Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 VIÐMERKINGAR Lillian Bjarnadóttir Poulsen Heilsufrøðingur Ólavur Ellef­ sen, for­maður í Javn­støðu­ n e v n d ­i n i var frammi í fjøl­miðl­un­ um her fyri og segði at: “Lóg­in um bar­sils­skipan er snøgt sagt ótíð­ ar­hóskandi, hon ger mis­mun á kyn­unum, og børnini eru fyri van­ býti”. Formaðurin í javn­støðu­ nevndini heldur, at verður barns­ burðarfarloyvið býtt javnt ímillum kynini, fara øll at vinna. Hann vísti víðari á fyrimunir, sum at barnið og pápin fáa tætt­ ari samband, og pápin kann ikki setast til viks um for­eldrini fara hvør til sítt. Og mamm­ur­nar verða ikki settar til viks á ar­beiðs­mark­ naðinum. Og fyri­munir hjá barn­ inum er ein lógarfestur rættur til bæði foreldur. Sundhedsstyrelsen og WHO mæla til, at øll børn fáa bara bróst/ móður­mjólk teir fyrstu 6 mánaðir­ nar eftir føðing. T.v.s., at barnið fær onki annað enn móðurmjólk, til tað byrjar at eta annan mat enn mjólk. Hetta er, tá barnið er umleið 6 mán­aðir, alt eftir menning og trivnaði hjá barninum og um tað er klárt til, at fáa annað enn mjólk. Móður­mjólk­ in inniheldur júst tey føðsluevnini, ið lítla barnið hevur brúk fyri, bæði teir fyrstu dagarnar eftir føð­ing og víðari fram. Mjólkin broyt­ist, alt eftir tørvinum hjá barn­inum, og flestu børn trívast væl, bert við at fáa bróst teir fyrstu 6 mánaðirnar (eksklusiv brósta­geving). Somuleiðis verjir móðurmjólkin barnið móti ymisk­ um ígerðarsjúkum (infektiónum), um­framt at verja tað móti ovur­við­ kvæmi. Tað er mamman, sum ber barn­ið í búkinum teir fyrstu 9 mán­aðirnar, og tað er hon sum føðir barnið. Oxytocin er eitt hor­mon, sum eisini verður kalla “til­knytningshormonet” ella kær­leiks­hormoni. Hetta tí, at tað verður út­loyst við m.a. at fáa klemm sum varðar meira enn 30 sekundir (gald­andi fyri kvinnuna). Hormonið ger, at lívmóðurin trekkir seg saman og er soleiðis ein tíðandi partur í eini føðing. Oxytocin er eisini essentielt fyri, at tað lítla barnið yvir­livur eftir føðingina tí tað er tað, sum hevur ábyrdina fyri, at mjólkin rennur út bróstinum. Tá kvinnan hevur føtt sítt lítla barn, er hon full í hormoninum oxytocin, sum natúrliga ávirkar hana til at taka barnið til sín, og elska og verja tað frá fyrstu løtu. Tá mamman síðani gevur bróst verður oxytocin regluliga útloyst, sum eisini er viðvirkandi til, at mamman áhaldandi er á sama støði kensuliga í mun til barnið, sum beint eftir føðing. (Støðan er sjálv­ andi øðrvísi um mamman fær barns­ burðartunglyndi). Granskarar hava eisini nýliga, fyri fyrstu fer ávíst, at barnsburður hevur við sær varðandi broytingar í heilanum hjá kvinnuni. Broyt­ ing­arnar kunnu síggjast í teimum økjum í heilanum, sum hava ábyrgd fyri sosialari og kensluligari uppliving og fyri evnunum hjá kvinnuni til at seta seg inní hugs­ anir og upplivingar hjá øðrum. Granskarar halda, at hesar fysisku broytingarnar í heilanum, eru við til at gera kvinnurnar til betri mammur. Serliga tá hugsa verður um teirra evnir til at verja og til sínámillum ávirkan við barnið. Tær blíva við hesum eisini dugnaligari til at avlesa barnsins kensluliga og fysiska tørv. Tað er ómetaliga gott fyri familj­ una, at øll kunnu verða heima og saman beint eftir føðing. Tað vil siga at pápin hevur rætt til bar­ silsfarloyvi í nakrar vikur saman við mammuni beint eftir føðing. Tann besta gávan pápin kann geva sínum barni er at elska mammuna verður mangan sagt. Eg vil staðiliga frámæla at lóggeva fyri hvussu brasilstíðin verður býtt millum foreldrini. Í nógvum førum hevur mamman HUG til at verða heima saman við sínum barnið, meðan pápin IKKI hevur hug. Vit kunnu og mugu ikki lóggeva ímóti tí, sum hjá so nógvum familjum er tað mest natúrliga í verðini. Og vit kunnu ikki lóggeva kvinnunum út á arbeiðsmarknaðin. Tá hetta er sagt, so er sjálvandi meira barsilstíð til pápan kærkomin, tað skal bara ikki við lóg takast av barsilstíðini hjá mammuni. Barsilstíðin er rætturin hjá barninum og IKKI ein spurningur um javnrættindi hjá kvinnum og monnum! Samfelagið eigur at hava tað álit á foreldrum, at tey, í allarflestu førum, sjálvi duga at finna útav, hvør eigur at vera heima hjá barninum og nær. Tað eru tey sum vita, hvat er best í teirra egna føri. Tað er barnið sum eigur at fáa tillutað sín rætt til barsilstíðina. Familjan skal eiga frælsið til at býta tíðina millum seg soleiðis, sum tað nú er best fyri barnið. Barsilstíðin er rætturin hjá barninum og ikki eitt stríð um javnrættindi Helgi Abrahamsen Leygardagin setti eg meg við áhuga at lurta eftir f o r ­m a n s ­ røðuni, sum Høgni Hoy­ dal, formaður í Tjóðveldi, helt á flokstinginum í Hósvík. Røðan varð stroymd beinleiðis á internetinum. Eg roknaði við, at formansrøðan fór at siga frá onkrum áhugaverdum viðvíkjandi uppskotinum um nýggja fiskivinnuskipan, men har kom einki nýtt fram – tvørturímóti. Høgni gjørdi púra greitt, at tíðin sum uppskotið hevur verið til hoyr­ingar, hevur ikki fingið hann at víkja ein tumma frá upprunaligu ætlanini, og tingfólkini fingu held­ ur ikki langar teymar til at víkja frá settu kósini. Tey skulu atkvøða fyri uppskotinum, sum tað nú liggur. Peika sosialistiska vegin Høgni Hoydal segði í røðuni, at støðan nú er nakað tann sama, sum hon var fyri 100 árum síðani, tá 10 prosent av fólkinum áttu meira enn hini 90 prosentini áttu tilsamans. Tað sá hann sum ein trupulleika, ið vit áttu at gera nakað við. Eisini formaðurin í aðalstjórnini í Tjóðveldi, Petur í Gong, er endur­ givin í miðlunum fyri at hava víst á sama trupulleikan. Hann kundi ynskt sær, at vit áttu fleiri góðar fólk­sins sosialistar í Føroyum – ”kanska ein sum Che!” skal hann hava sagt, við tilvísing til komm­ unistisku loysnina á Kuba sum fyrimynd fyri Føroyar. Øll blivu ríkari Men hvørjir vóru hesir ríkmenn­ inir, sum fyri 100 árum síðani áttu líka nógv sum restin av før­ oyska fólkinum tilsamans? Føroy­ ingar høvdu tá livað í bónda­sam­ felagnum í øldir. Landið hevði eina­handil, bátsband og aðrar bindingar, sum forðaðu menningini av samfelagnum. Men hetta broytt­ ist, tá samfelagið flutti seg yvir í slupptíðina. Rætt er tað, at teir sum áttu handlar og skip blivu ríkir, men orsaka av teirra virksemi og ríki­ dømi bleiv vanligi føroyingurin eisini nógv ríkari, og flestu keyp­ menninir vóru ikki múgvandi menn, tá teir vórðu lagdir í grøvina. Tað gekk upp og tað gekk eisini niður hjá teimum, men teir fingu broytt samfelagið, og hesum fekk øll tjóðin gangn av. Og júst hetta er drívmegin í einum samfelag, sum byggir á fríu marknaðarkreftirnar. Møguleikin at vinna nøkur eyka oyru við dugnaskapi, skal fáa fólk at skapa nakað meira. Men nú skilji eg, at Tjóðveldi við reglunum um ”anti­ trust” vil gera Føroyar til eitt plan­ stýrt sosialistiskt samfelag, har eing­in má eiga meira enn nakar ann­ar. Nógv er broytt Samfelagið í dag er ikki sum tað var fyri 100 árum síðani. Vit hava fing­ ið ein almennan arbeiðs­markna, sum er livibreyð hjá mong­um fólk­um serliga í Suður­strey­moy. Men soleiðis er ikki alla­staðni í landinum. Í stórum parti av Føroyalandi eru fá almenn ar­beiðs­ pláss, og fólkið á hesum støðum livir av tí, sum ”tey ríku” skapa. Hetta skilja fakfeløgini á hes­um plássum, og tí hava tey ávarað ímóti ætlanini hjá lands­stýrinum. Men formaðurin í aðalstjórn Tjóðveldis kallar hetta ”Stockholmsyndromið” (uppkallað eftir gíslum, sum fóru í part við ránsmonnunum, ið høvdu rænt teir). - Vorðið sum mynd at brúka á fundi hjá einum flokki, ið tosar um at ”standa á egnum bein­ um”. Tey sum skapa nakað í Før­ oyum verða samanborin við ráns­ menn, og arbeiðsfólk teirra eru gíslar. Kvøldið fyri sum hesi orðini fullu á flokstingi hjá Tjóðveldi, boð­aði meirilutin í Tórshavnar Bý­ráð (har Tjóðveldi er størsti flokkur) frá, at meirilutin kann ikki góðtaka, at løgtingið ætlar at flyta almennar stovnar og harvið arbeiðspláss úr høvuðsstaðnum. Og dagin eftir flokstingið boðar borgarstjórin í Havn frá, at nú skal flogvøllur gerast á Glyvursnesi. Tað merkir, at eitt av stóru almennu arbeiðsplássunum uttanfyri høvuðs­staðin skal flytast til Havnar. Eg skilji væl, at eitt býráð roynir at verja áhugamálini innanfyri sín egna bøgarð, men okkurt skulu fólk gera uttanfyri henda sama bøgarðin. Tað ber ikki til at steingja privatu arbeiðsplássini úti um landið og samtíðis halda fast við, at øll almenn arbeiðspláss skulu vera í Havn. Sjálvur havi eg als ikki ilt av, at flestu almennu arbeiðsplássini eru í Havn, men tað krevur, at nógv privat arbeiðspláss eru aðrastaðni í landinum. Verani fiskivinnuskipan hevur tørv á ábótum, men ”antitrust” er ikki rætta loysnin. Hvørjum heimi livir Tjóðveldi í? Birgith Clementsen Eg møtti eini neyðstaddari kvinnu, ið hevði mist alt vegna eldibrand í íbúðini hjá henni. Hon stóð har á gøtuni og átti bert klæðini, hon var í, og hon fekk onga hjálpa bjóðaða, hvørki frá útleigaranum ella Trygd. Hon fór síðan til kommununa, og tá bleiv hon avvíst frá sosialu deild. Seinni fekk hon tó fatur á borgarstjóranum, ið var Heðin Mortensen. Hann setti alt í sving og gav henni eini lítil hús, ið akkurát vóru blivin ledig, men skjótt var alt uppsteðgað vegna umvælingarnar av húsinum. Í vennavold eydnaðist at sleppa undir tak, tá hon fekk eini elligomul hús úti á bygd við ongum varma og ongum nøkrum – hon fekk ein blásiovn at brúa til varma. Hon fekk tó eisini váttað frá nýggja borgarstjoranum í Tórshavnar kommunu, at hon hevði fingið lítlu húsini. Tey skulu bert gerast í stand og klár at flyta inn í. Tað bleiv tó ein longri søga, og ein enn longri bíðitíð. Tey, hon skuldi hava kontakt við á sosialu deild og aðrastaðni í kommununi, høvdu ymsar frásagnir um húsini, nær tey vórðu klár, at tey møguliga skuldu seljast, brótast niður, byggjast av nýggjum o. s. f. men at hon annars hevði fingið húsinin at fara í. Hesa køldu húsini, hom situr í úti á bygd, sleppur hon ikki at vera í so leigi, men enn situr hon har køld, fær nóg illa hildið seg reina og gjørt mat, og tað veit alt tað sosiala verkið í Tórshavnar kommunu, og enn fær hon bert at vita, tá hon søkjur kontakt, at tey fáa einki gjørt og vita einki. Kvinnan er havnarborgar, betalur skatt til kommmununa. Tó lata tey ein neyðstaddan borgara sita í olmussu úti á bygd, kalda og sjúka í neyð. Hvat ger, og hvat hugsar sosial deildin í Tórshavnar kommunu? Eiga tey ikki at bjarga einum neyðstaddum borgara? Hendan søgan byrjaði áðrenn jól, men enn situr kvinnan í neyð í einum ísakøldum húsum uti á bygd og veit hvørki út ella inn. Hetta hendur í ulondum, ikki í Føroyum, ella? p.s. Hvar er vælferðrsamfelagið Føroyar? Kvinna í neyð í køldum húsum