týsdagur 28. mars 2017síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
38
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tá Súsanna Maria Hansen í 2000
flutti til Danmarkar at lesa, bendi
lítið á, at hon skuldi verða partur
av
føroyskum
landsliðsfótbólti
anno 2017. Ein brennandi áhugi fyri
fótbólti og góðu eginleikarnir ger
tó, at hon er úttikin til landsliðið,
eftir ein steðg í ellivu ár.
– Tað er heilt fantastiskt at
vera partur av einum so góðum og
dugnaligum toymið, og ikki minst
at vera á liðið saman við so dugna
ligum spælarum. Skuldi tað verða,
so skuldi tað verða nú, tí tað eru
nokk ikki nógv ár eftir í mínum
beinum. Hvat er størri enn at vera
ein av teimum, ið umboðar sítt
land, spyr Súsanna Maria Hansen.
Frá 2. deild til landsliðið
Nólsoyardaman spældi við B36 frá
2000 til 2007, tá hon fór til Dan
markar at lesa til ergoterapeut. Fyri
trimum árum síðani kom Súsanna
aftur til Føroyar, og tá byrjaði
hon aftur í B36, og spældi fyrstu
tíðina í 2. deild. Men hon sá skjótt,
at hon vildi meir enn tað. Síðani
2014 hevur Súsanna Maria Hansen
spælt í bestu kvinnudeildini.
– At vera við í einum fótbólts
felagsskapi er ótrúliga gevandi.
Hugurin er bara vaksin, og eg haldi,
at tað er sera umráðandi at vera
har fyri tær yngru genturnar, sigur
Súsanna Maria Hansen.
Tá hon byrjaði aftur fyri trim
um árum síðani, helt hon, at
landsliðið var fortíð, men tankin
um landsliðið er kortini ongantíð
horvin heilt.
– Eg gekk við tankanum inn
ímillum, og at tað hevði verið
stuttligt at roynt aftur, áðrenn eg
gavst at spæla. Tað er eisini gott
at kunna vísa gentum, at hóast ein
er komin eitt sindur upp í árini, er
enn møguleiki at koma á landsliðið,
sigur Súsanna Maria Hansen við
heimasíðuna hjá FSF.
Kappingin í Føroyum
Føroyska landsliðið skal spæla allar
dystirnar á Tórsvølli. Fyrst móti
Luksemburg, síðani Montenegro
og síðani Turkalandi. Serliga Turka
land verður mett sum favorittur
undan kappingini.
Talan er um ein innleiðandi
kapping til HM undankappingina.
Seinast vóru føroysku kvinnurnar
akkurát ov stuttar at vinna seg
víðari. Tað gjørdi at landsliðið
ongar ordiligar uppgávur hevði í
tvey ár. Hetta er ein meinbogi fyri
føroyskan kvinnufótbólt, sum av
álvara hevur brúk fyri øllum hugs
andi avbjóðingum fyri at halda
spælarunum at.
Tað verður trupult hjá føroyska
landsliðnum at vinna seg víðari, tí
Turkaland eru á pappírinum sterk
ari. Vinnarin í bólkinum spælir
seg beinleiðis víðari til sjálva HM-
undankappingina.
Harafturat
sleppur besti tvey'arin í teimum
fýra innleiðandi bólkunum eisini
við til undankappingina, sum byrj
ar í heyst. Tí hava føroysku kvinn
urnar brúk fyri øllum stuðlinum,
sum tær kunnu fáa.
ÍTRÓTTUR
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35
Dystarskráin til HM-undankappingina
Hósdagin 6. apríl
Klokkan 15:00 Turkaland - Montenegro á Tórsvølli
Klokkan 19:30 FØROYAR - Luksemborg á Tórsvølli
Leygardagin 8. apríl
Klokkan 15:00 Montenegro - FØROYAR á Tórsvølli
Klokkan 19:30 Turkaland - Luksemborg á Tórsvølli
Týsdagin 11. apríl
Klokkan 13:00 FØROYAR - Turkaland á Tórsvølli
Klokkan 13:00 Luksemborg - Montenegro á Ovara
Vølli í Gundadali
Tær 20, ið Pætur Clementsen
hevur úttikið, eru hesar
Monika Biskopstø, AaB Ålborg (DEN)
Birita Nielsen, B68
Birna Tummasardóttir, EBS/Skála
Lív Arge, HB
Súsanna M. Hansen, B36
Ansy Sevdal, EBS/Skála
Milja R. Simonsen, HB
Eyðvør Klakstein, Mislata C.F. (ESP)
Rannvá B. Andreasen, KÍ
Olga Kristina Hansen, Østerbro IF (DEN)
Ásla Johannesen, B36
Anna S. Hansen, EBS/Skála
Sigrun K. Kristiansen, EBS/Skála
Jónvá Hentze, HB
Heidi Sevdal, EBS/Skála
Maria K. Thomsen, KÍ
Elisabeth Vang, B36
Katrina Akursmørk, KÍ
Sarita Maria Mittfoss, B36
Bjørg Djurhuus, ÍF/Víkingur
FANTASTISKT AT
UMBOÐA FØROYAR
Kvinnulandsliðið ger klárt:
Tað sigur Súsanna Maria Hansen, ið er ein av spælarunum, sum fyrst í komandi mánaði
skal spæla við føroyska kvinnulandsliðnum í innleiðandi HM undankappingini. Føroyar eru
í bólki við Luksemburg, Montenegro og Turkalandi. Sjálv kappingin er í Føroyum
Til HM 2015 undankappingina vóru Íðunn Magnussen og Føroyar í bólki við Svøríki, sum er millum
sterkastu fótbóltstjóðirnar í kvinnufótbólti. Tær vunnu eisini 5-0 á Tórsøvølli á sumri 2014
Súsanna Maria Hansen og dótturin, Jonna Lava Olsen