti Jugoslavia, hevur hann verið fastur maður á føroyska landsliðnum. Ta ferðina skeyt hann føroyska málið í 3-1 tapinum, og samanlagt er tað vorðið til 55 landsdystir og 6 mál fram til dagin í dag. Viðvíkjandi fasta plássin- um á liðnum, so var tó ein broyting, tá Frakland vitj- aði fyri sløkum mánaði síð- ani. Ta ferðina mátti John Petersen taka til takkar við einum plássi á beinkinum, og tó at 10-talið á rygginum framvegis markeraði ein ávísan status, so vóru tað helst mong, sum tá hugs- aðu, at hetta var at kalla vegamótið hjá einum av grundstuðlunum á landslið- num seinastu mongu árini. Ikki minst tí hann sam- stundis hevur boðað frá, at hann nú gevst í B36 og fer til Danmarkar, samstundis sum hann við seinasta dyst- inum fyri B36 fór út um evstamarkið, tá um ræður skifti til danskt divisións- felag hesumegin vetrar- steðgin. Tá vit í Kastrup fingu orðið á John Petersen, tókt- ist hetta tó enn ikki vera vorðið til nakað tema. – Tað er so nakað, sum eg enn ikki havi tikið støðu til. Tað er rætt, at eg við dyst- inum móti B68 fór út um evstamarkið fyri at flyta til danskt divisiónsfelag, men tað var so ein avgerð, sum eg hevði mínar orsøkir til at taka. – Fyrst og fremst, so ræður nú um hjá mær at finna meg til rættist í Viborg, har daman er farin undir lesna. Saman við henni og soninum skulu vit nú fáa alt upp á pláss, og so má fótbólturin koma í aðru røð. Tí er tað ikki nakað mál í sjálvum sær hjá mær her og nú, sigur John. Og spurdur, hvørt tað so er møguligt, at hann seinni verður partur av føroyska liðnum, er álopsleikarin als ikki so avgjørdur. – Tað fari eg so ikki at svara fyri her og nú. Tað veldst millum annað um, hvussu vit trý finna okkum til rættist í Danmark, og undir øllum umstøðum er tað so nakað, sum eg fari at tosa við landsliðsvenjaran um, áðrenn eg fari at siga tað í miðlunum, sigur John Petersen at enda. Jákup er klárur John heldur hurðini opna Jákup Mikkelsen hevði longu mikudagin hug at beina øll ivamál um sína luttøku í komandi landsdystunum til viks Í Kastrup vildi John Petersen als ikki svara fyri, hvør hetta var seinasta landsliðsferð hansara Mynd: Álvur Haraldsen C M Y K 16 f Y d f c n