Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

25 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 námi røkkur einum hægri B og A stigi, enn bæði franskt og spanskt kunnu sum byrjanarmál eina, tyk­ ist heldur ongan ávirkan at hava á næmingavalini. Bygnaðarligar broytingar Tað gongur greitt fram, at við ver­andi skúlaskipan eru fremm­ anda­málini hvørki fuglur ella fisk­ur. Tí er mest átrokandi og grund­leggjandi spurningurin av øll­um: Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroy­um? Omanfyri er víst á, at fremm­anda­ málini hava síni egin­virði - og meir enn tað. Vilja vit fremmandamál, skulu eisini neyðugu karmarnar til. Sum nú er, eru tað tey 13 – 16 ára gomlu, sum gera av, hvørji mál før­oy­ ingar skulu duga í framtíðini. Tað er hvørki nøktandi fyri næm­ ingar ella landið sum heild. Vit mugu viðurkenna, at neyðugt er at læra enn eitt fremmandamál í fólkaskúlanum eftir enskt, um fremmandamál á miðnámi skulu røkka nøktandi stigi. Alt talar fyri at halda fast í týskt, sum aftur má gerast krav fyri at koma inn á í øllum førum hugbreytina á mið­námi. Harumframt tørvar næm­ing­unum kunning um fremm­anda­málini og møguliga veg­leiðing, tá teir søkja inn á mið­ nám. Samstundis, sum týskt aft­ur má verða upptøkukrav til hug­ breyt, átti týskt sum byrj­anar­ mál at verið avtikið á mið­námi, tí tað ger meir skaða enn gagn sum valmøguleiki á pappír­ inum. Hetta hevur fleiri óhepn­ ar avleiðingar við sær fyri næm­ ingarnar. Harumframt stuðlar týskt byrjanarmál ikki tank­ anum, at næmingarnir skulu ogna sær neyðuga málsliga førn­ ingin, áðrenn teir koma á mið­ nám. Kanska læru­greinin týskt á miðnámi skuldi fingið eina «gularót» fyri at vera ein­asta framhaldsmál av teimum trimum fremm­anda­málunum á mið­námi (umframt enskt). Ein loysn má finnast fyri læru­ greinina danskt, sum ikki hoyrir heima í flokki við fremm­anda­mál­ um. Danskt tekur í verandi skipan frá fremmandamálunum, hóast tað ikki er eitt fremmandamál hjá okkum. Óneyðugt er at krevja enskt A stig yvir­høvur, tí B stig er nøktandi til flestu fram­halds­ út­búgvingar og gevur meir enn neyðuga førleikan at fóta sær sjálv­støðugt í enskum. Útlendingar hava mangan havt á orði, hvussu væl føroyingar duga mál. Lat okkum varðveita hetta føroyska sereyðkennið og leggja okkum eftir at fáa enn meir burt­ur úr hesum førleika í fram­ tíð­ini. »At læra mál noyðir okkum at síggja úr øðrum sjónarhornum enn okkara egnu. Á tann hátt spæla tey ein avgerandi leiklut í at stimbra júst tað, vit kalla ný­ hugsan.« »Tað fremmanda kann eisini varpa ljós á okkara egna. Ofta varn­ast tú ikki tað sermerkta við tíni egnu mentan, fyrr enn hon í ljósinum av tí fremmanda gerst sjónlig. Vilja vit branda og selja Føroyar skal nýggj vitan til, sum vit enn kunnu vera blind fyri.« »Í Føroyum skulu vit finna fyri­munirnar í at vera ein lítil tjóð og tilvitað gera teir til okkara styrki. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit dagliga verða mint á, at vit ikki hava nóg mikið við okkum sjálvum. Í tí liggur ein ásannan, at vit sjálvsagt eisini skulu duga fleiri mál í framtíðini.« »Skal ferðavinnan veruliga ger­ ast eitt eyka bein at standa á, er ilt at ímynda sær eina støðu, har vit í framtíðini fara at innflyta út­lendska arbeiðsmegi at tosa málini fyri okkum, sum vit við verandi gongd ikki longur fara at duga.« »Sum nú er, eru tað tey 13 – 16 ára gomlu, sum gera av, hvørji mál føroyingar skulu duga í framtíðini. Tað er hvørki nøktandi fyri næm­ingar ella landið sum heild.« Tunnilstáttur 1. Nú upprann tann dagur, at tunnil skal gerast ./. Under så grøn en lide ./. frá Strondum til Toftir og Hvítanesar. ./. Kongen af Danmark lader sig hævne ./. 2. í Selvindis bøi tað byrjast skal, at spreingja til Havnar í áratal. 3. Gamli Niels Jacob, sum fyrr átti garðin, at bøurin verður so illa viðfarin. 4. Grannarnir báðir Jógvan í Gørðum, og síðan tann gamli Andreas á Forunum. 5. Teir eru allir í grøvina lagdir, so ringt er at gita, hvat teir høvdu sagt her. 6. Og Ringlasteinur, ja illa er vorðið, fyrst klovin, og síðan til ífyllu vorðin. 7. Fyrst rímdi Trøllið, men steinur stóð, har sjógvur um steinin í øldir dró. 8. Løgið tað er, sjálvt um søgnin lekur, at stein til Gráastein Alfred tekur. 9. Ja, mangt umbroytist á mansins ævi, má tunnilin blíva til nyttu, Gud gævi. 10. Tað framtíðin krevur, vit ei kunnu forða, nú Tangafjørðin teir sundur bora. 11. Gud er tann, ið øllum valdar, ./. Under så grøn en lide ./. frá Strondum av og til verðina alla. ./. Kongen af Danmark lader sig hævne ./. Andrias Sjóvará Lag: Kongen af Danmark lader sig hævne (Strandatátturin) Heðin Mortensen býráðslimur Hóast ivi so mangan hev­ur verið sádd­ur um tær ætl­anir, undan­farna býráðssam­ gonga hevði við Sjó­vinnu­ húsinum á Vestaru bryggju í Havn, er ivin ferð eftir ferð gjørdur til skammar – og ikki minst, nú Sjó­ vinnu­húsið er um at verða liðugt. Sum ynskiligt var, verður tað brúkt til virksemi, ið kemur at gagna Havnini, og hartil er tal­ an um ymiskt virksemi, ið pass­ar serstakliga væl inn í bæði bygn­ ingar og umhvørvi. Nú gongur sjón fyri søgn, at okkara ætlanir ikki bara vóru heit luft, men nú veruliga sleppa at standa sína roynd. Tað er gleðiligt at síggja, at ar­ beiðið gevur úrslit, og somuleiðis fløvar tað, tá tú eisini sært og merk­ir, at onnur seta prís upp á tað, sum er komið burturúr. Ovur­ honds stórur áhugi er fyri Sjó­ vinnuhúsinum og tí virksemi, tað kemur at hýsa, og hesin áhugi sást ikki minst henda dagin, tá skip­að varð fyri vinnudegi fyri stúgvandi fullari høll í Sjóvinnu­hús­inum. Vinna og vitan saman At vinna og vitan kunnu ganga hond í hond, hevur alla tíðina verið ein tanki við tí arbeiði, vit settu út í kortið, og onkursvegna kennist tað, sum er endamálið við húsinum nú rokkið, so Havnin fær enn eitt kraft­sentur fyri útbúgving, vinnu og gransking. Vit mugu ásanna, at hetta hevur verið ein tungur burður, tí so nógv er skrivað og skeldað um hesa umbygging, ið undanfarna sam­ gonga setti í verk. Men so mikið huga­ligari er tað at síggja, at júst okk­ara ætlanir við bygninginum nú gerast veruleiki, og at øll nú taka so væl ímóti tí. Vónandi er øll mótstøða burtur, sum hevur verið, tí at øll nú fegnast um stóra virksemið, ið verður aftur á Vestaru bryggju, er tað vónandi bara byrjanin, tí evsta málið við tí heila er, at eisini Bacalao og tess umhvørvið fær nýggjar møgu­ leikar, so vit í størri mun fara at síggja skip og uppskiping á Vestaru bryggju. Síggja møguleikar Sjálvur ivist eg onga løtu í, at Sjó­ vinnuhúsið kemur at roynast væl, og eg eri sannførdur um, at eftirtíðin fer at vísa, at tað tó var gott, at vit eisini har tordu at hugsa stórar tankar, tí tað kundi verið so skjótt, at einki spurdist burturúr og alt bara varð javnað við jørðina. At vit nú síggja møguleikar lata seg upp í staðin, kann eg bara fegnast um. Tað einasta, eg hinvegin harm­ ist um í hesum sambandi er, at Sjúrður Olsen ikki kundi vera ein aktivur partur av hesum nú, tí hans­ara partur liggur so sanniliga ikki eftir. Við góðum arbeiðslagi stóðu vit væl saman um útbygging av bæði Tórshavnar havn og Sjó­ vinnuhúsinum, og Sjúrður eigur eina stóra tøkk uppiborna fyri, at Sjó­vinnuhúsið nú stendur sum eitt stolt úrslit. Tíbetur eru øll nú glað – eisini tey, sum bæði í skrift og talu vóru ímóti hesum ætlanum av fyrstan tíð – og tað tykist nú teimum allar­ flestu so sjálvsagt, at henda loysnin varð roynd á Vestaru bryggju. Sjálvur eri eg ikki minst glaður, tí tað jú er ein ófrávíkilig sannroynd, at tá Havnin hevur tað gott, so hava allar Føroyar tað gott. Nú eru øll glað fyri Sjóvinnnuhúsið­ VIÐMERKINGAR