Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐARGREIN Maria Heradóttir Fremmandamál eru førleikagevandi Grundleggjandi spurningurin, hvussu vit útbúgva yngra ættarliðið til størv, sum enn ikki eru til, og til menniskju við førleikum at fóta sær hóast alsamt broytandi tíðir, hevur ført við sær, at skúlamyndugleikar hava flutt fokus frá pensum til før­ leikamenning. Førleikar til fram­ haldandi at menna og út­búgva seg, førleikar at tillaga seg, førleikar at samstarva, førleikar sjálvstøðugt at ogna sær vitan og brúka hana í nýggjum samanhangum. Lykla­ orðið eitur nýhugsan. Vit skulu bróta upp úr nýggjum, endurhugsa tað gamla, finna og brúka nýggja vitan í verki. Tað eitur seg, at Før­ oyar skulu hava fleiri bein at standa á og eiga lut í altjóða kappingini. Í Føroyum fara vit fulkomiliga av kós í okkara tillagingum til fram­tíðar avbjóðingar, um grund­ leggj­andi førleikar sum tað at duga fremm­anda­mál mál gleppa okkum av hondum. Tað er ein sannroynd, at fremmanda­mál eru við til at lata hurðar upp til nýggjar møguleikar, nýggjan íblástur, nýggja fatan og nýtt innlit. At læra mál noyðir okkum at síggja úr øðrum sjónar­ horn­um enn okkara egnu. Á tann hátt hava tey ein avgerandi leiklut í at stimbra júst tað, vit kalla ný­ hugsan. Dugir tú eitt fremmandamál, fært tú innlit í eina fremmanda mentan, t.v.s. ein øðrvísi hugsanar­ hátt, onnur virði, fremmandar skip­ anir og harvið aðrar veruleikar. Tú lærir at síggja við øðrum eygum og at skilja aðrar mentanir innanífrá. Hetta gevur stórar møguleikar fyri at mennast sum menniskja, sum føroyingur og sum heimsborgari og kann eisini gerast spírin til nýggjar óendaligar møguleikar, sum bara bíða eftir at verða sæddir. Tað fremmanda kann eisini varpa ljós á okkara egna. Ofta varn­ ast tú ikki tað sermerkta við tíni egnu mentan, fyrr enn hon í ljós­ inum av tí fremmanda gerst sjónlig. Vilja vit branda og selja Føroyar skal nýggj vitan til, sum vit enn kunnu vera blind fyri. Fyri­munirnir við slíkari spegl­ing galda báðar vegir, sum aftur vísir á fyrimunir við at læra fremmandamál. Harumframt er tað at duga fremm­anda­mál eisini ein týdn­ ingar­mikil før­leiki í sjálv­um sær sum samskiftismiðil. Tað er eyðsæð, at førleikar í fremmandamálum hava stórar fyrimunir við sær í altjóða høpi - ikki minst í nútíðar alheimsgjørda samfelagnum, sum vit eru partur av. Einki er heldur sum at samskifta beinleiðis á móð­ ur­málinum hjá tí hinumegin borð­ ið, sum greitt gevur fyrimunir fram um onnur. Enskt sum alheimsmál Enska málið hevur vunnið sær tign sum altjóða samskiftismál. Vit kunnu tí av røttum spyrja, um tað ikki er nóg mikið við einum fremmandamáli, sum røkkur so langt, sum enskt ger. Jú, enskt er eitt sera týdningarmikið mál at duga í dag, og við tí kemur tú eisini langt. Tó kann enskt sum sam­ skiftis­miðil ongantíð gerast betur enn samskifti á móður­málin­um, tá tað er møguligt. Tú fert tí altíð at eiga fyrimunin fram um onnur, um tú dugir málið. Eitt mark er sjálv­sagt fyri, hvussu nógv mál vit kunnu leggja okkum eftir at læra, og enskt er í stóran mun málið, sum vit kunnu detta afturá, tá annað ikki ber til. Tað er tí einki minni enn eitt bragd at eiga eitt felags al­ heimsmál, sum alsamt fleiri duga. Hinvegin er tað júst tað plássið, sum enskt hevur fingið millum øll heimsins mál, sum ger, at vit fáa meir og meir tørv á eini mótvekt eisini. Enskt hevur lagt seg sum eitt filtur, sum vit hyggja ígjøgnum og spegla okkum í. Vit halda, at soleiðis sær verðin út, og soleiðis síggja vit út í mun til útheimin, men veruleikin er nógv fjølbroyttari enn so. Tað kann hugsast, at serliga smátjóðir sum okkara við egnum máli eru mest útsettar fyri hesum, tí okkara egna mál ikki fyllir líka nógv í almenna rúminum sum t.d. onnur heimsmál gera í sínum heim­ landi. Hetta er enn ein orsøk til at læra onnur fremmandamál enn bara enskt. Bókmentir hava týdning Bókmentir, sum fremmandamáls­ undirvísingin vanliga eisini fevnir um, snúgva seg um menniskjalívið og viðgera evni, sum koma okkum við sum menniskju. Tær eru við til at menna okkum og at flyta mørk á ein hátt, sum bara bók­ment­ ir kunnu. Gamaní kunnu vit lesa nógv­ar týddar bókmentir á før­ oysk­um og enskum, men tað slepst ongan­tíð uttanum, at nakað dettur burtur í týðingini, sum ikki kann verða endurgivið á øðrum málum. Fremmandamál í framtíðini Í Føroyum skulu vit finna fyrimun­ irnar í at vera ein lítil tjóð og tilvitað gera teir til okkara styrki. Vit eru í tí hepnu støðu, at vit dagliga verða mint á, at vit ikki hava nóg mikið við okkum sjálvum. Í tí liggur ein ásannan, at vit sjálvsagt eisini skulu duga fleiri mál í framtíðini. Tó nýtist okkum ikki øllum at duga tey somu og líka nógv mál. Tey við evnum og áhuga eiga at hava møguleikan at læra enn eitt fremmandamál eftir enskt í fólka­ skúlanum. Upplagda valið er týskt, sum vit longu eiga førleikan til. Týskt er eitt sera hent mál fyri júst føroyingar at læra, tí tað hev­ ur sama málsliga uppruna sum før­oyskt og stuðlar tí væl okkara móður­máli. Samstundis víkir tað so mikið grundleggjandi frá enskum, at tú við báðum málunum ognar tær eina breiðari málsliga fatan. Í okkara heimsparti er týskt har­umframt mest útbreidda móð­ ur­málið eftir russiskt. Og við brexit kann hugsast, at onnur mál fara at traðka meir fram sum sam­ skiftismál í Evropa í framtíðini. Her heima er eisini nógv frammi um, at ferðavinnan skal menn­ast. Flestu ferðafólkini í Føroy­um eru týsktmælt, men onnur mál eru eisini væl umboðað. Skal ferða­ vinnan veruliga gerast eitt eykað bein at standa á, er ilt at ímynda sær eina støðu, har vit í framtíðini fara at innflyta útlendska arbeiðsmegi at tosa málini fyri okkum, sum vit við verandi gongd ikki longur fara at duga. Fortreyt fyri góðum málkunnleika Týskt er harumframt ein góð barl­ ast fyri næmingar, sum ynskja at velja fremmandamál á miðnámi. Royndir vísa, at næmingar ofta ikki hava nóg góðan málsligan førn­ing við sær, um ikki tey eisini hava havt týskt í fólkaskúlanum. Hetta sæst aftur í fráfallinum í fremm­andamálslærugreinum á mið­námi, sum er sera óheppið fyri teir næmingar, sum á hálvari leið í skúlagongdini varnast, at tey hava valt skeivt. Eisini vísa royndir, at næmingar, sum hava neyðuga málsliga førn­ ing­in við sær, klára seg betur í øll­ um fremmandamálum á mið­námi. Týskt í fólkaskúlanum er sostatt við til at lyfta stigið í fremm­anda­ mál­unum sum heild á mið­námi, sum eisini er neyðugt, um næm­ing­ arnir skulu fóta sær so mikið, at teir megna at brúka eitt byrjanarmál sjálvstøðugt eftir lokið miðnám. Framtíðar útlit fyri fremmandamálum Støðan hjá fremmandamálunum undantikið enskum er so kritisk sum ongantíð áður. Samanumtikið er undirtøkan metlág í týskum og fronsk­um, tó nakað frægari í sponsk­um. Øll trý málini hava verið fyri støðugari afturgongd seinastu árini, men nú er botnurin rokkin fyri tvey teirra og við verandi gongd er spurningurin, um ella hvussu leingi hesi fremmandamálini enn verða at síggja á tímatalvuni. Hóast stóra afturgongd er ein orsøk eisini, at flestu næmingar nú velja spanskt fram um bæði franskt og týskt. Hví ójavnin er so stórur, er ein áhugaverdur spurningur. Ikki tí, einki mál er í sjálvum sær meira ella minni vert enn eitt annað. Øll eru tey týðandi heimsmál, og tí átti myndin helst at sæð nakað øðrvísi út. Hugsa vit um málførleikan í Før­ oyum sum heild, átti myndin eisini at sæð nakað øðrvísi út. At týskt framhaldsmál á mið­ Skulu vit framhaldandi duga fremmandamál í Føroyum? Týdningurin av at menna millummentanarligar førleikar hevur ongantíð verið so stórur sum nú. Tí er tað ein mótsøgn, at øll fremmandamál undantikið enskt eru fyri so stórari afturgongd í skúlunum í Føroyum sum nú, tá mest sjálvsagda leiðin til hesar førleikar gongur ígjøgnum fremmandamálini. Her má vend koma í sum skjótast. Mest útbreiddu móðurmál í Evropa: • Týskt: 95 mill • Franskt: 65 mill • Enskt: 60 mill • Spanskt: 45 mill Mest útbreiddu móðurmál í heiminum: • 2. plássi: spanskt • 3. plássi: enskt • 11. plássi: týskt • 18. plássi: franskt Búskaparliga sterkastu londini í heiminum: • 1. plássi: USA • 4. plássi: Týskland • 5. plássi: Stóra Bretland • 6. plássi: Frakland • (Einki spanskttalandi land millum 10 tey sterkastu) Afturgongd í fremmandamálum í Hoydølum: 2012-2013 franskt: 101 næmingar 2016-2017 franskt: 58 næmingar 2012-2013 spanskt: 335 næmingar 2016-2017 spanskt: 201 næmingar 2012-2017 týskt: 219 næmingar 2016-2017 týskt: 72 næmingar 2012-2013 íalt: 543 næmingar á skúlanum 2016-2017 íalt: 654 næmingar á skúlanum 2017-2018 Afturgongdin heldur fram. Ivasamt um komandi árgangur fær franskt og týskt. Les meir undir kunning á www.snar.fo/folkaskuli/tyskt