Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

39 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 Tróndur Arge Í dag er dart ein altjóða ítróttar­ grein, har teir bestu spælararnir vinna sær nógvar pengar. Tað er serliga takka verið sjónvarpinum, sum er farið at gera nógv burturúr stóru altjóða kappingunum. Í Føroyum var dart væl fyri í longri tíð, men um aldarskiftið mink­ aði áhugin nógv, og tað hevur ikki eydnast at seta ungar spælarar við. Um aldarskiftið royndi dart eisini at sleppa upp í part í ÍSF. Tað bleiv ikki til nakað, og við tí kom eitt rák, har dart ikki var fremst í hug­anum. – Eg droymi um eina FM finalu­ kapping beinleiðis í sjónvarpinum, men beint nú trúgvi eg ikki heilt upp á at tað fer at henda. Orðini eigur Bárður Olsen av Argjum, eftir at hann vann FM-finaluna farna kappingarárið. Hann vann FM í dart í fjør, men verður ikki roknaði millum favo­ rittarnar hesa ferð, tí hann stríðist við ein skaða í økslini. Eins og í ár verður kappingin í Skopun, har nógv verður lagt fyri av fyriskiparunum. Eisini er dart­sambandið sett á stovn og er virki, tá úrslit og stigatalvur skulu dag­førast, og tíðindi varpast í til almenningin. Nú verður dart í sjónvarpinum Undan FM finaluni leygardagin er greitt, at sjónvarpið verður á stað­ num til avgerandi dystirnar og sendir beinleiðis. Sostatt fáa Bárð­ ur Olsen og tey avvarandi av før­ oysk­um dart sín dreym uppfyltan. – Í dag situr sjálvt mamma og hyggur at altjóða dart í sjón­varp­ inum, segði argjamaðurin brosandi á sinni. Nú kann hon hyggja meðan sonurin og tey 39, ið hava vunnið seg víðari til FM finaluna fara at dystast um FM-heitið. Ætlanin er at brúka somu tøkni, sum verður brúkt at halda skil á støðuni í al­ tjóða kappingum, tá sjónvarpið er á staðnum. Sjónvarpið byrjar eftir ætlan at senda klokkan 17. Sjónvarpið sendir beinleiðis frá hálvfinalunum og finaluni í einmansleiki hjá monn­ um, finlauni hjá kvinnum og final­ uni í tvímansleiki. Eins og tær stóru kappingarnar Til stóru altjóða kappingarnar eru nógvir áskoðarar til stóru dystirnar, og tað er gott lív í. Áskoðararnir syngja og rópa sum var tað til fót­ bólts­dyst ella hondbóltsdyst. Dartsambandið og Team Sand­ oy, sum skipa fyri FM finaluni í Skopun, heita nú á fólk at møta til tiltakið, so hetta kann verða eitt afturvendandi tiltak. Víst verður á, at Teistin – um hann ikki aftur steðgar upp – siglir fleiri ferðir um dagin leygardagin. Øll vilja vinna á Remy FM vinnarin frá í fjør, Bárður Olsen, hevur bara vunnið sær 95 stig í FM kappingini, meðan Remy G, Hansen á fyrsta plássið hevur 418 stig. Argjamaðurin hevur trupul­ leikar við økslini. Hinvegin er Remy G. Hansen, sum fleiri ferðir hevur vunnið FM, væl fyri í ár og til reiðar at endurvinna FM. – Havi ikki altíð hugsað so nógv um akkurát hvussu tað kennist, at vera favorittur, men eg føli ofta, at menn kýta seg meir fyri at vinna á mær enn kanska onkrum øðrum. So onkursvegna kennist tað væl, men strævið til tíðir, segði Remy G. Hansen undan kappingarbyrjan. Remy G. Hansen hevði farna kapp­ingarár trupulleikar við rygg­inum, men hevur hetta kapp­ ingar­árið verið støðugur í flestu kappingunum. Næstur á FM lista­ num er Petur Thomsen av Toftum, sum hevur hundrað stig færri enn oddamaðurin. Alt verður avgjørt í Skopun leyg­ ardagin – nú við aljtóða umstøðum. trondur@sosialurin.fo ÍTRÓTTUR Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Dart: FM finalan skal líkjast stóru kappingunum Dart í Føroyum er í støðugari menning, eftir nøkur ár í dvala. Stigið er hækkað, kappingin betri skipað og meiri verður gjørt burturúr FM finaluni. Nú er ætlanin at fáa dart á eitt enn hægri stig, tá FM finalan verður leygardagin 32 teir bestu hjá monnunum og átta tær bestu hjá kvinnununum hava vunnið seg víðari til FM-finaluna – Eg droymi um eina FM finalu­kapping beinleiðis í sjónvarpinum, segði Bárður Olsen eftir FM-finalusigurin í fjør. Nú verður dreymurin veruleiki