Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-07, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 7. oktober 2004síða 10

‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 Nr. 191 - 7. oktober 2004 Talan var um eina óvanliga drúgva ferð og óvanliga vánalig hotelviðurskifti hjá føroyska fótbólts- landsliðnum týs- og mikudagin LANDSLIÐSFERÐ Jákup Mørk/Álvur Haraldsen Nicosia, Cypern: Vanliga plagar tað at vera so, tá fótbóltslandsliðið ferðast, at talan er beinleiðis flog- ferðir úr Føroyum til leik- staðið. Nakað sum ivaleyst hevur minkað um ferða- møðina hjá leikarunum, samstundis sum fyriskipan- irnar í FSF hava fingið eina lættari uppgávu enn annars. Soleiðis er tó ikk hesa- ferð, nú føroyski landsliðs- hópurin skal til Cypros og Írland at leika. Hóast veingjabreiðið hjá Atlants- flogið er vorðið alsamt størri seinnu árini, so er ein ferð til Cypros enn í meira lagi, og tí verður ferðin hesaferð gjørd í fleiri tempi. Heimligi parturin av ferðalagnum savnaðist á flogvøllinum um 10’tíðina týsdagin, og kl. 11 var so farið við vanliga rutuflog- farinum til Kastrup, har Jón Rói Jacobsen og Andrew av Fløtum løgdust afturat hóp- inum. Her skuldi so bíðast í eini fýra tímar, áðrenn leiðin gekk til Heathrow í Lond- on, sum varð millumstøð mikunáttina. Har komu so eisini Julian Johnsson, Fróði Benjaminsen og tann í Onglandi búsitandi Claus Bech Jørgensen afturat hópinum. Tað vóru tó ikki allir, sum vóru eins fegnir um hotelviðurskiftini í Luton. Eftir teimum standardum, sum landsliðið vanliga ferðast eftir, so var hetta nakað langt undir miðal, men hóast alt, so vóru tað tó fleiri av leikarunum, sum dugdu at síggja sær onkran stuttleika í hesum. Eitt nú við at vanliga air-condition var skift út við vindeygu, sum ikki kundu opnast, og at sengurnar ikki vóru reiddar upp. Snøgt sagt, so mundi hetta hotellið eina- mest vera at sammeta við eitt herberg av onkrum slag, og í øllum førum livdi tað so langt ífrá upp til tað, sum lovað var, tá hugt var á alnetinum undan ferðini. Hvussu var og ikki, so varð kósin hósmorgunin sett móti Luton Airport, sum eitt nú enska landsliðið plagar at brúka til sínar fráferðir. Fýra tímar seinni sessaðist flogfarið í Nico- sia, har hotelviðurskiftini vóru nakað munandi betri, og so var føroyska liðið til reiðar at fara undir fyrireik- ingarnar. Hesar bjóða millum ann- að upp á venjing í 32 hita- stigum, og so er at vóna, at okkara menn hesaferð eru betri førir fyri at tackla hitastigini, enn teir vóru í Sveis á sinni. Drúgv landsliðsferð Talan var um drúgva ferðatíð hjá føroyska landsliðshópinum. Hóast fráferð úr Vágum týsmorgunin, so var tað vorðið til døgurðatíð hósdagin, áðrenn hópurin var komin til Nicosia Hotelviðurskiftini í Luton vóru ikki av teimum bestu, og tað var langt ífrá allastaðni, at sengurnar vóru reiddar upp Tær 12-14 ára gomlu gent- urnar hjá AB hava verið í einum flokki fyri seg í ár. AB hevur í nógv ár havt eina sera sterka gentudeild, og í ár hevur einki undan- tak verið í so máta. Gentur- nar hjá AB hava í ár vunnið føroyameistaraheitið, steypakappingina, AB-Cup og eisini vunnu tær stóru donsku kappingina, Lim- fjords-Cup, sum tær tóku lut í fyrr í ár. tn Suverenar AB-gentur Gentumanningin hjá AB: Aftast frá vinstru Katrin Andersen, Valgerð Andreasen, Vanja Olivarsdóttir, Jeanett Holm, Rannvá Jarnskor og Sjúrður Hansen, venjari. Í miðjuni: Gunnhild Bjørk, Hanna Heinesen, Theresa Petersen, Olga Kristina Hansen og Rakul Johannesen. Fremst Anja Joensen, venjari. Á myndini vanta Lisa í Liða og Bjørt Miðberg C M Y K 18 Nr. 191 - 7. oktober 2004 19 10. november skipar skeiðstovan Kvasir fyri evnisdegi undir heitinum heilsub- etran á arbeiðspláss- inum. Har verður millum annað høvi hjá tí einstaka at fáa ein heilsuprofil HEILSA Solby A. Eliasen solby@sosialurin.fo Heilsuprofilur av tí ein- staka er ein av valmøgu- leikunum luttakararnir á evnisdegnum, sum Kvasir skipar fyri, kunnu velja ímillum. Heilsuprofilurin verður gjørdur av persón- um hvør sær, og millum annað ber til at máta kolestorol, blóðsukur og blóðtrýst. Eisini ber til at taka konditest. Evnisdagurin er ein liður í skeiðsrøðini hjá Kvasir um heilsubetran og trivnað í arbeiðsumhvørvinum. Skump rætta vegin Hetta við heilsubetran á ar- beiðsplássinum er nakað, sum fyritøkur í til dømis Danmark gera nógva nýtslu av. Ein fyritøka í Århus, sum eitur FKI Logistex, hevði eina tílíka evnisviku í fjør. Eftirmetingarnar vóru so góðar, og luttakararnir so glaðir fyri hetta, at leiðslan hevur gjørt av at halda eina heilsubetrandi evnisviku einaferð um árið. – Vit hava somuleiðis valt at fylgja hesum upp við eitt nú roykistoppskeiðum og kantinan hjá okkum leggur meiri dent á heilsu- góðan kost, greiðir Klaus Kæstel frá Logistex frá. Hann sigur, at fyritøkan fór undir hetta átakið til tess at bøta um heilsustøð- una hjá starvsfólkunum. – Ofta hugsa fólk um at fara til kanningar og so framvegis, men tey koma ikki so langt. Hetta var so kanska eitt skump rætta vegin. Og tá okkara starvs- fólk hava tað gott og eru glað, ja, so eru vit tað eis- ini, sigur Klaus Kæstel og leggur afturat, at sjálvandi er tað eitt pluss fyri ar- beiðsinnsatsin og fyritøk- una, at starvsfólkini eru so væl fyri, sum tey kunnu vera. Umleið helmingurin av starvsfólkunum hjá Logis- tex tóku av tilboðnum um heilsukanning til tess at fáa ein heilsuprofil av teirra egnu støðu. Onkur vóru funnin, sum høvdu nakrar trupulleikar, og tey vórðu so send til lækna at fáa ta viðgerð, ið teimum tørvaði. Nógv annað var eisini á skránni hesa evnisvikuna hjá Logistex, og tað verður tað eisini evndisdagin hjá Kvasir. Millum annað kann nevnast fyrilestur um heilsukost, handfaring av strongd og starvsfólkasam- røður. Evnisdagurin er frá klokkan 9 til 16 og skeiðs- leiðarar verða Crecea År- hus konsulentar, Sam Ja- kobsen, sjúkrarøktarfrøð- ingur, massørar/zonetera- peutar, avspenningspeda- gogur, sálarfrøðingur og kostvegleiðari. Heilsuprofil til hvønn einstakan Millum annað ber til at máta blóðtrýst, blóðsukur og kolestorol á evnisdegnum, Heilsubetran á arbeiðsplássinum, sum skeiðstovan Kvasir skipar fyri Tilvildarlig mynd: Jens K. Vang 19