hósdagur 7. oktober 2004síða 11
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 191 - 7. oktober 2004
Nr. 191 - 7. oktober 2004
21
-Eg vóni, at maðurin
kemur til fornuft
aftur og kemur niður
á jørðina, so tað ber
til at tosa andlits til
andslits um hatta
málið, tí tað tænir
ongum endamáli, at
ein floksformaður
liggur og garterar
uppá henda mátan í
fjølmiðlunum og m.a.
leggur upp til slit
sigur Tórbjørn
Jacobsen. Í samrøðu
við Sosialin leggur
hann kortini á borðið
og greiðir frá, hvussu
illstøðan er íkomin í
flokkinum
INNANHÝSIS
FLOKSSTRÍÐ
Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Eftir at tjóðveldistingmað-
urin, Tórbjørn Jacobsen í
tveimum lesarabrøvum í
Sosialinum hevur funnist at
sínum
floksformanni
Høgna Hoydal fyri úttalilsi
hansara um familjurættar-
málini
og
harímillum
spurningin um tey sam-
kyndu, gjørdi Høgni Hoy-
dal týsdagin í miðlunum
greitt, at hann ikki longur
hevði álit á floksfelaganum,
og at atfinningarnar hjá
Tórbirni Jacobsen nú eru
orsøkin til slit teirra mill-
um. Hann róði eisini fram-
undir, at hetta málið kundi
fáa avleiðingar fyri støðuna
hjá tingmanninum í flokk-
inum. Tað var so upp til
aðalstjórnina at meta um.
Hesi seinastu úttalilsini
hjá Høgna Hoydal fáa nú
Tórbjørn Jacobsen enn
einaferð at taka blaðið frá
munninum. Í hesi samrøð-
uni við Sosialin leggur
hann "øll" kortini á borðið
og greiðir frá øllum málin-
um: hvussu tað er íkomið
og hví hann hevur borið seg
at, sum hann hevur gjørt.
Hann vil við hesum eisini
siga, at tíðin er komin til
semju í málinum. Men fyri
at øll skulu vita, hví hann
legði so harðliga og kontant
út í lesarabrøvum, og hvat
eisini er hansara demokrat-
iski rættur og skylda, so er
ein neyv gjøgnumgongd av
málinum neyðug. Og tað er
hana, sum hann hevur í hesi
samrøðuni.
Høgni byrjaði
Tórbjørn Jacobsen sigur, at
uppfatan hansara av hesum
málinum er tann, at tað er
formaðurin í flokkinum,
sum er byrjanin til alt hetta
málið. Tað er hann, sum er
farin út við nøkrum, sum
hann ikki átti at verið farin
út við, nevniliga tá hann í
fjølmiðlunum úttalaði seg
um alt familjurættarmálið,
uttan á nakran sum helst
hátt at hava ráðført seg við
tingfólkini. Har byrjar mál-
ið.
– Men kann ein floksfor-
maður ikki úttala seg um
eitt slíkt uttan at skula
spyrja
sínar
tingmenn
áðrenn.
– Jú tað kann hann sjálv-
andi um flest øll mál, men
tá hann veit, hvussu diver-
gerandi – ymiskar - mein-
ingarnar eru í júst hesum
málinum, tá hevði tað ver-
ið rættast av einum for
manni í hvussu er at við-
gjørt málið inni í tingbólk-
inum, áðrenn hann fer út og
úttalar seg alment um tað.
Alt tað, sum ein formaður í
einum flokki sigur, fellur so
ella so aftur á allan flokkin,
og eisini á tey, sum eru
rúkandi ósamd við hann um
júst tað málið.
– Kundi tú ikki sagt hetta
við Høgna Hoydal sjálvan
heldur enn at fara út í
miðlarnar?
– Eg havi sagt tað ótaldar
ferðir við Høgna Hoydal,
men hann lurtar yvirhøvur
ikki. Og fyri at gera eina
langa støðu stutta, so bleiv
málið við at koyra, og eg
valdi at fara út við einum
lesarabrævi í Sosialinum
um málið fyri líkasum at
geva eina ábending um, at
tað vóru aðrir vinklar í
Tjóðveldisflokkinum uppá
hatta málið. Og tingmaður-
in heldur fram:
– Og so hendir tað, um
tað mundið, at eg skuldi til
Álands, at Høgni Hoydal er
í sjónvarpinum. Har verður
tað so til pástand móti
pástandi, har hann sigur, at
alt tað hann hevur ført
fram í hesum máli var rætt -
hóast eg havi fingið váttað
frá rættiliga góðum keld-
um, at alt var rætt, sum eg
skrivaði. Entá frá tí persóni,
sum sat sum løgmaður, tá
Høgni Hoydal umsat fam-
iljurættarmálini í Løg-
málaráðnum.
Formaðurin átti at
funnið semju
Tórbjørn Jacobsen sigur
víðari, at ístaðin fyri at
royna at finna eina ella aðra
semju, sum man skuldi
trúð, at ein formaður til
eina og hvørja tíð søkir
eftir, so tilspíssar man bara
málið við, at bæði aðal-
stjórnin í flokkinum og
Eysturoyar Tjóðveldisfelag
í óðum verkum fara út við
tíðindaskrivum, har tey
taka undir við øðrum part-
inum og líkasum leggja upp
til at gera enda á hinum.
– Tann, sum ikki hevði
roknað við einum aftursvari
aftaná tað frá mínari síðu,
hann hevur í hvussu er ikki
nógv jørðforbindilsi. Tað
var so orsøkin til, at eg
skrivaði seinnu greinina í
Sosialinum. Og tann grein-
in endaði so við, at hetta
vónandi vóru tey seinastu
orðini, sum eg kom at siga í
hesum málinum, tí málið
byrjaði sum so um ein
rættiliga einfaldan spurning
og er so endað í nøkrum
heilt øðrum. Nú er tað
endað í einum persónsmáli.
Tórbjørn Jacobsen hevði
so væntað, at stig blivu
tikin innanflokka til at fáa
skil á viðurskiftunum.
– Eg veit og eg eri upp-
ringdur av fólki rættiliga
ovarliga í flokshierakiinum
m.a. tingmonnum, sum
hava gjørt ógvuliga stórar
royndir fyri at fáa glið á
málið. Og eg segði beinan-
vegin við teir mánamorgun,
tá teir ringdu, at tað skuldi
ikki skorta uppá vilja frá
mínari síðu. Eg haldi ikki,
at hatta málið skuldi við-
gerast meira í fjølmiðlun-
um, tí nú var tað blivið eitt
reint persónsmál millum
persónar í flokkinum, sum
bara kundi loysast við, at
teir báðir persónarnir hitt-
ust møguliga við einum
objektivum orðstýrara.
Tórbjørn Jacobsen sigur
víðari, at tað var tað signal-
ið teir fingu beinanvegin
frá sær og hevði hann skilt
signalini rætt líka til í
týsdagin - tá hann kundi
fara inn á internetdimmuna
- so var formaðurin eisini
sinnaður til ta loysnina. So
má okkurt vera hent rætti-
liga knappliga, tí nú velur
Høgni Hoydal at fara í
Dimmalætting og siga, at
hann hevur kvett alt sam-
band við meg. Tað gongur
heilt móti tí signalinum,
sum eg annars hevði fingið
frá teimum, sum høvdu
roynt at fáa seming í mál-
inum.
Tað harmar tí Tórbjørn
Jacobsen almikið, at ein
floksformaður er so lítið
semjusøkjandi, at hann ikki
roynir at fáa flokkin sam-
skipaðan men heldur situr
og samskiftir við sín egna
flokk gjøgnum fjølmiðl-
arnar.
– Men tað eru so tey, sum
halda, at tú sjálvur er farin
í fjølmiðlar við eini innan-
hýsistrætu?
– Fyri mín part var alt
hatta yvirstaðið fríggja-
kvøldið, tá greinin hevði
staðið í Sosialinum. So var
tað gloymt fyri mítt við-
komandi, og tá er bara eitt,
sum er avgerandi, og tað er,
at friður fæst í flokkinum.
Og tað hevði eg fingið var-
hugan av, at menn høvdu
fingið formannin til at
skilja. Men hann hevur so
broytt støðu knappliga og
fer fullkomiliga í offensivin
aftur. Men eg vóni sum
sagt, at maðurin kemur til
fornuft aftur og kemur
niður á jørðina, so tað ber
til at tosa andlits til andslits
um hatta málið, tí tað tænir
ongum endamáli, at ein
floksformaður liggur og
garterar uppá henda mátan
í fjølmiðlunum.
Hevði einki annað val
– Men tænti tað nøkrum
endamáli, at tú sjálvur fór
út og kallaði formannin fyri
manipulator og lygnara í
lesarabrævi?
– Trupuleikin var tann, at
eg fekk einki annað gjørt.
Tí eg havi tíggjutals ferðir
sagt við hann, at hann skal
ansa sær heilt ótrúliga væl
við júst tí málinum, sum
tað byrjaði við. Og tað bleiv
ikki lurtað eftir nøkrum.
Tað eru eisini aðrir ting-
menn, sum hava sagt tað
við hann. Tí situr man við
eini merkiligari kenslu av,
um tað eru tey fólkavaldu í
flokkinum, sum stýra ella
onkur annar, tá man yvir-
høvur ikki lurtar eftir ting-
monnunum.
– Hevur Tórbjørn Jacob-
sen uppbakking í flokkinum
hjá sær?
– Tað veit hann ikki.
– Men tann broytingin í
støðuni hjá Høgna Hoydal
týsdagin, tá fáast skuldi at
vita, um tað bleiv fólka-
tingsval ella ikki, kann hon
hava nakað at gera við, at
fólkatingsval ikki varð út-
skrivað? Tvs. at hevði
fólkatingsval verið útskriv-
að, so hevði hann viljað
havt eina semju við teg fyri
at verða afturvaldur? Tá
fólkatingsval kortin i ikki
varð útskrivað, kann tað so
hava ført til slitið?
– Tað er í hvussu er nokk-
so páfallandi, at samrøður-
nar, sum eru gjørdar við
føroyskar fjølmiðlar týs-
dagin, eru aftaná, at And-
ers Fogh Rasmussen hevði
verið á røðarapallinum. Tað
virkar í so ráksnúgvið.
Veikur?
– Stendur tú ikki veikur í
flokkinum nú?
– Tað havi eg onga hóm-
ing av. Eg eri nokk soleiðis
samanskrúvaður, at eg eri
ikki ein av teimum persón-
unum, sum hevur nógvar
ryggjaklappararar og papa-
geykar rundan um meg. Og
tað skoyti eg ikki um at
hava heldur. Tað trívast
eingir subkulturar rundan
um meg heldur, og tí trívist
eg við at standa rættiliga
einsamallur. Og kann har-
við best siga mína meining
bæði um eitt og annað.
– Tú sigur í tínum seinna
lesarabrævi, at tú hevur
fleiri hondgranatir í skáp-
inum, um tað skuldi komið
so langt. Hvat eru tað fyri
hondgranatir?
– Tað fer tíðin at vísa.
– Fólk halda, at tað ikki
bara kann vera hetta eina
málið, sum hevur fingið teg
at fara út við hesum alment.
Útvarpið spurdi Høgna
Hoydal týdagin, um ikki
hetta eisini hevði nakað at
gera við fíggjarviðurskifti
hjá Fregnum og lønina hjá
fólkatingsformanninum.
Hesum sýtti hann fyri.
– Eg hoyrdi, at Helgi
Jacobsen nevndi tað í ein-
um spurningi, og kann eg
bert siga, at hatta var rímu-
liga logiskt hugsað av
Helga. Aðra viðmerking
havi eg ikki.
Tætt samstarv slítur
– Men eru tað kortini ikki
eisini onnur viðurskifti,
sum hava gjørt, at tú er
farin so ógvuliga út ímóti
formanninum?
– Tað er møguligt, at eitt
so tætt samstarv, sum hevur
verið, slítur uppá báðar
partar. Tað ger tað væl altíð.
Men hetta málið byrjaði
sum sagt við, at eg gjørdist
rættiliga irriteraður um tað,
at ein floksformaður fer út
og meira ella minni úttalar
seg generelt í einum máli,
sum tað er djúp, ja sera djúp
ósemja um í flokkinum.
– Merkir tað, at tá tú fer
út við hesum málinum júst
nú, so hevur tað eisini nak-
að við komandi kommunu-
valini at gera – at úttalilsini
hjá formanninum kunnu
skaða tjóðveldisfólk, sum
stilla upp til kommunu-
valini?
– Mín vinkul í tí málin-
um var heilt greitt: at tað
var neyðugt, at onkur tjóð-
veldismaður,
sum
sat
rímuliga ovarliga í system-
inum, fór út við einum
øðrum vinkuli enn tí, sum
formaðurin hevði verið úti
við, í mestan mun fyri at
bjarga flokkinum og uttan
fyri Suðurstreym, tí kultur-
urin á bygdunum og í høv-
uðsstaðnum er so øgiliga
ymiskur. Soleiðis er tað so
nógva staðni. Og tí má
ansast betur eftir, hvat man
gongur runt og sigur.
–
Men
tjóðveldisfólk
hava oftani vart minnilutar,
er tú nú bangin fyri, at
flokkurin skal hava eina
jaliga støðutakan til eitt nú
samkynd?
– Eg taki sjálvur undir
við skrásettum parlagi. Tað
er ikki mítt problem. Men
tað eru sera nógv tjóð-
veldisfólk, sum ikki taka
undir við tí. Og hví skal
tann parturin av flokkinum
onga rødd hava og hví
skulu tey ikki kunnað verða
hoyrd í flokkinum.
Tórbjørn Jacobsen held-
ur, at nú er tíðin komin til at
finna eina semju í hesum
málinum. Hann er í hvussu
so er opin fyri eini slíkari.
Tórbjørn Jacobsen við Høgna Hoydal:
– Tíðin er komin til semju
Hóast í sama flokki sita teir hesa løtuna langt frá hvørjum øðrum í tingunum. Í miðjuni Jógvan við Keldu, sum var beinleiðis
orsøkin til, at álvarslig ósemja tók seg alment upp í Tjóðveldisflokkinum
Mynd Jens K Vang
Tórbjørn roynir at flyta fokus
–Tað er eingin um-
bering fyri grovu
álopini, at eg ikki
hava lurtað eftir ting-
limum, tí málið snýr
seg ikki um tað long-
ur. Tað, sum hann
hevur skrivað hoyrir
snøgt sagt ikki heima
nakrastaðni, sigur
formaðurin í Tjóð-
veldisflokkinum
INNANHÝSIS
FLOKSSTRÍð
Páll Holm Johannesen,
pall@sosialurin.fo
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum, Høgni Hoydal,
heldur, at Tórbjørn Jacob-
sen í samrøðuni við Sosial-
in í dag roynir at venda
málinum ímóti sær.
– Málið snýr seg ikki
longur um støðuna hjá mær
í málinum um skrásett par-
lag. Málið snýr seg nú um
eitt óndsinnað persónálop
á mín persón, og tað Tór-
bjørn Jacobsen førir fram
er bert ein roynd at snara
málinum, ið hevur sett
Tjóðveldisflokkin í ringt
ljós, sigur Høgni Hoydal.
Formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum vísir á, at Tór-
bjørn Jacobsen sum fyrr-
verandi
næstformaður
hevur havt allar møguleikar
fyri at siga sína hugsan um
skrásett parlag á røttum
stað, men kortini fer hann
út í fjølmiðlarnar.
–Tað er eingin umbering
fyri grovu álopini, at eg
ikki hava lurtað eftir ting-
limum, tí málið snýr seg
ikki um tað longur. Tað,
sum hann hevur skrivað
hoyrir snøgt sagt ikki
heima nakrastaðni, sigur
formaðurin í Tjóðveldis-
flokkinum
Roynt
Tórbjørn heldur ikki, at
Høgni hevur verið serliga
semjusøkjandi í málinum.
Høgni Hoydal vísir á, at
hann áhaldandi hevur roynt
at fingið fatur á Tórbjørn
Jacobsen, men uttan úrslit,
og orsøkin til, at hann fór í
fjølmiðlarnar var, at hann
tímdi ikki áhaldandi at
spæla krógva og blunda,
sum hann málber seg.
Høgni Hoydal heldur fast
um, at ein uppgerð er neyð-
ug í flokkinum, og hann er
sinnaður at hittast andlit til
andlits í málinum, men
hann veit ikki, hvat enda-
liga úrslitið verður av upp-
gerðini.
-Mín støða er framvegis
hon, at eg hvørki havi álit á
honum ella kann samstarva
við hann, sigur Høgni
Hoydal.<
C
M
Y
K
21
20